Ester kap. 4
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Mordecai Appeals to Esther
4:1-17:1
a.
The Jews Lament Over the Royal Edict
4:1-3:1
1
Táið Mordokai fekk at vita alt tað, ið hent hevði, skræddi hann klæði síni, læt seg í sekk og øsku og fór út í býin og rópti hart og sáran.
2
Hann kom líka at kongsportrinum og steðgaði framman fyri tað; tí eingin, sum var í syrgibúna, hevði loyvi at fara inn í kongsportrið.
3
Og í øllum landspørtunum, hagar orð og boð kongsins kom, varð stór sorg millum Jødarnar, føsta, grátur og venan, ja, mong reiddu upp undir sær við sekki og øsku.
b.
Mordecai Persuades Esther to Appeal to the King
4:4-17:1
4
Hinar ungu gentur Esterar og hirðmenn hennara komu nú og søgdu henni hetta. Tá fall ógvulig angist á drotningina, og hon sendi Mordokai klæði, sum hann kundi fara í, í staðin fyri syrgibúnan, sum hann gekk í; men hann vildi ikki hava tey.
5
Ester sendi tá boð eftir Hatak, einum hirðmanni kongsins, sum hann hevði sett at tæna henni, og segði við hann at fara til Mordokai og fáa at vita, hvat ið bagdi, og hví hann bar seg so at.
6
Hatak fór so til Mordokai; hann var á býtorginum framman fyri kongsportrið.
7
Mordokai segði honum alt tað, ið hent hann hevði, og nevndi fyri honum, júst hvussu nógv silvur Haman hevði lovað at viga út til skattkømur kongsins fyri at fáa Jødarnar týndar.
8
Hann læt hann eisini fáa avskrift av tí skrivaða boðnum um at gera enda á teimum, sum givið var í Susan; hana skuldi hann vísa Ester og siga henni alt og áleggja henni at fara inn fyri kongin og biðja og bøna hann um at vísa fólki hennara náði.
9
Hatak kom nú og læt Ester vita tað, ið Mordokai hevði sagt.
10
Tá segði Ester við Hatak, at hann skuldi fara til Mordokai og siga:
11
„Allir tænarar kongs og fólkið í landspørtum kongs vita, at fer onkur, maður ella kvinna, inn í hin innara garðin til kong – og boð ikki hava verðið send eftir honum – so geldur fyri øll slík sama lóg: At tey skulu lata lív – uttan so er, at kongur rættir út gullstav sín móti teimum; tá sleppa tey at liva. Men nú í tríati dagar hava ikki boð verið eftir mær at koma inn til kong.“
12
Táið Mordokai fekk at hoyra tað, ið Ester hevði sagt,
13
segði hann, at hetta svar skuldi verða borið Ester: „Ikki skalt tú hugsa, at tú einsamøll av øllum Jødum skalt sleppa, fyri tað at tú ert í kongshøllini!
14
Nei, tigur tú nú, so fáa Jødarnir kortini hjálp og bjarging aðrastaðni frá, men tú og ætt tín, tit skulu farast! Og hvør veit, um tað ikki júst var fyri slíka tíð sum hesa, tú komst at sita sum drotning?“
15
Tá sendi Ester Mordokai hetta svar:
16
„Far og kalla saman allar Jødar, sum eru í Susan, og haldið føstu fyri mína skuld! Í trý samdøgur – nátt og dag – mugu tit hvørki leska vátt ella turt! Eg og hinar ungu gentur mínar skulu eisini halda føstu á sama hátt. Og so skal eg fara inn fyri kong, tóat tað er móti lógini; skal eg so farast, so lat meg farast!“
17
Mordokai fór tá og gjørdi alt tað, ið Ester hevði álagt honum.