Ester kap. 6

Uppsetan
b. Mordecai is Honored
6:1-11:1
1 Somu nátt legðist kongurin í andvekur. Hann bað teir tá fara eftir krønikubókini, sum minniligar hendingar vóru uppskrivaðar í; lisið varð so úr henni fyri konginum.
2 Har funnu teir skrivað, at Mordokai hevði sagt frá, hvussu Bigtana og Teres, tveir hirðmenn kongsins, sum hoyrdu til duravaktararnar, høvdu ætlað at lagt hendur á Ahasverus kong, táið til bar.
3 Kongurin spurdi tá: „Er Mordokai heiðraður og gjørdur stórur fyri hetta?“ Tænarar kongsins svaraðu: „Honum er eingin heiður vístur!“
4 Nú spurdi kongurin: „Hvør er tað, sum er úti í garðinum?“ – Haman var júst tá komin inn í ytra garð kongshallarinnar og ætlaði at biðja kongin lata Mordokai heingja í gálgan, sum hann hevði latið reisa honum. –
5 Tænarar kongsins svaraðu tá: „Tað er Haman, sum stendur úti í garðinum.“ Kongurin segði: „Latið hann koma inn!“
6 Táið Haman var inn komin, spurdi kongurin hann: „Hvat eigur at verða gjørt við tann mann, ið kongurin hevur hug at vísa heiður?“ Haman hugsaði við sær sjálvum: „Hvønn skuldi kongur havt hug at heiðrað meir enn meg!“
8 so skal verða farið eftir kongligum klædningi, sum kongurin sjálvur hevur verið í, og hesti, sum kongurin sjálvur hevur riðið á, og á hvørs høvd konglig krúna er sett;
9 síðani skulu klædningurin og hesturin gevast einum hinum hægsta høvdinga kongsins í hendur; hann skal so lata mannin, ið kongurin hevur hug at heiðra, fara í klædningin og ríða á hestinum gjøgnum gøturnar í býnum, og rópa fyri honum: „Soleiðis verður gjørt við tann mann, ið kongur hevur hug at heiðra!““
10 Tá segði kongurin við Haman: „Skunda tær, tak klædningin og hestin – soleiðis sum tú hevur sagt – og ger hatta við Mordokai Jøda, sum situr í kongsportrinum! Lat einki verða ógjørt av øllum, ið tú hevur sagt!“
11 Haman tók tá klædningin og hestin, læt Mordokai fara í klædningin og ríða gjøgnum gøturnar í býnum og rópti fyri honum: „Soleiðis verður gjørt við tann mann, ið kongur hevur hug at heiðra!“
c. Haman’s Downfall Begins
6:12-14:1
12 Síðani fór Mordokai aftur í kongsportrið. Men Haman skundaði sær til hús, sorgarbundin og við høvdinum innsveipaðum.
13 Og Haman segði Zeres, konu síni, og øllum vinmonnum sínum alt tað, ið hent hann hevði. Tá søgdu vísmenn hansara og Zeres, kona hansara, við hann: „Er hann av jødiskari ætt, hasin Mordokai, sum tú ert byrjaður at falla fyri, so ert tú einki mentur móti honum, men kemur at falla heilt fyri honum!“
14 Meðan tey enn tosaðu við hann, komu hirðmenn kongsins og fóru skundisliga við Haman í veitsluna, sum Ester hevði gjørt til.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul