trygd í starvi

119 versir um "trygd í starvi"

Versir

Síða 2 av 3
Jóhannes 6:2 Jóhannes

Nógv fólk fylgdi Honum, tí tey sóu tekinini, ið Hann gjørdi á hinum sjúku.

2
Jóhannes 6:3 Jóhannes

Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har við lærisveinum Sínum.

2
Jóhannes 6:4 Jóhannes

Páskirnar, høgtíð Jødanna, vóru nær.

2
Jóhannes 6:5 Jóhannes

Táið nú Jesus lyfti upp eygu Síni og sá, at nógv fólk kom til Hansara, segði Hann við Filip: „Hvar skulu vit keypa breyð, so hesi kunnu fáa at eta?“

2
Jóhannes 6:6 Jóhannes

Hetta segði Hann fyri at royna hann; tí Hann visti sjálvur, hvat Hann fór at gera.

2
Jóhannes 6:7 Jóhannes

Filip svaraði Honum: „Breyð fyri 200 denarar er ikki nóg mikið til teirra, so hvør kann fáa eitt lítið sindur.“

2
Jóhannes 6:8 Jóhannes

Ein av lærisveinum Hansara, Andrias, bróðir Símun Pætur, segði við Hann:

2
Jóhannes 6:9 Jóhannes

„Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir smáar fiskar; men hvat er tað til so mong!“

2
Jóhannes 6:10 Jóhannes

Jesus segði: „Latið fólkið seta seg niður!“ – Har var nógv gras á staðnum. Menninir settu seg tá niður, okkurt um 5000 í tali.

2
Jóhannes 6:11 Jóhannes

So tók Jesus breyðini, takkaði og býtti út til teirra, ið sótu har, somuleiðis av fiskunum, so mikið sum tey vildu hava.

2
Jóhannes 6:12 Jóhannes

Og táið tey vóru mett, segði Hann við lærisveinar Sínar: „Savnið saman bitarnar, ið av leypa, so einki spillist burtur!“

2
Jóhannes 6:13 Jóhannes

Teir savnaðu tá saman og fyltu tólv kurvar við bitum av hinum fimm byggbreyðunum, avlopið frá teimum, ið etið høvdu.

2
Jóhannes 6:14 Jóhannes

Táið nú fólkið sá tekinið, ið Hann gjørdi, søgdu tey: „Vissuliga er hesin profeturin, ið koma skal í heimin!“

2
Jóhannes 6:15 Jóhannes

Táið nú Jesus skilti, at teir fóru at koma og taka Hann við valdi at gera Hann til kong, fór Hann niðan aftur á fjallið heilt einsamallur.

2
Jóhannes 6:16 Jóhannes

Táið kvøldið var komið, fóru lærisveinar Hansara oman at vatninum.

2
Jóhannes 6:17 Jóhannes

Og teir fóru í bát og hildu yvir um vatnið, til Kapernaum. Myrkt var longu vorðið, og Jesus var enn ikki komin til teirra.

2
Jóhannes 6:18 Jóhannes

Óslætt varð á vatninum; tí vindurin var nógvur.

2
Jóhannes 6:19 Jóhannes

Táið teir nú høvdu róð okkurt um 25 ella 30 stadiur, sóu teir Jesus ganga á vatninum og nærkast bátinum; og teir ræddust.

2
Jóhannes 6:20 Jóhannes

Men Hann segði við teir: „Tað eri Eg; óttist ikki!“

2
Jóhannes 6:21 Jóhannes

Teir vildu tá taka Hann inn í bátin, og alt fyri eitt kom báturin til lands, har sum teir stevndu ímóti.

2
Jóhannes 6:22 Jóhannes

Dagin eftir hendi hetta: Fólkið, ið stóð hinumegin vatnið, hevði sæð, at har var ikki meir enn ein bátur, og at Jesus var ikki farin í tann bátin saman við lærisveinum Sínum, men at lærisveinar Hansara fóru avstað einsamallir.

2
Jóhannes 6:23 Jóhannes

Men aðrir bátar komu úr Tiberias nær til staðið, har tey høvdu fingið at eta, eftir at Harrin hevði takkað.

2
Jóhannes 6:24 Jóhannes

Táið fólkið tí nú sá, at Jesus var ikki har, og lærisveinar Hansara heldur ikki, fóru tey eisini sjálv í bátarnar og komu til Kapernaum at leita eftir Jesusi.

2
Jóhannes 6:25 Jóhannes

Og táið tey hittu Hann hinumegin vatnið, søgdu tey við Hann: „Rabbi, nær ert Tú komin higar?“

2
Jóhannes 6:26 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vórðu mett.

2
Jóhannes 6:27 Jóhannes

Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað.“

2
Jóhannes 6:28 Jóhannes

Tá søgdu teir við Hann: „Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?“

2
Jóhannes 6:29 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.“

2
Jóhannes 6:30 Jóhannes

Teir søgdu við Hann: „Hvat tekin gert Tú tá, so vit kunnu síggja tað og trúgva tær? Hvat arbeiði gert Tú?

2
Jóhannes 6:31 Jóhannes

Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini – sum skrivað er: „Hann gav teimum breyð av Himli at eta.““

2
Jóhannes 6:32 Jóhannes

Tá svaraði Jesus teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Móses hevur ikki givið tykkum breyðið av Himli, men Faðir Mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av Himli.

2
Jóhannes 6:33 Jóhannes

Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív.“

2
Jóhannes 6:34 Jóhannes

Tá søgdu teir við Hann: „Harri, gev okkum altíð tað breyðið!“

2
Jóhannes 6:35 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta.

2
Jóhannes 6:36 Jóhannes

Men Eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð Meg og trúgva tó ikki.

2
Jóhannes 6:37 Jóhannes

Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur.

2
Jóhannes 6:38 Jóhannes

Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.

2
Jóhannes 6:40 Jóhannes

Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.“

2
Jóhannes 6:41 Jóhannes

Tá knarraðu Jødarnir um Hann, tí Hann segði: „Eg eri breyðið, sum er komið niður av Himli“;

2
Jóhannes 6:42 Jóhannes

teir søgdu: „Er hesin ikki Jesus, sonur Jósef! Kenna vit ikki faðir og móður Hansara! Hvussu kann Hann tá siga: „Eg eri komin niður av Himli!““

2
Jóhannes 6:43 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Knarrið ikki tykkara millum!

2
Jóhannes 6:44 Jóhannes

Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.

2
Jóhannes 6:45 Jóhannes

Skrivað stendur hjá profetunum: „Tey skulu øll verða lærd av Gudi.“ Hvør tann, sum hevur lurtað eftir Faðirinum og lært, kemur til Mín.

2
Jóhannes 6:46 Jóhannes

Ikki so, at nakar hevur sæð Faðirin; bert Hann, sum er frá Gudi, hevur sæð Faðirin.

2
Jóhannes 6:47 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr, hevur ævigt lív.

2
Jóhannes 6:48 Jóhannes

Eg eri breyð lívsins.

2
Jóhannes 6:49 Jóhannes

Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini – og doyðu.

2
Jóhannes 6:50 Jóhannes

Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja.

2
Jóhannes 6:51 Jóhannes

Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.“

2
Jóhannes 6:52 Jóhannes

Jødarnir kjakaðust tá hvør við annan og søgdu: „Hvussu kann Hann geva okkum hold Sítt at eta!“

2