Sorgarsongirnir kap. 5

Uppsetan
5. A Prayer for Restoration
5:1-22:1
1 HARRI! Minst tað, ið yvir okkum hevur gingið, skoða og síggj, hvussu vit verða háðað!
4 Vatnið, ið vit drekka, noyðast vit at keypa; brennið noyðast vit at lata pening fyri.
6 Vit hava givið okkum undir Egyptaland, undir Assýria til at verða mettað við breyði.
7 Fedrar okkara hava syndað – teir eru ikki til longur; men vit noyðast at bera misgerðir teirra.
9 Við vanda fyri lívinum fáa vit breyðið til okkara, hótt av svørði oyðimarkarinnar.
14 Hinir gomlu sita ikki í portrinum longur, hinir ungu eru givnir uppat við streingjaleikinum.
19 Tú, HARRI, situr í hásæti til ævigar tíðir, hásæti Títt verður mann eftir mann!
21 HARRI! Leið okkum aftur til Tín – so koma vit aftur! Gev okkum nýggjar dagar, slíkar sum í forðum!
22 Tí manst Tú heilt hava vrakað okkum! Manst Tú vera so ovurhonds vreiður við okkum!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul