trettleiki á trúgv

252 versir um "trettleiki á trúgv"

Versir

Síða 3 av 6
Lukas 10:31 Lukas

Nú bar so á, at prestur fór somu leið oman; hann sá hann, men gekk bert framvið.

2
Lukas 10:32 Lukas

Á sama hátt ein Levitur; hann kom til staðið, fór yvir, sá hann, men gekk bert framvið.

2
Lukas 10:33 Lukas

Men ein Samverji, ið var á ferð, kom til hansara; táið hann sá hann, tykti honum hjartaliga synd í honum.

2
Lukas 10:34 Lukas

Hann fór yvir til hansara, bant um sár hansara og læt olju og vín í tey; so lyfti hann hann upp á sítt egna dýr, fór til gistihús við honum og røkti hann.

2
Lukas 10:35 Lukas

Dagin eftir tók hann tveir denarar, gav vertinum teir og segði: „Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.“

2
Lukas 10:36 Lukas

Hvør av hesum trimum, tykist tær nú, royndist næsti hansara, sum fallin var í hendur ránsmanna?“

2
Lukas 10:37 Lukas

Hann segði: „Tann, ið vísti honum miskunn.“ Tá segði Jesus við hann: „Far tú og ger tað sama!“

2
Lukas 10:38 Lukas

Meðan teir nú ferðaðust, kom Hann til eina bygd; og kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum.

2
Lukas 10:39 Lukas

Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði.

2
Lukas 10:40 Lukas

Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði: „Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!“

2
Lukas 10:41 Lukas

Men Harrin svaraði henni: „Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum;

2
Lukas 10:42 Lukas

men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.“

2
Lukas 11:1 Lukas

Hann var einastaðni og bað; táið Hann tá helt uppat, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: „Harri! Lær okkum at biðja, eins og Jóhannes lærdi lærisveinar sínar!“

2
Lukas 11:2 Lukas

Hann segði við teir: „Táið tit biðja, sigið tá: „Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt!

2
Lukas 11:3 Lukas

Gev okkum hvønn dag dagliga breyð okkara!

2
Lukas 11:4 Lukas

Fyrigev okkum syndir okkara – tí eisini vit fyrigeva øllum, ið skylda okkum! Leið okkum ikki í freisting!““

2
Lukas 11:5 Lukas

Og Hann segði við teir: „Um onkur tykkara eigur vin og fer til hansara mitt um náttina og sigur við hann: „Góði, læn mær trý breyð!

2
Lukas 11:6 Lukas

Tí ein vinur mín er komin ferðandi til mín, og eg havi einki at seta fyri hann“

2
Lukas 11:7 Lukas

– um tá hin svarar innanfyri: „Ger mær ikki ónáðir! Dyrnar eru longu stongdar, og bæði eg og børn míni eru løgst; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tað!“

2
Lukas 11:8 Lukas

tá sigi Eg tykkum: Um hann so ikki fer upp og gevur honum tað, tí hann er vinur hansara, so fer hann kortini upp, av tí at hann er so framligur, og letur hann fáa alt, ið honum tørvar.

2
Lukas 11:9 Lukas

Og Eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið! Leitið, og tit skulu finna! Bankið uppá, og tykkum skal verða latið upp!

2
Lukas 11:10 Lukas

Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.

2
Lukas 11:11 Lukas

Hvør tykkara, sum er faðir, fer at geva syni sínum stein, táið hann biður um breyð, ella – táið hann biður um fisk – geva honum orm í staðin fyri fiskin,

2
Lukas 11:12 Lukas

ella – táið hann biður um egg – geva honum skorpión!

2
Lukas 11:13 Lukas

Vita nú tit – sum ónd eru – at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá Faðirin av Himli geva teimum Heilaga Andan, sum biðja Hann!“

2
Lukas 11:14 Lukas

Hann rak út illan anda, sum var málleysur; men táið nú hin illi andin var farin út, talaði hin málleysi. Og fólkið undraðist.

2
Lukas 11:15 Lukas

Men nakrir av teimum søgdu: „Við Be’elzebul, høvdinga hinna illu anda, rekur Hann út hinar illu andarnar!“

2
Lukas 11:16 Lukas

Aðrir freistaðu Hann og kravdu Hann eftir tekini av Himli.

2
Lukas 11:17 Lukas

Men við tað at Hann visti, hvat teir hugsaðu, segði Hann við teir: „Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.

2
Lukas 11:18 Lukas

Er nú eisini Satan komin í stríð við seg sjálvan, hvussu verður tá ríki hansara standandi! Tit siga jú, at Eg reki út hinar illu andar við Be’elzebul!

2
Lukas 11:19 Lukas

Reki Eg nú út hinar illu andar við Be’elzebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? – Tí skulu teir vera dómarar tykkara.

2
Lukas 11:20 Lukas

Men reki Eg út hinar illu andar við fingri Guds, so er jú ríki Guds komið til tykkara.

2
Lukas 11:21 Lukas

Táið hin sterki vápnaður heldur vakt um garð sín, verður tað, sum hann eigur, í friði.

2
Lukas 11:22 Lukas

Men táið ein, sum sterkari er enn hann, heldur á hann og vinnur hann, tekur hann frá honum bæði vápn og herklæði, alt, ið hann leit á, og skiftir sundur fongin, ið hann hevur tikið frá honum.

2
Lukas 11:23 Lukas

– Tann, ið ikki er við Mær, er ímóti Mær, og tann, ið ikki savnar við Mær, spjaðir.

2
Lukas 11:24 Lukas

Táið hin óreini andin er farin út úr menniskjanum, gongur hann um á vatnleysum støðum og leitar eftir hvílu. Táið hann nú onga hvílu finnur, sigur hann: „Eg skal fara aftur í hús mítt, sum eg fór úr.“

2
Lukas 11:25 Lukas

Táið hann so kemur hagar, sær hann, at tað er sópað og prýtt.

2
Lukas 11:26 Lukas

Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum verri eru enn hann sjálvur; og táið teir so eru farnir inn, verða teir búgvandi har; og hitt seinna hjá tí menniskja verður verri enn hitt fyrra.“

2
Lukas 11:27 Lukas

Táið Hann hetta segði, lyfti ein kvinna millum fólkið upp rødd sína og segði við Hann: „Sælt er tað lív, ið Teg bar, og sæl eru tey bróst, ið Tú seyg!“

2
Lukas 11:28 Lukas

Tá segði Hann: „Ja, sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“

2
Lukas 11:29 Lukas

Táið nú fólkið streymaði til, tók Hann til orða og segði: „Henda ætt er ónd ætt; hon krevur tekin, og henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar.

2
Lukas 11:30 Lukas

Tí eins og Jónas varð Ninevemonnum tekin, so skal eisini Menniskjasonurin verða hesi ætt.

2
Lukas 11:31 Lukas

Drotningin í Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við monnunum av hesi ætt og dómfella teir; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons – og hyggið, her er meir enn Sálomon!

2
Lukas 11:32 Lukas

Menn úr Nineve skulu stíga fram í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí teir vendu við, táið Jónas prædikaði fyri teimum – og hyggið, her er meir enn Jónas!

2
Lukas 11:33 Lukas

Eingin tendrar ljós og krógvar tað burtur ella setur tað undir skeppumálið; nei, hann setur tað í ljósastakan, so tey, sum inn koma, skulu síggja skinið av tí.

2
Lukas 11:34 Lukas

Eyga títt er ljós likamsins; táið eyga títt er frískt, er eisini alt likam títt ljóst; men er tað sjúkt, er eisini likam títt myrkt.

2
Lukas 11:35 Lukas

Síggj tí til, at ljósið, sum í tær er, er ikki myrkur!

2
Lukas 11:36 Lukas

Er nú alt likam títt ljóst, so eingin partur av tí er myrkur, tá verður tað heilt ljóst, sum táið ljósið lýsir á teg við bjarta skini sínum.“

2
Lukas 11:37 Lukas

Í tí Hann segði hetta, bað ein Fariseari Hann koma og eta døgurða hjá sær. Hann fór tá inn og setti Seg til borðs.

2
Lukas 11:38 Lukas

Men táið Farisearin sá, at Hann vaskaði Sær ikki, áðrenn Hann fór at eta, undraðist hann.

2