spitalska

129 versir um "spitalska"

Versir

Síða 2 av 3
Triðja Mósebók 13:51 Triðja Mósebók

Sær hann nú sjeynda dagin, at plettirnir hava breitt seg longur útum á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum, leðrinum, ella tí, ið er av leðri, so er tað spitalska av ringasta slagi – tað er óreint

3
Triðja Mósebók 13:52 Triðja Mósebók

og skal brennast, tað veri nú plagg ella vovið ella bundið toy av ull ella av líni, ella nakað, ið er av leðri, sum plettirnir eru á – tað er spitalska av ringasta slagi, tað skal brennast.

3
Triðja Mósebók 13:53 Triðja Mósebók

Men sær presturin, táið hann hyggur at tí, at plettirnir hava ikki breitt seg longur útum á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum, ella hesum, ið er av leðri,

3
Triðja Mósebók 13:54 Triðja Mósebók

so skal hann lata tað, ið plettirnir eru á, vaska, og hann skal uppaftur halda tað innan læstar dyr í sjey dagar.

3
Triðja Mósebók 13:55 Triðja Mósebók

Táið hann tá sýnar tað, eftir at tað er vaskað, og plettirnir síggja tað sama út, tá er tað óreint, um skaðin so ikki hevur breitt seg longur útum; tú skalt brenna tað, tað er av tí slagnum, ið etur seg inn á rættuni ella á ranguni.

3
Triðja Mósebók 13:56 Triðja Mósebók

Men vísir tað seg, táið presturin sýnar tað, at plettirnir á plagginum, leðrinum ella tí vovna ella bundna toyinum eru bliknaðir, eftir at tað er vaskað, so skal hann skræða tað av, sum plettirnir eru á.

3
Triðja Mósebók 13:57 Triðja Mósebók

Koma tá plettirnir aftur seinni, á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum ella tí, ið er av leðri – hvat tað nú vera má – so er tað spitalska, ið brýtur út; tú skalt brenna tað, ið plettirnir eru komnir á.

3
Triðja Mósebók 13:58 Triðja Mósebók

Men tað plagg, tað vovna ella bundna toy, ella tað av leðri – hvat tað nú vera má – sum plettirnir fara av, táið tað verður vaskað, skal uppaftur vaskast, so er tað reint.

3
Triðja Mósebók 13:59 Triðja Mósebók

– Hetta er lógin um spitalsku á plaggi av ull ella av líni, ella á vovnum ella bundnum toyi, ella á onkrum, ið er av leðri – hvat tað nú vera má – lógin, ið tað skal dømast reint ella óreint eftir.“

3
Triðja Mósebók 14:1 Triðja Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

3
Triðja Mósebók 14:2 Triðja Mósebók

„Hetta er lógin um, hvussu gjørt skal verða, táið ein, ið hevur verið spitalskur, skal reinsast: Hann skal verða leiddur fram fyri prestin,

3
Triðja Mósebók 14:3 Triðja Mósebók

og presturin skal fara út um tilhaldið og sýna hann; vísir tað seg nú, at spitalskan er grødd á hinum spitalska,

3
Triðja Mósebók 14:4 Triðja Mósebók

so skal presturin geva boð um, at tikið skal verða fyri tann, ið letur seg reinsa, tveir livandi, reinir fuglar, sedrisviður, skarlaksreytt tógv og isopur.

3
Triðja Mósebók 14:5 Triðja Mósebók

Presturin skal geva boð um, at annar fuglurin skal verða dripin yvir leirílati við vatni úr keldu ella á.

3
Triðja Mósebók 14:6 Triðja Mósebók

So skal hann taka hin livandi fuglin, sedrisviðin, hitt skarlaksreyða tógvið og isopin, og drepa tað alt samalt – eisini hin livandi fuglin – niður í blóð fuglsins, ið dripin varð yvir keldu- ella áarvatninum,

3
Triðja Mósebók 14:7 Triðja Mósebók

og sletta tað sjey ferðir á tann, ið letur seg reinsa eftir spitalsku, og soleiðis reinsa hann; síðani skal hann lata hin livandi fuglin flúgva út yvir markina.

3
Triðja Mósebók 14:8 Triðja Mósebók

Tann, ið letur seg reinsa, skal vaska klæði síni, raka alt hárið av sær og tváa sær í vatni; so er hann reinur. Hann kann tá fara inn í tilhaldið; men í sjey dagar skal hann halda seg uttan fyri tjald sítt.

3
Triðja Mósebók 14:9 Triðja Mósebók

Sjeynda dagin skal hann raka alt hár av sær, hárið á høvdinum, skeggið, eygnabrýrnar – alt hár skal hann raka av sær; og hann skal vaska klæði síni og tváa likami sínum í vatni – so er hann reinur.

3
Triðja Mósebók 14:10 Triðja Mósebók

Áttanda dagin skal hann taka tvey lýtaleys veðurlomb og lýtaleysa gimbur, og til matoffur tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, sum er blandað við olju, og logg av olju.

3
Triðja Mósebók 14:11 Triðja Mósebók

So skal presturin, ið stendur fyri reinsanini, leiða tann, ið letur seg reinsa, og allar hesar offurgávur fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins.

3
Triðja Mósebók 14:12 Triðja Mósebók

Nú skal presturin taka annað veðurlambið og bera tað fram sum skyldoffur, saman við hesi loggini av olju, ið til hoyrir, og hann skal sveiggja tað fyri ásjón HARRANS.

3
Triðja Mósebók 14:13 Triðja Mósebók

Lambið skal verða dripið, har sum syndofrið og brenniofrið verða dripin, á hinum heilaga staði; tí eins og syndofrið, so hoyrir eisini skyldofrið prestinum til; tað er háheilagt.

3
Triðja Mósebók 14:14 Triðja Mósebók

Síðani skal presturin taka av blóði skyldoffursins og smyrja tað á høgru oyralippu hansara, ið reinsaður verður, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara.

3
Triðja Mósebók 14:15 Triðja Mósebók

Og presturin skal taka av tí loggini av olju, ið til hoyrir, og stoyta í vinstra lógva sín;

3
Triðja Mósebók 14:16 Triðja Mósebók

so skal hann drepa høgra fremstafingur í oljuna, ið hann hevur í vinstra lógva, og sletta oljuna við fingrinum sjey ferðir fyri ásjón HARRANS.

3
Triðja Mósebók 14:17 Triðja Mósebók

Av oljuni, ið hann hevur eftir í lógvanum, skal presturin smyrja á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara, uttan á blóðið úr skyldofrinum.

3
Triðja Mósebók 14:18 Triðja Mósebók

Og oljuna, ið hann nú hevur eftir í lógvanum, skal presturin stoyta á høvd hansara, ið letur seg reinsa. – Soleiðis skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS.

3
Triðja Mósebók 14:19 Triðja Mósebók

So skal presturin ofra syndofrið, so tann, ið letur seg reinsa, kann fáa bót fyri óreinsku sína; síðani skal hann drepa brenniofrið.

3
Triðja Mósebók 14:20 Triðja Mósebók

Táið presturin tá hevur ofrað brenniofrið og matofrið á altarinum, og soleiðis gjørt bót fyri hann, er hann reinur.

3
Triðja Mósebók 14:21 Triðja Mósebók

Men er hann fátækur og hevur ikki ráð at lata so nógv, so skal hann taka eitt veðurlamb til skyldoffur – tað skal verða sveiggjað til bót fyri hann – og tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, ið er blandað við olju, til matoffur, logg av olju

3
Triðja Mósebók 14:22 Triðja Mósebók

og tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar – eftir sum hann nú hevur ráð til; annar fuglurin skal vera til syndoffur, og annar til brennioffur.

3
Triðja Mósebók 14:23 Triðja Mósebók

Áttanda dagin eftir at hann er vorðin reinur, skal hann bera hetta fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins, og fáa prestinum tað.

3
Triðja Mósebók 14:24 Triðja Mósebók

Presturin skal taka skyldoffurlambið og loggina av olju, ið til hoyrir, og sveiggja tað fyri ásjón HARRANS.

3
Triðja Mósebók 14:25 Triðja Mósebók

So skal skyldoffurlambið verða dripið, og presturin skal taka av blóði skyldoffursins og smyrja tað á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara.

3
Triðja Mósebók 14:26 Triðja Mósebók

Og presturin skal stoyta av oljuni í vinstra lógva sín,

3
Triðja Mósebók 14:27 Triðja Mósebók

og við høgra fremstafingri skal hann sletta sjey ferðir fyri ásjón HARRANS av oljuni, ið hann hevur í vinstra lógva.

3
Triðja Mósebók 14:28 Triðja Mósebók

Av oljuni, ið hann hevur í lógvanum, skal presturin smyrja á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara, uttan á blóðið úr skyldofrinum.

3
Triðja Mósebók 14:29 Triðja Mósebók

Og oljuna, ið hann nú hevur eftir í lógvanum, skal presturin hella á høvd hansara, ið letur seg reinsa – til at gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS.

3
Triðja Mósebók 14:30 Triðja Mósebók

Nú skal hann ofra aðra turtildúvuna ella annan dúvuungan – tað, ið hann nú hevur havt ráð at lata –

3
Triðja Mósebók 14:31 Triðja Mósebók

sum syndoffur og hin fuglin sum brennioffur, saman við matofrinum; soleiðis skal presturin fyri ásjón HARRANS gera bót fyri tann, ið letur seg reinsa.

3
Triðja Mósebók 14:32 Triðja Mósebók

– Hetta er lógin um tann, ið hevur havt spitalsku og ikki hevur ráð at koma við tí vanliga ofrinum, táið hann skal reinsast.“

3
Triðja Mósebók 14:33 Triðja Mósebók

HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:

3
Triðja Mósebók 14:34 Triðja Mósebók

„Táið tit koma inn í Kána’ansland, sum Eg gevi tykkum í ogn, og Eg lati spitalsku koma á okkurt hús í landinum, sum tit fáa í ogn,

3
Triðja Mósebók 14:35 Triðja Mósebók

so skal hann, ið húsið eigur, fara og lata prestin vita tað og siga: „Tað sær mær út, sum spitalska er komin á húsið!“

3
Triðja Mósebók 14:36 Triðja Mósebók

Presturin skal tá geva boð um, at alt skal verða borið út úr húsinum, áðrenn hann kemur at hyggja at plettunum – so ikki alt, sum í húsinum er, skal verða óreint; síðani skal hann koma at sýna húsið.

3
Triðja Mósebók 14:37 Triðja Mósebók

Vísir tað seg nú, táið hann hyggur at plettunum, at plettirnir á veggjum húsins eru grønligar ella reydligar kullur, sum tykjast at liggja djúpari enn veggurin rundanum,

3
Triðja Mósebók 14:38 Triðja Mósebók

so skal hann fara út at durunum og út úr húsinum og halda tað læst í sjey dagar.

3
Triðja Mósebók 14:39 Triðja Mósebók

Sjeynda dagin skal presturin koma aftur og hyggja at, og vísir tað seg nú, at plettirnir hava breitt seg út um veggir húsins,

3
Triðja Mósebók 14:40 Triðja Mósebók

so skal hann geva boð um, at steinarnir, ið plettirnir eru á, skulu verða tiknir út og kastaðir út um býin á óreint stað.

3
Triðja Mósebók 14:41 Triðja Mósebók

Húsið skal verða skavað innan, alt sum tað er, og leirið, ið skavað verður burturav, skal stoytast uttan fyri býin á óreinum staði.

3