trygd í starvi
119 versir um "trygd í starvi"
Versir
Síða 3 av 3Jóhannes 6:53 Jóhannes
Jesus segði tí við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara, hava tit ikki lív í tykkum.
Jóhannes 6:54 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, hevur ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
Jóhannes 6:55 Jóhannes
Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka.
Jóhannes 6:56 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, verður í Mær, og Eg verði í honum.
Jóhannes 6:57 Jóhannes
Eins og hin livandi Faðirin sendi Meg, og Eg livi við Faðirinum, so skal eisini tann, ið etur Meg, liva við Mær.
Jóhannes 6:58 Jóhannes
Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir.“
Jóhannes 6:59 Jóhannes
Hetta segði Hann, meðan Hann lærdi í eini sýnagogu í Kapernaum.
Jóhannes 6:60 Jóhannes
Nógvir av lærisveinum Hansara søgdu nú, táið teir hoyrdu tað: „Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!“
Jóhannes 6:61 Jóhannes
Men Jesus visti við Sær sjálvum, at lærisveinar Hansara knarraðu um hetta; og Hann segði við teir: „Er hetta tykkum ástoyt?
Jóhannes 6:62 Jóhannes
Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður!
Jóhannes 6:63 Jóhannes
Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
Jóhannes 6:64 Jóhannes
Men nakrir eru av tykkum, sum ikki trúgva.“ – Tí Jesus visti alla tíðina, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør hann var, sum skuldi svíkja Hann.
Jóhannes 6:65 Jóhannes
Og Hann segði: „Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.“
Jóhannes 6:66 Jóhannes
Frá hesi tíð fóru nógvir av lærisveinum Hansara at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum.
Jóhannes 6:67 Jóhannes
Jesus segði tá við hinar tólv: „Ætla eisini tit at rýma?“
Jóhannes 6:68 Jóhannes
Símun Pætur svaraði Honum: „Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs,
Jóhannes 6:69 Jóhannes
og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.“
Jóhannes 6:70 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!“
Jóhannes 6:71 Jóhannes
Hetta segði Hann um Judas, son Símun Iskariot; tí tað var hann, ið skuldi svíkja Hann, tóat hann var ein av hinum tólv.