Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

ummynding / broyting

614 versir um "ummynding / broyting"

Versir

Síða 5 av 13
Jóhannes 6:69 Jóhannes

og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.“

2
Jóhannes 6:70 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!“

2
Jóhannes 6:71 Jóhannes

Hetta segði Hann um Judas, son Símun Iskariot; tí tað var hann, ið skuldi svíkja Hann, tóat hann var ein av hinum tólv.

2
Jóhannes 7:1 Jóhannes

Eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galilea; tí Hann vildi ikki ferðast í Judea, við tað at Jødarnir lógu Honum eftir lívinum.

2
Jóhannes 7:2 Jóhannes

Og høgtíð Jødanna – leyvsalahøgtíðin – var nær.

2
Jóhannes 7:3 Jóhannes

Tá søgdu brøður Hansara við Hann: „Far burtur hiðani og far til Judea, so eisini lærisveinar Tínir kunnu fáa at síggja verk Tíni, sum Tú gert!

2
Jóhannes 7:4 Jóhannes

Tí eingin ger nakað í loyndum, táið hann sjálvur liggur eftir at vera kendur millum fólk; gert Tú hetta, so vís Teg fyri heiminum!“

2
Jóhannes 7:5 Jóhannes

– Tí heldur ikki brøður Hansara trúðu á Hann.

2
Jóhannes 7:6 Jóhannes

Jesus segði við teir: „Tíð Mín er ikki komin enn, men tíð tykkara er altíð í hondum.

2
Jóhannes 7:7 Jóhannes

Heimurin kann ikki hata tykkum; men Meg hatar hann, tí Eg vitni um hann, at verk hansara eru ónd.

2
Jóhannes 7:8 Jóhannes

Farið tit niðan til høgtíðina! Eg fari ikki enn niðan til hesa høgtíð; tíð Mín er ikki fullkomin enn.“

2
Jóhannes 7:9 Jóhannes

Táið Hann hevði sagt hetta við teir, varð Hann verandi í Galilea.

2
Jóhannes 7:10 Jóhannes

Men táið brøður Hansara vóru farnir niðan til høgtíðina, fór eisini Hann niðan, tó ikki opinlýst, men sum í loyndum.

2
Jóhannes 7:11 Jóhannes

Jødarnir leitaðu tá eftir Honum á høgtíðini og søgdu: „Hvar er Hann?“

2
Jóhannes 7:12 Jóhannes

Og í loyndum gekk nógv tos um Hann millum fólkið; summi søgdu: „Hann er góður maður!“ Men summi søgdu: „Nei, Hann villleiðir fólkið!“

2
Jóhannes 7:13 Jóhannes

Tó talaði eingin opinlýst um Hann, av ótta fyri Jødunum.

2
Jóhannes 7:14 Jóhannes

Men táið longu hálv høgtíðin var liðin, fór Jesus niðan í templið og lærdi.

2
Jóhannes 7:15 Jóhannes

Tá undraðust Jødarnir og søgdu: „Hvaðani hevur hesin lærdóm Sín, táið Hann ikki hevur lært?“

2
Jóhannes 7:16 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg.

2
Jóhannes 7:17 Jóhannes

Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi, ella Eg tali av Mær sjálvum.

2
Jóhannes 7:18 Jóhannes

Tann, ið talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, ið søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum.

2
Jóhannes 7:19 Jóhannes

Hevur ikki Móses givið tykkum lógina! – Og eingin av tykkum heldur lógina! Hví liggja tit Mær eftir lívinum?“

2
Jóhannes 7:20 Jóhannes

Fólkið svaraði: „Tú ert settur av illum anda! Hvør liggur Tær eftir lívinum!“

2
Jóhannes 7:21 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Eitt verk gjørdi Eg, og tit undrast øll á tað.

2
Jóhannes 7:22 Jóhannes

Móses hevur givið tykkum umskeringina – ikki so, at hon er frá Mósesi, men frá fedrunum – og tit umskera mann sabbat.

2
Jóhannes 7:23 Jóhannes

Verður nú maður umskorin sabbat, fyri at Móselóg skal ikki verða brotin, eru tit tá ill inn á Meg, tí Eg gjørdi eitt heilt menniskja frískt sabbat?

2
Jóhannes 7:24 Jóhannes

Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!“

2
Jóhannes 7:25 Jóhannes

Nakrir Jerusalemsmenn søgdu nú: „Er tað ikki hasum, teir liggja eftir lívinum?

2
Jóhannes 7:26 Jóhannes

Og nú talar Hann frítt, og teir siga ikki orð við Hann! Munnu ráðharrarnir veruliga hava ásannað, at Hann er Kristus?

2
Jóhannes 7:27 Jóhannes

Tó, um henda vita vit, hvaðani Hann er; men táið Kristus kemur, veit eingin, hvaðani Hann er.“

2
Jóhannes 7:28 Jóhannes

Tá rópti Jesus, meðan Hann lærdi í templinum: „Tit bæði kenna Meg og vita, hvaðani Eg eri! Og av Mær sjálvum eri Eg ikki komin; men Hann er sannur, sum sendi Meg, Hann, sum tit ikki kenna.

2
Jóhannes 7:29 Jóhannes

Eg kenni Hann, tí Eg eri frá Honum, og Hann hevur sent Meg.“

2
Jóhannes 7:30 Jóhannes

Tá royndu teir at taka Hann; men tó legði eingin hond á Hann – tí tími Hansara var ikki komin enn.

2
Jóhannes 7:31 Jóhannes

Men mong av fólkinum trúðu á Hann; og tey søgdu: „Táið Kristus kemur, man Hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt!“

2
Jóhannes 7:32 Jóhannes

Fariseararnir hoyrdu, at fólkið í loyndum tosaði hetta um Hann, og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu tænarar avstað at taka Hann.

2
Jóhannes 7:33 Jóhannes

Jesus segði tá: „Stutta tíð enn eri Eg hjá tykkum; so fari Eg avstað til Hansara, sum sendi Meg.

2
Jóhannes 7:34 Jóhannes

Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma.“

2
Jóhannes 7:35 Jóhannes

Tá søgdu Jødarnir hvør við annan: „Hvar ætlar Hann at fara, táið vit ikki skulu kunna finna Hann? Man Hann ætla at fara til teirra, ið spjadd eru millum Grikkar, og læra Grikkar?

2
Jóhannes 7:36 Jóhannes

Hvat er hetta, Hann sigur: „Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma“?“

2
Jóhannes 7:37 Jóhannes

Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki!

2
Jóhannes 7:38 Jóhannes

Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“

2
Jóhannes 7:39 Jóhannes

Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur.

2
Jóhannes 7:40 Jóhannes

Nøkur av fólkinum søgdu nú, táið tey hoyrdu hesi orð: „Vissuliga er hesin profeturin!“

2
Jóhannes 7:41 Jóhannes

Onnur søgdu: „Hann er Kristus!“ Uppaftur onnur søgdu: „Kristus kemur tá ikki úr Galilea?

2
Jóhannes 7:42 Jóhannes

Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus kemur av ætt Dávids og úr Betlehem – býnum, sum Dávid var í?“

2
Jóhannes 7:43 Jóhannes

So varð nú ósemja millum fólkið um Hann.

2
Jóhannes 7:44 Jóhannes

Og nakrir av teimum ætlaðu at taka Hann; men tó legði eingin hond á Hann.

2
Jóhannes 7:45 Jóhannes

Tænararnir komu nú til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: „Hví eru tit ikki komnir higar við Honum?“

2
Jóhannes 7:46 Jóhannes

Tænararnir svaraðu: „Aldri hevur nakað menniskja talað soleiðis sum hesin maður!“

2
Jóhannes 7:47 Jóhannes

Tá svaraðu Fariseararnir teimum: „Eru eisini tit villleiddir!

2