Sorgarsongirnir kap. 3
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
The Suffering Servant
3:1-66:1
a.
The Prophet’s Affliction
3:1-18:1
1
Eg eri tann, ið havi sæð neyð undir vreiðikoyrli Hansara.
2
Meg hevur Hann leitt og latið gingið í myrkri og ikki í ljósi.
3
Ja, móti mær vendir Hann ferð eftir ferð hond Síni – líðilangan dagin.
4
Hann hevur latið bæði hold og húð slítast av mær, Hann soraði sundur beinini í mær.
5
Hann hevur múrað meg inni og kringsett meg við galli og møði.
6
Á myrkum støðum læt Hann meg búgva, eins og tey, sum langt síðani eru deyð.
7
Hann hevur stongt meg inni, so eg sleppi ikki út; Hann hevur lagt meg í tungar leinkjur.
8
Um eg so rópi og skríggi, letur Hann aftur oyrað fyri bøn míni.
9
Við høgdum gróti hevur Hann múrað fyri leið mína; gøtur mínar hevur Hann gjørt ógongdar.
10
Lúrandi bjørn er Hann mær, leyva, sum fjalir Seg.
11
Hann hevur leitt meg avleiðis, Hann skræddi meg sundur og forkom mær.
12
Hann spenti bogan og setti meg til mál fyri píl Sín.
13
Synir pílahúsa Síns sendi Hann inn í nýru míni.
14
Eg eri vorðin øllum fólki mínum til látur, teimum til tátt líðilangan dagin.
15
Hann mettaði meg við beiskum urtum, Hann gjørdi meg druknan av malurt.
16
Hann soraði tenn mínar við at geva mær smásteinar at eta, Hann gróv meg niður í øsku.
17
Tú vrakaði meg og tókst friðin frá mær, eg gloymdi tað, ið gott er.
18
Og eg segði: „Tað er úti við kraft míni og vón míni til HARRAN!“
b.
The Prophet’s Hope
3:19-36:1
19
Minst neyð og útlegd mína – malurt og gall!
20
Sál mín minnist tað og er niðurboygd í mær.
21
Men hetta skal eg leggja mær á hjarta, og tí skal eg vóna:
22
Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn.
23
Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín.
24
HARRIN er lutur mín – sigur sál mín – tí vóni eg á Hann.
25
HARRIN er teimum góður, sum bíða eftir Honum, tí sál, ið søkir Hann.
26
Tað er gott, at ein bíðar stillur eftir frelsu HARRANS.
27
Tað er manninum gott, at hann ber ok í ungdóminum,
28
at hann situr eina og tigur, táið Hann leggur byrðar á hann,
29
at hann boyggir munnin í dustið og sigur: „Kanska vón er enn!“ –
30
at hann vendir vangan til tann, ið slær hann, letur seg metta við háði.
31
Tí Harrin vrakar ikki í allar ævir;
32
nei, um Hann voldir sorg, so vísir Hann aftur náði, eftir ríku miskunn Síni;
33
tí tað er ikki av hjarta, Hann plágar menniskjabørnini og voldir teimum sorg.
34
Táið onkur sorar undir fótum sínum allar fangar á jørðini,
35
boyggir rætt mansins fyri ásjón hins Hægsta
36
ella ger manni órætt í máli hansara – man ikki Harrin síggja tað!
c.
God’s Justice
3:37-66:1
37
Hvør talaði, og tað kom, um tað var ikki Harrin, ið beyð tað!
38
Er tað ikki av munni hins Hægsta, bæði ilt og gott gongur út!
39
Hví suffar tá menniskjað her í lívinum? Lat ein og hvønn suffa um sína egnu synd!
40
Latið okkum rannsaka vegir okkara og granska teir, og latið okkum venda okkum til HARRAN!
41
Latið okkum lyfta hjarta og hondum okkara til Gud í Himli!
42
Vit hava syndað og verið ólýðin – Tú hevur ikki fyrigivið.
43
Tú sveipaði Teg í vreiði og elti okkum, Tú drapst og eirdi ikki.
44
Tú sveipaði Teg í skýggj, so eingin bøn slapp ígjøgnum.
45
Til skarn og útskot gjørdi Tú okkum mitt ímillum tjóðirnar.
46
Teir spíla upp gapið móti okkum, allir fíggindar okkara.
47
Ræðsla og snerra eru vorðnar lutur okkara, oyðing og undirgangur.
48
Tárastreymar renna av eyga mínum, tí dóttir fólks míns er løgd í oyði.
49
Eyga mítt flýtur í tárum og fær ikki hvíld, tað kennir ikki frið
50
– fyrrenn HARRIN skoðar niður úr Himli, fyrrenn Hann hyggur at.
51
At síggja allar døtur staðar míns voldir sál míni kvøl.
52
Teir eru eftir mær og elta meg sum fugl, teir, ið uttan grund eru fíggindar mínir.
53
Teir ætlaðu at gera enda á mær við at kasta meg í brunnin; teir blakaðu grót á meg.
54
Vøtnini løgdu yvir høvd mítt; eg segði: „Tað er úti við mær!“
55
Eg ákallaði navn Títt, HARRI, haðani niðast úr brunninum.
56
Tú hoyrdi rødd mína – lat ikki oyrað aftur fyri rópi mínum, unn mær lætta!
57
Tú vart nær, tann dag eg kallaði á Teg, Tú segði: „Óttast ikki!“
58
Harri, Tú hevur flutt mál sálar mínar, Tú hevur frelst lív mítt!
59
HARRI, Tú hevur sæð órættin, ið yvir meg hevur gingið – døm í søk míni!
60
Tú hevur sæð alla hevnd teirra, øll óndu ráð teirra móti mær.
61
Tú hevur hoyrt, hvussu teir háða, HARRI, øll óndu ráð teirra móti mær,
62
tað, ið mótstøðumenn mínir tala og hugsa móti mær allan dagin!
63
Hav eyguni eftir teimum, táið teir sita, og táið teir standa! Teir kvøða táttar um meg.
64
Tú skalt løna teimum aftur, HARRI, eftir handaverki teirra!
65
Tú skalt gera hjarta teirra forherðað, bann Títt skal verða lutur teirra.
66
Tú skalt elta teir í vreiði og forkoma teimum, so teir eru ikki til longur undir himli HARRANS.