Ester kap. 9
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
8.
The Jews Victorious over Their Enemies
9:1-17:1
a.
The Jews Destroy Their Enemies
9:1-10:1
1
Tann trettanda í tólvta mánaði, tað er adar mánaði – tann dag ið orð og boð kongsins skuldi verða sett í verk, og fíggindar Jødanna høvdu vónað at fáa vald á teimum – men nú hevði tað vent sær so, at Jødarnir fingu vald á fíggindum sínum –
2
tann dag tóku Jødarnir seg saman í býum sínum í øllum londum Ahasverusar kongs til at leggja hond á tey, ið vildu teimum ilt; og eingin var mentur at standa seg móti teimum; tí ótti fyri teimum var fallin á øll fólkini.
3
Allir høvdingar landanna og jallarnir, landsstjórarnir og embætismenn kongsins hjálptu Jødunum; tí ótti fyri Mordokai var fallin á teir.
4
Mordokai var nú stórur maður við hirð kongsins, og hann var tiltikin í øllum londunum; tí hesin Mordokai fekk meir og meir at siga.
5
Jødarnir slógu tá nú allar fíggindar sínar við svørði, deyða og undirgangi, og teir gjørdu, sum teir vildu, við tey, ið hataðu teir.
6
Í borgini Susan drópu og týndu Jødarnir 500 menn.
7
Eisini Parsandata, Dalfon, Aspata,
8
Porata, Adalja, Aridata,
9
Parmasta, Arisai, Aridai og Vaizata
10
– hinar tíggju synir Haman, son Hammedata, fígginda Jødanna – drópu teir. Men fongin nurtu teir ikki.
b.
Haman’s Sons Hanged
9:11-17:1
11
Sama dag fekk kongurin at frætta tal teirra, ið dripnir vóru í borgini Susan.
12
Tá segði kongurin við Ester drotning: „Í borgini Susan hava Jødarnir dripið og beint fyri 500 monnum og hinum tíggju sonum Haman – hvat munnu teir tá ikki hava gjørt í hinum landspørtum kongsins! Og nú – hvat er bøn tín? Hon skal verða tær veitt! Og hvat meiri vilt tú hava? Tað skal ikki verða tær sýtt!“
13
Ester svaraði: „Líkar tað konginum, so lat Jødarnar í Susan eisini í morgin sleppa at gera á sama hátt sum í dag, og lat hinar tíggju synir Haman verða hongdar í gálgan!“
14
Kongurin beyð tá, at so skuldi verða gjørt, og boð um hetta gekk út í Susan; hinir tíggju synir Haman vórðu hongdir.
15
Jødarnir, sum í Susan vóru, tóku seg saman eisini tann fjúrtanda í adar mánaði og drópu í Susan 300 mans. Men fongin nurtu teir ikki.
16
Hinir Jødarnir – í londum kongsins – tóku seg eisini saman og vardu lívið og fingu frið fyri fíggindum sínum; teir drópu 75000 av teimum, ið hataðu teir. Men fongin nurtu teir ikki.
17
Hetta hendi tann trettanda í adar mánaði. Tann fjúrtanda hvíldu teir seg, og teir gjørdu hann til veitslu- og gleðidag.
9.
Jewish Festival and Ascension of Mordecai
9:18-10:3
a.
Feast of Purim Instituted
9:18-32:1
18
Men Jødarnir í Susan tóku seg saman bæði tann trettanda og tann fjúrtanda í mánaðinum og hvíldu seg tann fimtanda; og teir gjørdu hann til veitslu- og gleðidag.
19
Tí halda Jødarnir úti á bygd – teir, sum búgva uttan fyri víggirdar staðir – tann fjúrtanda í adar mánaði sum gleðidag við veitsluhaldi og høgtíð; tey senda tá hvørt øðrum gávur av matinum, ið tey hava gjørt til.
20
Mordokai skrivaði upp allar hesar hendingar og sendi brøv til allar Jødar í øllum londum Ahasverusar kongs, nær og langt burtur,
21
og ásetti teimum tað sum lóg, at tey ár eftir ár skuldu halda tann fjúrtanda og tann fimtanda í adar mánaði,
22
av tí at hetta vóru dagarnir, ið Jødarnir fingu frið fyri fíggindum sínum, og av tí at tað var í tí mánaðinum, at trongd teirra vendist til gleði, og sorg teirra í hátíð; tí skuldu tey gera hesar dagar til veitslu- og gleðidagar og senda hvørt øðrum mat og hinum fátæku gávur.
23
Jødarnir ásettu sær sum fastan sið tað, ið teir nú fyrstu ferð høvdu gjørt, og sum Mordokai hevði skrivað til teirra um.
24
Tí Haman Agagitur, sonur Hammedata, hann, ið hataði allar Jødar, hevði lagt upp ráð móti Jødunum, til at týna teir, og hevði kastað pur – tað er lut – til at forkoma teimum og týna teir;
25
men kongurin hevði, táið hon* hevði sagt honum hetta, við brævi givið boð um, at hini óndu ráð, ið hann hevði lagt upp móti Jødunum, skuldu falla aftur á hansara egna høvd, og latið hann og synir hansara heingja í gálgan.
26
Tí róptu tey hesar dagar purim – eftir orðinum pur. Og tað, sum í hesum brævi stóð, og tað, ið teir sjálvir høvdu sæð – sum hevði hent teir – gjørdi,
27
at Jødarnir gjørdu av og ásettu sum fastan sið hjá sær og eftirkomarum sínum og hjá øllum, ið gingu í felag við teir, at tey ár eftir ár skuldu halda hesar báðar dagar eftir fyriskipanini um teir, og tíðina ið ásett var –
28
at hesir dagar skuldu verða minstir og hildnir gjøgnum allar tíðir og av øllum ættum, í hvørjum landsparti og hvørjum býi, at Jødarnir ikki skuldu leggja av at halda hesar purimdagar, og at eftirkomarar teirra aldri skuldu gloyma teir.
29
Ester drotning, dóttir Abihajil, og Mordokai Jødi skrivaðu uppaftur bræv við veldisorðum til at staðfesta tað, sum stóð í hesum nýggja brævinum um purim.
30
Og hann sendi brøv við friðar- og sannleiksorðum til allar Jødar í hinum 127 landspørtunum í ríki Ahasverusar,
31
til at staðfesta sum lóg, at tey skuldu halda hesar purimdagar, tíðina ið ásett var, soleiðis sum Mordokai Jødi og Ester drotning høvdu gjørt av um teir, og soleiðis sum tey høvdu ásett fyri seg sjálv og eftirkomarar sínar um føsturnar og sorgarrópini hesar dagar.
32
Soleiðis vórðu, eftir boði Esterar, hesar fyriskipanir um purim staðfestar sum lóg; og tað varð skrivað í bók.