Dániel kap. 11
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
ii.
Kings of the South and North
11:1-35:1
1
Eg stóð eisini undir lið hansara sum hjálpari og vernd, fyrsta árið ið Darius Medari sat við stýrið.“
2
„Og nú skal eg kunngera tær tað, ið víst er. Tríggir kongar* skulu koma enn í Persia, og hin fjórði** skal savna meiri ríkidømi enn allir hinir; táið hann við ríkidømi sínum hevur vunnið stórt vald, skal hann við øllum mátti sínum halda á Grikkalandsríki.
3
Men tá skal koma veldigur kongur,* og hann skal ráða við miklum veldi og gera, sum hann vil.
4
Men best sum hann stendur, skal ríki hansara rivna sundur og verða skift eftir hinum fýra* ættum himmalsins; eingin av eftirkomarum hansara skal fáa tað, og tað skal ikki vera so sterkt, sum táið hann sat við stýrið; tí ríki hansara skal verða oytt, og aðrir enn teir skulu fáa tað.
5
Og suðurlandskongur* skal fáa stórt vald; men ein av høvdingum hansara skal fáa størri vald enn hann og ráða yvir ríki, ið er hansara egna; ríki hansara skal vera stórt ríki.
6
Mong ár eftir skulu teir gera semju sínámillum; dóttir* suðurlandskong skal koma til norðurlandskong** at fáa semju í lag teirra millum; men ikki leingi skal hon vera før fyri at avrika nakað, og hvørki hann ella dóttirin, ið hjálpa honum skuldi, verða før fyri at standa; nei, hon og teir, ið fingu hana hagar, og faðir hennara og hann, sum tók ímóti henni, skulu øll lata lív,*** ta tíðina ið ásett er hvørjum teirra.
7
Men ein kvisturin av rót hennara skal koma í stað hansara, og hann skal halda móti fíggindaherinum, treingja seg inn í verndarvirki norðurlandskongs, gera við teir, sum hann vil, og verða við yvirlutan.
8
Ja, eisini gudar teirra, stoyptu myndir teirra og dýrabøru íløt teirra av silvuri og gulli skal hann taka við sær til Egyptalands sum herfong; eftir hetta skal hann nøkur ár lata norðurlandskong vera í friði.
9
So skal norðurlandskongur leggja á ríki suðurlandskongs, men noyðast at venda við aftur til land sítt.
10
Men synir hansara skulu vápna seg til bardaga og savna óføran her, sum skal halda inn í landið og floyma og skola yvir tað; og hann skal koma aftur, og teir skulu berjast líka fram at verndarvirki hansara.
11
Tá skal suðurlandskongur verða illur og leggja út í bardaga við norðurlandskong; hann skal fylkja stóran her, men hann skal verða givin hinum í hendur.
12
Táið hesin herur er rikin burt, skal hann verða hugmóðigur; hann skal fella tíggjutúsund, men kortini ikki verða við yvirlutan.
13
Norðurlandskongur skal koma aftur og fylkja her, sum er størri enn hin fyrri; og táið nøkur ár eru gingin, skal hann koma við stórum heri og nógvum í viðføri.
14
Á teimum tíðum skulu mangir reisast móti suðurlandskongi, og yvirgangskroppar av tínum egna fólki skulu reisast við – til at staðfesta sjónina; men teir skulu falla.
15
Norðurlandskongur skal koma og reisa virkisvegg og taka víggirdan stað, og suðurlandsveldið skal ikki vera ment at standa seg; enn ikki hitt útvalda lið hansara skal vera ment at standa seg.
16
Hann, sum fer ímóti honum, skal gera, sum hann vil, og eingin skal vera mentur at standa seg móti honum; hann skal seta seg fastan í hinum fagra landi, og oyðing skal hond hansara volda.
17
Hann skal leggja upp ráð um at koma við øllum hervaldi ríkis síns, men er til reiðar at gera semju, og tað skal hann eisini fáa í lag; og kvinnu, sína egnu dóttur, skal hann geva honum, upp á tað at hon skal volda oyðing; men hetta skal ikki koma í lag og ikki eydnast honum.
18
So skal hann venda sær móti oyggjunum og taka nógvar; men herhøvdingi skal gera enda á háði hansara, ja, lata háð hansara falla aftur á hann sjálvan.
19
Tá skal hann venda sær móti verndarvirkjunum í sínum egna landi; men hann skal snáva og falla og ikki vera til longur.
20
Og í stað hansara skal annar koma, ein, sum skal lata skattakrevjara fara gjøgnum prýði ríkisins; men nakrar dagar eftir skal hann verða dripin, tó ikki í vreiði, ei heldur í bardaga.
21
Í stað hansara skal koma skemdarmaður*, sum teir ikki høvdu ætlað dýrd kongadømisins; men hann kemur óvart og leggur við svikum kongadømið undir seg.
22
Og herarnar, ið skola yvir, skal hann skola yvir og oyða, somuleiðis sáttmálahøvdingan.
23
Tí eftir at hann hevur gjørt felagsskap við hann, skal hann ganga fram við svikum; hann skal halda avstað og við fáum monnum verða við yvirlutan.
24
Óvart skal hann bróta seg inn í hinar fruktbarastu landspartarnar og gera slíkt, sum fedrar hansara og fedrar fedra hansara ikki hava gjørt; herfong, rán og góðs skal hann ríkliga skifta sundur millum fólk sítt; móti víggirdum støðum skal hann leggja upp ónd ráð, og tað skal vara eina tíð.
25
So skal hann við øllum veldi sínum og øllum dirvi sínum halda á suðurlandskong og koma við stórum heri; men suðurlandskongur skal eisini vápna seg til bardaga við ovurhonds stórum og sterkum heri. Men hann skal ikki vera mentur at standa seg; tí ónd ráð verða løgd upp móti honum.
26
Teir, ið eta við borð hansara, skulu fella hann; herur hansara skal koma skolandi, og har skal verða ógvuligt mannafall.
27
Báðir kongarnir hava ilt í huga, og meðan teir sita við sama borð, skulu teir tala lygn; men tað skal ikki eydnast, tí enn drálar við endanum, inntil hin ásetta tíð kemur.
28
Hann skal við nógvum góðsi koma aftur til land sítt, og hann skal leggja upp ónd ráð móti hinum heilaga sáttmála; og eftir at hann hevur útint tey, skal hann fara heimaftur til land sítt.
29
Táið hin ásetta tíð er komin, skal hann aftur halda móti Suðurlandi; men hesa seinnu ferðina skal ikki gangast sum hina fyrru.
30
Tí skip úr Kittim skulu koma móti honum, og hann skal missa mótið og venda við og lata vreiði sína ganga út yvir hin heilaga sáttmála; so skal hann venda við og merkja sær tey, ið falla frá hinum heilaga sáttmála.
31
Herar, ið hann sendir út, skulu koma og vanhalga halgidómin, hina víggirdu borg, avtaka hitt dagliga ofrið og seta upp hina oyðandi viðurstygd.
32
Tey, sum synda móti sáttmálanum, skal hann við hálum orðum gera til heidningar; men tey av fólkinum*, sum kenna Gud sín, skulu standa føst og halda út.
33
Hini vitigu millum fólkið skulu læra fjøldina, og tey skulu falla fyri svørði og báli, verða hertikin og herjað – langa tíð.
34
Men táið tey eru um at liggja undir, skulu tey fáa lítla hjálp, og mong skulu á kvamsvís geva seg í felag við tey.
35
Nøkur av hinum vitigu skulu falla, so tey kunnu verða roynd og reinsað og tváað inntil tíð endans – tí enn drálar tað við endanum, inntil hin ásetta tíð kemur.
iii.
The King Who Exalts Himself
11:36-45:1
36
Kongurin skal gera, sum hann vil, gera seg stóran og seta seg upp um ein og hvønn gud, og móti Gudi gudanna skal hann tala øgilig orð. Og hann skal vinna fram, inntil vreiðin er at enda; tí tað, ið avgjørt er, skal ganga út.
37
Gudar fedra sína skal hann einki leggja í, ei heldur kvinnulyst; ei heldur nakran annan gud skal hann leggja í; tí hann skal seta seg upp um alt.
38
Í staðin fyri skal hann heiðra gud verndarvirkjanna; gud, ið fedrar hansara ikki hava kent, skal hann heiðra við gulli, silvuri, dýrum steinum og øðrum, ið dýrabart er.
39
Og so skal hann gera við hini sterku verndarvirki og við hin fremmanda gudin: Teimum, ið viðkennast henda gud, skal hann vísa nógvan heiður; hann skal seta teir at ráða yvir mongum, og hann skal skifta út jørð til teirra í løn.
40
Men á tíð endans skal suðurlandskongur berjast við hann, og norðurlandskongur skal herja móti honum við vagnum, hestmonnum og nógvum skipum og bróta seg inn í londini og floyma og skola yvir tey.
41
Hann skal eisini bróta seg inn í hitt fagra land, og stórir skarar skulu falla; men hesir skulu sleppa undan hond hansara: Edom, Móab og hinir frægastu Ammonitar.
42
Hann skal eisini rætta út hondina móti øðrum londum, og Egyptaland skal ikki sleppa undan.
43
Hann skal leggja undir seg skattirnar av gulli og silvuri og alt dýrabart í Egyptalandi; og Libýarar og Etioparar skulu vera í fylgi við honum.
44
Men tíðindi eystaneftir og norðaneftir skulu ræða hann, og hann skal leggja avstað í stórari vreiði at forkoma mongum og oyða tey.
45
Hann skal reisa skreyttjøld síni millum havið og hitt fagra fjall halgidómsins. Men tá líður at endanum við honum, og eingin hjálpir honum.“