strævi / harð arbeiði
126 versir um "strævi / harð arbeiði"
Versir
Síða 3 av 3Orðtøkini 25:4 Orðtøkini
Skil ilskuna frá silvurinum, so fær gullsmiðurin ílat burtur úr tí!
Orðtøkini 25:5 Orðtøkini
Fá hin gudleysa burt frá konginum, so verður hásæti hansara grundfest við rættvísi!
Orðtøkini 25:6 Orðtøkini
Ger teg ikki stóran fyri ásjón kongsins, og far ikki og statt á staði stórmanna!
Orðtøkini 25:7 Orðtøkini
Tí betri er, at sagt verður við teg: „Kom upp higar!“ enn at tú verður fluttur niður fyri eygum stórmansins. Hvat tú so hevur sæð,
Orðtøkini 25:8 Orðtøkini
ver ikki ov skjótur at geva teg í stríð við nakran! Tí hvat skalt tú gera til endan, táið næsti tín ger teg til skammar!
Orðtøkini 25:9 Orðtøkini
Før søk tína við mótpart tín, men opinbera ikki loyndarmál annars mans
Orðtøkini 25:10 Orðtøkini
– fyri at ikki tann, sum hoyrir tað, skal deila teg, og tú samt og javnt hava ringt orð á tær!
Orðtøkini 25:11 Orðtøkini
Sum gullepli í silvurskálum er orð, talað í rættari tíð.
Orðtøkini 25:12 Orðtøkini
Sum gullringur, sum prýði av fínum gulli, er vísmaður, ið talar revsandi orð fyri hoyrandi oyra.
Orðtøkini 25:13 Orðtøkini
Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann – hann lívgar sál harra síns.
Orðtøkini 25:14 Orðtøkini
Sum skýggj og vindur við ongum regni er tann maður, ið reypar av, at hann ætlar at geva, men heldur ikki orð.
Orðtøkini 25:15 Orðtøkini
Við spakføri verður høvdingi yvirtalaður, og mild tunga brýtur sundur bein.
Orðtøkini 25:16 Orðtøkini
Hevur tú funnið hunang, so et av honum, so mikið sum tær tørvar – so tær býður ikki ímóti, og tú spýrt hann upp aftur!
Orðtøkini 25:17 Orðtøkini
Set sjáldan fót á gátt hjá vinmanni tínum – so hann keðist ikki av tær og hatar teg!
Orðtøkini 25:18 Orðtøkini
Sum hamari, svørð og hvassur pílur er tann, ið vitnar rangt móti næsta sínum.
Orðtøkini 25:19 Orðtøkini
Sum rotin tonn og riðandi fótur er álit á svikara neyðardagin.
Orðtøkini 25:20 Orðtøkini
Sum tann, ið letur seg úr klæðunum kuldadag, sum edikur á pottøsku – so er at kvøða vísur fyri sorgarbundnum hjarta.
Orðtøkini 25:21 Orðtøkini
Hungrar fíggindi tín, so gev honum at eta, tystir hann, so gev honum at drekka!
Orðtøkini 25:22 Orðtøkini
Tí tá dungar tú kolgløður á høvd hansara, og HARRIN skal løna tær tað.
Orðtøkini 25:23 Orðtøkini
Høgætt føðir regn, og tunga, sum teskar í loyndum, voldir súrt andlit.
Orðtøkini 25:24 Orðtøkini
Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu.
Orðtøkini 25:25 Orðtøkini
Tað, ið kalt vatn er maktarleysari sál, eru gleðiboð úr landi langt burtur.
Orðtøkini 25:26 Orðtøkini
Sum gruggut kelda og spiltur brunnur er rættvísur maður, ið gevur eftir fyri gudleysum manni.
Orðtøkini 25:27 Orðtøkini
At eta ov mikið av hunangi er ikki gott – ver sparin við rósandi orðum!
Orðtøkini 25:28 Orðtøkini
Sum opin býur við niðurbrotnum múrum er tann maður, ið ikki fær stýrt sinni sínum.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.