Seinna Sámuelsbók kap. 9

Uppsetan
vi. David and Mephibosheth
9:1-13:1
1 Dávid segði: „Man nú nakar vera eftir av húsi Sauls, so eg fái víst honum miskunn fyri Jónatans skuld?“
2 Nú hevði hús Sauls ein tænara, ið æt Ziba; hann fekk boð at koma til Dávid, og kongurin segði við hann: „Ert tú Ziba?“ Hann svaraði: „Ja, tað er tænari tín!“
3 Kongurin spurdi: „Er ikki onkur eftir av húsi Sauls, so eg kundi víst honum miskunn Guds?“ Ziba svaraði: „Ein sonur Jónatan livir enn; hann er lamin í báðum fótum.“
4 Tá spurdi kongurin: „Hvar er hann?“ Ziba svaraði: „Hann er í húsi Makirs, sonar Ammiels, í Lo-Debar.“
6 Táið so Mefiboset, sonur Jónatan, son Saul, kom inn til Dávid, kastaði hann seg niður á andlit sítt og boygdi seg. Dávid segði: „Mefiboset!“ Hann svaraði: „Ja, her er tænari tín!“
7 Dávid segði við hann: „Óttast ikki! Eg skal vísa tær miskunn fyri Jónatans, faðirs tíns, skuld og lata teg fáa aftur alla jørðina, ið faðir tín, Saul, átti; og tú skalt altíð eta við borð mítt.“
8 Tá kastaði hann seg niður og segði: „Hvat er tænari tín, at tú vendir tær til ein deyðan hund sum meg!“
9 Kongurin sendi so boð eftir Ziba, tænara Sauls, og segði við hann: „Alt tað, ið Saul og alt hús hansara hevur átt, havi eg givið syni harra tíns.
10 Tú skalt dýrka jørðina fyri hann, tú og synir og tænarar tínir, og heysta inn fyri hann, so at sonur harra tíns kann hava breyð at eta; men sjálvur skal Mefiboset, sonur harra tíns, altíð eta við borð mítt.“ – Ziba hevði fimtan synir og tjúgu tænarar.
11 Tá segði Ziba við kongin: „Tænari tín skal í einum og øllum gera, sum harri mín kongurin gevur tænara sínum boð um.“ „Men Mefiboset skal eta við borð mítt sum ein av sonum kongsins,“ [segði kongurin].
12 Mefiboset átti lítlan son, ið æt Mika. Og øll í húsi Ziba vóru tænarar Mefibosets.
13 Sjálvur búði Mefiboset í Jerusalem; tí hann át altíð við borð kongsins. Og hann var lamin í báðum fótum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul