ummynding / broyting
614 versir um "ummynding / broyting"
Versir
Síða 7 av 13Jóhannes 8:45 Jóhannes
Men Mær trúgva tit ikki, tí Eg sigi tykkum sannleikan.
Jóhannes 8:46 Jóhannes
Hvør tykkara kann vísa á nakra synd hjá Mær! Og sigi Eg sannleika, hví trúgva tit Mær tá ikki?
Jóhannes 8:47 Jóhannes
Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.“
Jóhannes 8:48 Jóhannes
Jødarnir svaraðu Honum: „Siga vit ikki av røttum, at Tú ert Samverji og settur av illum anda!“
Jóhannes 8:49 Jóhannes
Jesus svaraði: „Eg eri ikki settur av illum anda, nei, Eg æri Faðir Mín, og tit vanæra Meg.
Jóhannes 8:50 Jóhannes
Men Eg søki ikki æru Mína; tann er, sum søkir hana – og dømir.
Jóhannes 8:51 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki síggja deyðan.“
Jóhannes 8:52 Jóhannes
Jødarnir søgdu við Hann: „Nú síggja vit, at Tú ert settur av illum anda! Ábraham doyði, og profetarnir doyðu – og Tú sigur: „Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki smakka deyðan!“
Jóhannes 8:53 Jóhannes
Ert Tú tá størri enn faðir okkara Ábraham, sum jú doyði! Og profetarnir doyðu – hvønn gert Tú Teg sjálvan til?“
Jóhannes 8:54 Jóhannes
Jesus svaraði: „Æri Eg Meg sjálvan, er æra Mín einki; tað er Faðir Mín, ið ærir Meg, Hann, sum tit siga, er Gud tykkara.
Jóhannes 8:55 Jóhannes
Og tit kenna Hann ikki, men Eg kenni Hann. Og sigi Eg, at Eg kenni Hann ikki, so verði Eg lygnari eins og tit. Men Eg kenni Hann og haldi orð Hansara.
Jóhannes 8:56 Jóhannes
Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja dag Mín, og hann sá hann og varð glaður.“
Jóhannes 8:57 Jóhannes
Tá søgdu Jødarnir við Hann: „Tú ert ikki 50 ár enn, og Tú hevur sæð Ábraham!“
Jóhannes 8:58 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“
Jóhannes 8:59 Jóhannes
Tá tóku teir upp steinar at kasta á Hann. Men Jesus fjaldi Seg og fór út úr templinum.
Jóhannes 9:1 Jóhannes
Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur.
Jóhannes 9:2 Jóhannes
Lærisveinar Hansara spurdu Hann tá: „Rabbi, hvør hevur syndað, hesin ella foreldur hansara, síðani hann skuldi verða føddur blindur?“
Jóhannes 9:3 Jóhannes
Jesus svaraði: „Hvørki hann ella foreldur hansara hava syndað; nei, hetta varð so, fyri at verk Guds skulu verða opinberað á honum.
Jóhannes 9:4 Jóhannes
Eg má gera verk Hansara, sum hevur sent Meg, so leingi sum dagur er; náttin kemur – táið eingin kann arbeiða.
Jóhannes 9:5 Jóhannes
So leingi sum Eg eri í heiminum, eri Eg ljós heimsins.“
Jóhannes 9:6 Jóhannes
Táið Hann hetta hevði sagt, spýtti Hann á jørðina, gjørdi deiggj av spýttinum og smurdi deiggið á eygu hansara.
Jóhannes 9:7 Jóhannes
Og Hann segði við hann: „Far avstað og vaska tær í Siloamshyli!“ (Siloam er útlagt: Sendur). Hann fór tá avstað og vaskaði sær og kom aftur síggjandi.
Jóhannes 9:8 Jóhannes
Tá søgdu grannarnir og tey, sum áður høvdu verið von at síggja hann sum biddara: „Er hetta ikki hann, ið sat og biddaði?“
Jóhannes 9:9 Jóhannes
Summi søgdu: „Tað er hann!“ Men onnur søgdu: „Nei, hann líkist honum!“ Sjálvur segði hann: „Tað eri eg!“
Jóhannes 9:10 Jóhannes
Tá søgdu tey við hann: „Hvussu vórðu eygu tíni latin upp?“
Jóhannes 9:11 Jóhannes
Hann svaraði: „Maðurin, sum kallast Jesus, gjørdi deiggj og smurdi tað á eygu míni og segði við meg: „Far til Siloam og vaska tær!“ Táið eg so fór avstað og vaskaði mær, fekk eg sjónina.“
Jóhannes 9:12 Jóhannes
Tey søgdu við hann: „Hvar er Hann?“ Hann svaraði: „Tað veit eg ikki.“
Jóhannes 9:13 Jóhannes
Tá fóru tey til Fariseararnar við honum, sum blindur hevði verið.
Jóhannes 9:14 Jóhannes
Men tað var sabbatur, tann dagin Jesus gjørdi deiggið og læt upp eygu hansara.
Jóhannes 9:15 Jóhannes
Fariseararnir spurdu hann nú á sama hátt, hvussu hann hevði fingið sjónina. Hann svaraði teimum: „Hann legði deiggj á eygu míni, og eg vaskaði mær, og nú síggi eg.“
Jóhannes 9:16 Jóhannes
Tá søgdu nakrir av Farisearunum: „Hesin maður er ikki frá Gudi, síðani Hann heldur ikki sabbatin!“ Aðrir søgdu: „Hvussu kann maður, sum syndari er, gera slík tekin!“ Teir komu tá ikki ásamt.
Jóhannes 9:17 Jóhannes
So søgdu teir uppaftur við hin blinda: „Hvat sigur tú um Hann, við tað at Hann hevur latið upp eygu tíni?“ Hann svaraði: „Hann er profetur!“
Jóhannes 9:18 Jóhannes
Nú trúðu Jødarnir ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrrenn teir fingu sent boð eftir foreldrum hansara, sum sjónina hevði fingið.
Jóhannes 9:19 Jóhannes
Teir spurdu so tey: „Er hetta sonur tykkara, sum tit siga, er føddur blindur? Hvussu ber tað tá til, at hann sær nú?“
Jóhannes 9:20 Jóhannes
Foreldur hansara svaraðu teimum: „Vit vita, at hetta er sonur okkara, og at hann er føddur blindur.
Jóhannes 9:21 Jóhannes
Men hvussu tað hevur gingið til, at hann sær nú, vita vit ikki, ei heldur, hvør ið hevur latið upp eygu hansara. Spyrjið hann – hann er nóg gamal, hann má sjálvur svara fyri seg!“
Jóhannes 9:22 Jóhannes
– Hetta søgdu foreldur hansara, tí tey óttaðust Jødarnar; tí Jødarnir vóru longu komnir ásamt um, at ein og hvør, ið játtaði Hann sum Kristus, skuldi verða koyrdur úr sýnagoguni.
Jóhannes 9:23 Jóhannes
Tí søgdu foreldur hansara: „Hann er nóg gamal, spyrjið hann sjálvan!“
Jóhannes 9:24 Jóhannes
Teir sendu nú aðru ferð boð eftir manninum, ið blindur hevði verið, og søgdu við hann: „Gev Gudi dýrdina! Vit vita, at hesin maður er syndari!“
Jóhannes 9:25 Jóhannes
Hann svaraði: „Um Hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, síggi nú!“
Jóhannes 9:26 Jóhannes
Teir søgdu nú aftur við hann: „Hvat gjørdi Hann við teg? Hvussu læt Hann upp eygu tíni?“
Jóhannes 9:27 Jóhannes
Hann svaraði teimum: „Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir! Hví vilja tit hoyra tað uppaftur? Ætla tit við at verða lærisveinar Hansara?“
Jóhannes 9:28 Jóhannes
Tá skeldaðu teir hann og søgdu: „Tú ert lærisveinur Hansara! Vit eru lærisveinar Mósesar.
Jóhannes 9:29 Jóhannes
Við Móses hevur Gud talað, tað vita vit, men hesin – hvaðani Hann er, vita vit ikki.“
Jóhannes 9:30 Jóhannes
Maðurin svaraði teimum: „Tað er tó løgið, at tit ikki vita, hvaðani Hann er – og Hann hevur latið upp eygu míni!
Jóhannes 9:31 Jóhannes
Vit vita, at Gud hoyrir ikki syndarar; men óttast onkur Hann og ger vilja Hansara – hann hoyrir Hann.
Jóhannes 9:32 Jóhannes
Tað er óhoyrt, so leingi heimurin hevur staðið, at nakar hevur latið upp eygu eins, ið var føddur blindur.
Jóhannes 9:33 Jóhannes
Var hesin ikki frá Gudi, kundi Hann einki gjørt.“
Jóhannes 9:34 Jóhannes
Teir svaraðu honum: „Tú, sum ert føddur í synd, allur sum tú ert, tú ætlar at læra okkum!“ Og teir róku hann út.
Jóhannes 9:35 Jóhannes
Jesus fekk at frætta, at teir høvdu rikið hann út, og táið Hann hitti hann, segði Hann við hann: „Trýrt tú á Son Guds?“