Seinna Sámuelsbók kap. 4

Uppsetan
ii. The Murder of Ish-bosheth
4:1-12:1
1 Táið sonur Saul frætti, at Abner var deyður í Hebron, misti hann heilt mótið, og alt Ísrael varð sligið av ræðslu.
2 Nú hevði sonur Saul tveir menn hjá sær, sum vóru høvuðsmenn fyri ránsflokkum; annar æt Ba’ana, og hin Rekab; teir vóru synir Rimmon Benjaminit úr Be’erot – tí eisini Be’erot varð roknað upp í Benjamin;
3 tó vóru Be’erotitar flýddir til Gittajim, har teir búgva sum fremmandir enn í dag.
4 – Jónatan, sonur Saul, átti son, sum var lamin í báðum fótum; hann var fimm ár, táið boðini um Saul og Jónatan komu úr Jizre’el; og kvinnan, ið ansaði eftir honum, tók hann og flýddi; men í tí hon skundaði sær avstað, datt hann og varð lamin; hann æt Mefiboset.* –
5 Synir Rimmon Be’erotit, Rekab og Ba’ana, fóru nú avstað og komu til hús Isbosets, táið dagurin var heitastur – hann fekk sær júst middagshvíld.
6 Hon, ið helt vakt við dyrnar, fekst við at reinsa hveiti, og var sovnað; soleiðis sluppu Rekab og bróðir hansara Ba’ana inn.
7 Teir trongdu seg inn í húsið, har Isboset lá í song síni í sovikamari sínum; og teir stungu hann í hel og høgdu høvdið av honum; síðani tóku teir høvd hansara og gingu alla náttina yvir slættlendið.
8 Teir komu við høvdi Isbosets til Dávid í Hebron og søgdu við kongin: „Hygg, her er høvd Isbosets, sonar Sauls, sum var fíggindi tín og lá tær eftir lívinum! Soleiðis hevur HARRIN í dag givið harra mínum konginum hevnd yvir Saul og avkom hansara!“
9 Men Dávid svaraði Rekab og bróður hansara Ba’ana, sonum Rimmon Be’erotit, soleiðis: „So satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur frelst meg úr allari neyð:
10 Hann, ið kom til mín við tíðindum um, at Saul var deyður, og sum sjálvur helt seg koma við gleðiboðum, hann læt eg leggja hond á og drepa í Ziklag – hann, sum eg skuldi geva løn fyri góð tíðindi! –
11 Hvussu mikið meiri skuldi eg tá ikki nú, nú ið gudleysir menn hava myrt rættvísan mann á legu hansara í hansara egna húsi, kravt blóð hansara av hondum tykkara og strikað tykkum út av jørðini!“
12 So gav Dávid monnum sínum boð, og teir drópu teir, høgdu hendur og føtur av teimum og hongdu teir upp við tjørnina í Hebron; men høvdið av Isboset tóku teir og jarðaðu tað í grøv Abners í Hebron.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul