trettleiki á trúgv
252 versir um "trettleiki á trúgv"
Versir
Síða 5 av 6Lukas 12:35 Lukas
Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara brennandi!
Lukas 12:36 Lukas
Og verið tit sum fólk, ið bíða eftir harra sínum, nær hann man fara úr brúdleypinum, so tey, við tað sama sum hann kemur og bankar uppá, kunnu lata honum upp!
Lukas 12:37 Lukas
Sælir eru teir tænarar, ið Harrin finnur vaknar, táið Hann kemur! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal binda belti um seg og seta teir til borðs og ganga har og tæna teimum.
Lukas 12:38 Lukas
Og kemur Hann í aðru náttarvøku, ella kemur Hann í triðju náttarvøku, og finnur tað so – sælir eru teir!
Lukas 12:39 Lukas
Men tað skilja tit, at visti húsbóndin, hvønn tíma tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn í hús sítt.
Lukas 12:40 Lukas
Verið eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.“
Lukas 12:41 Lukas
Tá segði Pætur við Hann: „Harri, er tað okkum, Tú talar um í hasum líknilsinum, ella er tað øll?“
Lukas 12:42 Lukas
Harrin svaraði: „Hvør er nú hin trúgvi og skilagóði húshaldarin, ið Harrin fer at seta yvir húsfólk Sítt, at geva teimum hin ásetta kostin í rættari tíð?
Lukas 12:43 Lukas
Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur at bera seg so at.
Lukas 12:44 Lukas
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.
Lukas 12:45 Lukas
Men sigur hesin tænari so í hjarta sínum: „Harri mín drálar at koma!“ – og fer so at sláa dreingirnar og arbeiðskonurnar og eta og drekka og stoyta seg fullan,
Lukas 12:46 Lukas
so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit, og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hinum ótrúgvu.
Lukas 12:47 Lukas
Men tann tænari, ið hevur vitað vilja Harra síns, og hevur ikki gjørt í stand ella sett í verk tað, sum Hann vildi, hann skal fáa nógv sløg.
Lukas 12:48 Lukas
Men tann, ið ikki hevur vitað hann, og hevur gjørt tað, ið er sløg vert, skal fáa færri. Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri.
Lukas 12:49 Lukas
Eld eri Eg komin at kasta á jørðina, og hvør gjarna vildi Eg ikki, at hann longu var farin at loga!
Lukas 12:50 Lukas
Men dóp havi Eg at verða doyptur við, og hvussu fullur av angist eri Eg ikki, inntil hann er fullførdur!
Lukas 12:51 Lukas
Halda tit, at Eg eri komin at geva frið á jørðini? Nei, sigi Eg tykkum – stríð.
Lukas 12:52 Lukas
Tí hereftir skulu fimm liggja í stríði í sama húsi, trý við tvey, og tvey við trý.
Lukas 12:53 Lukas
Tey skulu liggja í stríði, faðir við son, og sonur við faðir, móðir við dóttur, og dóttir við móður, vermóðir við sonarkonu, og sonarkona við vermóður.“
Lukas 12:54 Lukas
Hann segði eisini við fólkið: „Táið tit síggja skýggj koma upp í vestri, siga tit við tað sama: „Nú kemur regn!“ – Og so verður.
Lukas 12:55 Lukas
Og táið tit síggja, at sunnanvindur er, siga tit: „Nú verður hiti!“ – Og tað verður.
Lukas 12:56 Lukas
Hyklarar tykkara! Tit duga á at skyna, hvussu jørð og himmal síggja út, men hví duga tit tá ikki á at skyna tíðini, ið nú er?
Lukas 12:57 Lukas
Hví døma tit ikki eisini frá tykkum sjálvum, hvat rætt er?
Lukas 12:58 Lukas
Tí meðan tú fert til yvirvøldina við mótparti tínum, ger tær tá ómak at verða samdur við hann á vegnum, fyri at hann skal ikki fara fyri dómaran við tær, og dómarin lata teg fangavaktaranum í hendur, og fangavaktarin koyra teg í fangahús!
Lukas 12:59 Lukas
Eg sigi tær: Tú skalt als ikki sleppa út haðani, fyrrenn tú hevur goldið síðsta oyrað.“
Jóhannes 17:1 Jóhannes
Hetta talaði Jesus; og Hann lyfti upp eygu Síni móti himli og segði: „Faðir! Tímin er komin – ger Son Tín dýrmætan, fyri at Sonur Tín kann gera Teg dýrmætan,
Jóhannes 17:2 Jóhannes
eins og Tú hevur givið Honum vald yvir øllum holdi, so Hann skal geva øllum teimum ævigt lív, sum Tú hevur givið Honum!
Jóhannes 17:3 Jóhannes
Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.
Jóhannes 17:4 Jóhannes
Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.
Jóhannes 17:5 Jóhannes
Og, Faðir, ger Tú nú Meg dýrmætan hjá Tær við dýrdini, ið Eg hevði hjá Tær, áðrenn heimurin var til!
Jóhannes 17:6 Jóhannes
Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey, og tey hava hildið orð Títt.
Jóhannes 17:7 Jóhannes
Nú vita tey, at alt, ið Tú hevur givið Mær, er frá Tær.
Jóhannes 17:8 Jóhannes
Tí orðini, ið Tú gavst Mær, havi Eg givið teimum, og tey hava tikið við teimum og kent av sonnum, at Eg eri gingin út frá Tær; tey hava trúð, at Tú hevur sent Meg.
Jóhannes 17:9 Jóhannes
Eg biði fyri teimum; Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær; tí tey eru Tíni.
Jóhannes 17:10 Jóhannes
Alt Mítt er Títt, og Títt er Mítt, og Eg eri vorðin dýrmætur í teimum.
Jóhannes 17:11 Jóhannes
Eg eri ikki longur í heiminum, men hesi eru í heiminum – og Eg komi til Tín. Heilagi Faðir! Varðveit tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær, so tey kunnu vera eitt, eins og Vit!
Jóhannes 17:12 Jóhannes
Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær; Eg vardi tey, og eingin av teimum fortaptist – uttan fortapingarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út.
Jóhannes 17:13 Jóhannes
Men nú komi Eg til Tín, og hetta tali Eg í heiminum, fyri at tey skulu hava gleði Mína fullkomna í sær.
Jóhannes 17:14 Jóhannes
Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.
Jóhannes 17:15 Jóhannes
Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum.
Jóhannes 17:16 Jóhannes
Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.
Jóhannes 17:17 Jóhannes
Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.
Jóhannes 17:18 Jóhannes
Sum Tú hevur sent Meg í heimin, havi eisini Eg sent tey í heimin.
Jóhannes 17:19 Jóhannes
Eg halgi Meg sjálvan fyri tey, fyri at eisini tey skulu vera halgað í sannleikanum.
Jóhannes 17:20 Jóhannes
Eg biði ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg –
Jóhannes 17:21 Jóhannes
at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær – at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg.
Jóhannes 17:22 Jóhannes
Dýrdina, ið Tú hevur givið Mær, havi Eg givið teimum, fyri at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt –
Jóhannes 17:23 Jóhannes
Eg í teimum, og Tú í Mær – fyri at tey skulu verða fullkomin til eitt, so heimurin skal sanna, at Tú hevur sent Meg og hevur elskað tey, sum Tú hevur elskað Meg.
Jóhannes 17:24 Jóhannes
Faðir, Eg vil, at har sum Eg eri, skulu eisini tey, sum Tú hevur givið Mær, vera hjá Mær, fyri at tey skulu síggja dýrd Mína, sum Tú hevur givið Mær; tí Tú hevur elskað Meg, áðrenn heimurin varð grundaður.
Jóhannes 17:25 Jóhannes
Rættvísi Faðir! Heimurin hevur ikki kent Teg; men Eg havi kent Teg, og hesi hava sannað, at Tú hevur sent Meg.