spitalska
129 versir um "spitalska"
Versir
Síða 3 av 3Triðja Mósebók 14:42 Triðja Mósebók
So skulu aðrir steinar verða tiknir og laðaðir uppí aftur í staðin fyri hinar, og húsið skal verða klínt við nýggjum leiri.
Triðja Mósebók 14:43 Triðja Mósebók
Bróta tá plettirnir út aftur á húsinum, eftir at steinarnir eru út tiknir, og húsið skavað og klínt,
Triðja Mósebók 14:44 Triðja Mósebók
so skal presturin koma og sýna húsið; vísir tað seg tá, at plettirnir hava breitt seg á húsinum, so er tað spitalska av ringasta slagi á húsinum; tað er óreint.
Triðja Mósebók 14:45 Triðja Mósebók
Tá skal húsið verða niðurrivið, grót, viður og alt leirið, og tað skal verða beint út um býin, á óreint stað.
Triðja Mósebók 14:46 Triðja Mósebók
Tann, ið fer inn í húsið, teir dagarnar ið tað stendur læst, verður óreinur líka til kvølds;
Triðja Mósebók 14:47 Triðja Mósebók
tann, ið svevur í tí, skal vaska klæði síni, og tann, ið etur í tí, skal vaska klæði síni.
Triðja Mósebók 14:48 Triðja Mósebók
Men vísir tað seg, táið presturin kemur og sýnar húsið, at plettirnir hava ikki breitt seg á tí, eftir at tað er klínt, so skal hann døma húsið reint; tí tá er hitt ónda burtur.
Triðja Mósebók 14:49 Triðja Mósebók
Tá skal hann, fyri at húsið kann verða reinsað, taka tveir fuglar, sedrisvið, skarlaksreytt tógv og isop.
Triðja Mósebók 14:50 Triðja Mósebók
Annan fuglin skal hann drepa yvir leirílati við vatni úr keldu ella á;
Triðja Mósebók 14:51 Triðja Mósebók
síðani skal hann taka sedrisviðin, isopin, hitt skarlaksreyða tógvið og hin livandi fuglin og drepa tað niður í blóð fuglsins, ið dripin er, og í keldu- ella áarvatnið, og sletta á húsið sjey ferðir.
Triðja Mósebók 14:52 Triðja Mósebók
Táið hann soleiðis hevur reinsað húsið við fuglablóðinum, keldu- ella áarvatninum, hinum livandi fuglinum, sedrisviðinum, isopinum og hinum skarlaksreyða tónum,
Triðja Mósebók 14:53 Triðja Mósebók
skal hann sleppa hinum livandi fuglinum út úr býnum og lata hann flúgva út yvir markina. Soleiðis skal hann gera bót fyri húsið; so er tað reint.
Triðja Mósebók 14:54 Triðja Mósebók
– Hetta er lógin um alskyns spitalsku og skurv,
Triðja Mósebók 14:55 Triðja Mósebók
um spitalsku á klæðum og húsum
Triðja Mósebók 14:56 Triðja Mósebók
og um knútar, útbrot og ljósar plettir á húðini,
Triðja Mósebók 14:57 Triðja Mósebók
so vitast kann, nær okkurt er óreint, og nær tað er reint.“ – Hetta var lógin um spitalsku.
Markus 1:40 Markus
Ein spitalskur kom tá til Hansara, bað Hann og fall á knæ fyri Honum og segði við Hann: „Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!“
Markus 1:41 Markus
Tá tykti Honum hjartaliga synd í honum; Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“
Markus 1:42 Markus
Við tað sama slapp hann frá spitalskuni, og hann varð reinur.
Lukas 17:12 Lukas
Táið Hann nú fór inn í eina bygd, møttu Honum 10 spitalskir menn, sum stóðu langt burtur.
Lukas 17:13 Lukas
Teir róptu hart: „Jesus, meistari, miskunna okkum!“
Lukas 17:14 Lukas
Táið Hann sá teir, segði Hann við teir: „Farið og latið prestarnar sýna tykkum!“ Meðan teir nú vóru á veg, vórðu teir reinsaðir.
Fjórða Mósebók 5:2 Fjórða Mósebók
„Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu beina øll spitølsk burtur úr tilhaldinum, eisini øll, ið hava útflot, og øll, ið eru vorðin órein av líki!
Seinna Kongabók 5:27 Seinna Kongabók
– Afturfyri skal spitalska Na’amans hanga uppi í tær og eftirkomarum tínum til ævigar tíðir!“ – Og hann fór út frá honum, snjóhvítur av spitalsku.
Seinna Kongabók 7:3 Seinna Kongabók
Uttan fyri býportrið vóru fýra spitalskir menn. Teir hildu hvør við annan: „Hví skulu vit verða sitandi her, inntil vit doyggja!
Matteus 8:3 Matteus
Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“ Við tað sama varð hann reinsaður frá spitalsku síni.
Matteus 8:4 Matteus
Jesus segði nú við hann: „Síggj til, at tú ongum sigur tað! Men far og lat prestin sýna teg og ber fram gávuna, ið Móses hevur givið boð um, teimum til vitnisburð!“
Matteus 10:8 Matteus
Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.
Lukas 5:13 Lukas
Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“ Við tað sama slapp hann frá spitalskuni.