Seinna Sámuelsbók kap. 5

Uppsetan
iii. David Anointed of All Israel
5:1
1 Nú komu allar ættir Ísraels til Hebron til Dávid og søgdu: „Vit eru jú hold títt og bein!
2 Longu langt síðani, meðan Saul var kongur yvir okkum, vart tú tann, ið leiddi Ísrael út og inn, og HARRIN hevur sagt við teg: „Tú skalt vera hirði fólks Míns, Ísraels, og tú skalt vera høvdingi yvir Ísrael.““
3 Allir hinir elstu í Ísrael komu til Hebron til kongin, og Dávid kongur gjørdi sáttmála við teir í Hebron fyri ásjón HARRANS. Teir salvaðu so Dávid til kong yvir Ísrael.
5 Í Hebron var hann kongur yvir Juda 7 ár og 6 mánaðir, og í Jerusalem var hann í 33 ár kongur yvir øllum Ísrael og Juda.
c. David’s Victories as King
5:6-10:19
i. David Conquers Jerusalem
5:6-12:1
6 So fóru kongurin og menn hansara til Jerusalem móti Jebusitum, sum búðu har í landinum. Men teir søgdu við Dávid: „Higar kemur tú aldri inn! Blindir og lamnir skulu reka teg burt við hesum orðum: „Her kemur Dávid aldri inn!““
8 Tann dagin segði Dávid: „Tann, ið vinnur sigur á Jebusitum, treingir seg fram at vatnveitingini og vinnur „hinar blindu og lamnu,“ ið hata Dávid, (hann skal vera formaður og herhøvdingi).“ Tí verður tikið so til: „Blindur og lamin skulu ikki sleppa inn í húsið.“
9 Síðani tók Dávid bústað í borgini og rópti hana Dávidsstað. Har reisti Dávid bygningar rundanum, frá Millo og longur inn.
11 Hiram kongur í Týrus sendi menn til Dávid við sedrisviði, og hann sendi træsmiðir og steinhøggarar, sum bygdu Dávidi hús.
12 Dávid dugdi nú at síggja, at HARRIN hevði grundfest kongadømi hansara yvir Ísrael, og at Hann fyri Ísraels, fólks Síns, skuld hevði lyft ríki hansara høgt.
ii. David’s Sons in Jerusalem
5:13-16:1
13 Dávid tók sær enn fleiri hjákonur og konur í Jerusalem, eftir at hann var komin úr Hebron, og hann fekk enn fleiri synir og døtur.
14 Hetta eru nøvn sonanna, ið hann fekk í Jerusalem: Sammua, Sobab, Natan, Sálomo,
iii. David’s victories over the Philistines
5:17-25:1
17 Táið Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstað at fáa fatur á Dávidi. Táið Dávid frætti hetta, fór hann oman í borgina.
19 Tá spurdi Dávid HARRAN: „Skal eg fara ímóti Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur mínar?“ HARRIN svaraði: „Halt avstað! Eg skal geva Filistarar í hendur tínar.“
20 Dávid kom nú til Ba’al-Perazim, og har vann hann sigur á teimum. Tá segði hann: „HARRIN hevur brotið ígjøgnum fíggindar mínar fyri mær, eins og vatn brýtur ígjøgnum!“ – Tí varð hetta stað rópt Ba’al-Perazim.
21 Har lótu teir avgudar sínar eftir, og Dávid og menn hansara tóku teir við sær.
23 Táið Dávid tá spurdi HARRAN, svaraði Hann: „Tú skalt ikki fara ímóti teimum; gakk í bug og kom á teir aftanífrá, og leyp so á teir beint yvir av bakatrøunum!
24 Táið tú tá hoyrir, at gingið verður á toppum bakatræanna, skalt tú skunda tær; tí tá er HARRIN farin út fyri tær at vinna Filistaraherin.“
25 Dávid gjørdi, sum HARRIN hevði sagt við hann; og hann vann sigur á Filistarum og elti teir úr Geba líka yvir ímóti Gezer.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul