smokk
333 versir um "smokk"
Versir
Síða 6 av 7Ezekiel 16:31 Ezekiel
– táið tú á hvørjum vegamóti reisti tær hvølv og á hvørjum torgi gjørdi tær offurheyggj! Men tú vart ikki sum aðrar skøkjur, tí tú legði líka í skøkjuløn –
Ezekiel 16:32 Ezekiel
horkvinna tín, sum tekur ímóti fremmandum í staðin fyri ímóti manni tínum!
Ezekiel 16:33 Ezekiel
Øllum skøkjum geva teir løn; men tú gavst øllum ástvinum tínum gávur og keypti teir til at koma til tín úr øllum ættum og dríva hor við tær.
Ezekiel 16:34 Ezekiel
Og við tær var tað, tvørturímóti sum er við øðrum kvinnum: Eingin rann eftir tær til at dríva hor, men tú lætst skøkjuløn og fekst onga sjálv – tú gjørdi, tvørturímóti sum aðrar.
Ezekiel 16:35 Ezekiel
Hoyr tí orð HARRANS, skøkja tín!
Ezekiel 16:36 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú hevur verið so óstýrilig í ólevnaði tínum og lyft hevur verðið burtur av blygd tíni, táið tú dreivst hor við bólarum tínum, og aftur fyri allar hinar viðurstyggiligu avgudar, ið tú hevur, og blóð barna tína, sum tú hevur givið teimum
Ezekiel 16:37 Ezekiel
– ja, tí skal Eg savna saman allar bólarar tínar, sum tú vart til gleði, bæði allar teir, ið tú elskaði, og allar teir, ið tú hataði – Eg skal savna teir saman ímóti tær úr øllum ættum og lyfta burtur av blygd tíni framman fyri teimum, so teir síggja hana, alla sum hon er.
Ezekiel 16:38 Ezekiel
Eg skal døma teg, sum kvinnur verða dømdar, ið dríva hor og úthella blóð, og Eg skal í vreiði Míni og álvara Mínum gera teg til blóð.
Ezekiel 16:39 Ezekiel
Eg skal geva teg í hendur teirra, og teir skulu ríva niður hvølv títt, bróta niður offurheyggjar tínar, lata teg úr klæðunum, taka dýra skart títt og lata teg liggja har nakna og bera.
Ezekiel 16:40 Ezekiel
Teir skulu kalla saman fólkaskara móti tær og steina teg og høgga teg sundur við svørðum sínum.
Ezekiel 16:41 Ezekiel
Teir skulu brenna hús tíni av og halda dóm yvir tær, so mangar kvinnur síggja. Eg skal gera enda á horulívi tínum, og tú skalt ikki hereftir koma at lata skøkjuløn.
Ezekiel 16:42 Ezekiel
Soleiðis skal Eg svala bræði Míni á tær, og so skal vreiði Mín víkja frá tær, og Eg skal halda Meg stillan og ikki vera illur longur.
Ezekiel 16:43 Ezekiel
Aftur fyri at tú mintist ikki ungdómsdagar tínar, men eggjaði Meg til vreiði við øllum hesum, ja, so skal Eg eisini lata atburð tín koma yvir títt egna høvd – sigur Harrin HARRIN – tí hevur tú ikki gjørt hetta skemdarverk oman á allar viðurstygdir tínar!
Ezekiel 16:44 Ezekiel
Øll, ið nýta orðtøk, skulu nýta hetta orðtak um teg: „Sum móðir, so dóttir!“
Ezekiel 16:45 Ezekiel
Tú ert dóttir móður tína, sum ikki vildi vita av manni og børnum sínum, og tú ert systir systrar tínar, sum ikki vildu vita av monnum og børnum sínum – hetitisk kvinna var móðir tykkara, og Amoritur faðir tykkara.
Ezekiel 16:46 Ezekiel
Eldra systir tín er Samaria við døtrum sínum, hon, ið býr vinstrumegin teg, og yngra systir tín – hon, ið býr høgrumegin teg – er Sodoma við døtrum sínum.
Ezekiel 16:47 Ezekiel
Tað var ikki leiðir teirra, tú gekst, og ikki eftir viðurstygdum teirra, tú gjørdi – lítla løtu, so bart tú teg verri at enn tær á øllum leiðum tínum.
Ezekiel 16:48 Ezekiel
So satt sum Eg livi – sigur Harrin HARRIN – Sodoma, systir tín, við døtrum sínum hevur ikki borið seg so at, sum tú og døtur tínar hava.
Ezekiel 16:49 Ezekiel
Hetta var misbrot Sodoma, systur tínar: Hugmóð; ov mikið av breyði og tryggan frið høvdu hon og døtur hennara; men hinum arma og fátæka rætti hon ikki hondina;
Ezekiel 16:50 Ezekiel
tær vórðu hástórar og gjørdu tað, ið viðurstyggiligt var fyri ásjón Míni, og Eg beindi tær burt, táið Eg sá tað.
Ezekiel 16:51 Ezekiel
Heldur ikki Samaria hevur syndað til helvtar móti tær; tú gjørdi mangan meiri viðurstyggiligt enn tær, og tú rættvísgjørdi systrar tínar við øllum viðurstygdunum, sum tú gjørdi.
Ezekiel 16:52 Ezekiel
Ber tí eisini tú skomm tína, tú, sum hevur dømt systrum tínum til bata! Við tað at tú hevur gjørt enn viðurstyggiligari syndir enn tær, standa tær rættvísari enn tú; skammast tí, eisini tú, og ber skemd tína, tú, sum rættvísgert systrar tínar!
Ezekiel 16:53 Ezekiel
Men Eg skal venda lagnu teirra – lagnu Sodoma og døtra hennara og lagnu Samaria og døtra hennara – og Eg skal venda lagnu tíni millum teirra
Ezekiel 16:54 Ezekiel
– fyri at tú skalt bera skomm tína og skammast við alt tað, ið tú hevur gjørt – og soleiðis troysta tær.
Ezekiel 16:55 Ezekiel
Systrar tínar, Sodoma og døtur hennara, skulu aftur verða tað, sum tær vóru í forðum; Samaria og døtur hennara skulu aftur verða tað, sum tær vóru í forðum – og tú og døtur tínar, tit skulu aftur verða tað, sum tit vóru í forðum.
Ezekiel 16:56 Ezekiel
Hevði tú ikki systur tína Sodoma at taka til hugmóðsdagar tínar,
Ezekiel 16:57 Ezekiel
áðrenn óndskapur tín kom fyri ein dag – eins og ta tíðina kvinnurnar í Áram og allar tær, ið har rundanum búðu, háðaðu teg, og Filistarakvinnurnar, sum spottaðu teg úr øllum ættum!
Ezekiel 16:58 Ezekiel
Horulív títt og viðurstygdir tínar skalt tú bera sjálv – sigur HARRIN.
Ezekiel 16:59 Ezekiel
Ja, so sigur Harrin HARRIN: Eg skal gera við teg, sum tú hevur gjørt, tú, ið vanvirdi eiðin og breytst sáttmálan!
Ezekiel 16:60 Ezekiel
Men so skal Eg minnast sáttmála Mín við teg ungdómsdagar tínar, og Eg skal gera ævigan sáttmála við teg.
Ezekiel 16:61 Ezekiel
Og tú skalt minnast atburð tín og skammast, táið tú tekur ímóti systrum tínum, bæði teimum, ið størri eru enn tú, og teimum, ið smærri eru enn tú, og Eg gevi tær tær til døtur, tóat tær vóru ikki við í sáttmála tínum.
Ezekiel 16:62 Ezekiel
Eg skal gera sáttmála Mín við teg, og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN
Ezekiel 16:63 Ezekiel
– fyri at tú skalt minnast atburð tín og skammast, ja, skammast so, at tú býður ikki til at tala aftur, táið Eg fyrigevi tær alt tað, ið tú hevur gjørt – sigur Harrin HARRIN.
Hoseas 5:1 Hoseas
Hoyrið hetta, tit prestar, lurta eftir, tú hús Ísraels, og tú kongahús, vend oyranum til! Tí yvir tykkum er tað, dómurin er, tit, ið hava verið snerra á Mizpa og útbreitt net á Tabor.
Hoseas 5:2 Hoseas
Mitt í ofring síni eru teir soknir djúpari og djúpari – men Eg skal tykta teir allar!
Hoseas 5:3 Hoseas
Eg kenni Efra’im, og Ísrael er ikki loynt fyri Mær. Nú hevur tú drivið hor, Efra’im! Ísrael er vorðið óreint!
Hoseas 5:4 Hoseas
Verk teirra loyva teimum ikki at venda við til Gud teirra; tí trúloysisandi býr í brósti teirra, og tey kenna ikki HARRAN.
Hoseas 5:5 Hoseas
Hugmóð Ísraels skal vitna móti tí beint í eyguni, og fall skal koma á Ísrael og Efra’im aftur fyri misbrot teirra; saman við teimum skal eisini Juda falla.
Hoseas 5:6 Hoseas
Við seyði og neytum sínum skulu tey fara at søkja HARRAN, men ikki finna Hann, tí Hann hevur sagt Seg leysan frá teimum.
Hoseas 5:7 Hoseas
Trúleyst hava tey borið seg at móti HARRANUM, tí óskilgitin børn hava tey átt; nú skal sólkomudagurin* oyða bæði tey og allar ognir teirra.
Hoseas 5:8 Hoseas
Blásið í lúður í Gibea, í horn í Rama! Blásið harðblástur í Bet-Aven! Fíggindin er í hølum tínum, Benjamin!
Hoseas 5:9 Hoseas
Efra’im skal verða til oyðimørk revsingardagin; millum ættir Ísraels havi Eg kunngjørt tað, ið víst er.
Hoseas 5:10 Hoseas
Høvdingar Juda eru vorðnir sum teir, ið flyta markaskjal; yvir teir skal Eg úthella vreiði Mína sum vatn.
Hoseas 5:11 Hoseas
Efra’im verður kúgaður, soraður sundur við dómi – tí hann tók sær fyri at ganga eftir menniskjaboðum.
Hoseas 5:12 Hoseas
Eg eri Efra’im sum mølur og húsi Juda sum rot í beinunum.
Hoseas 5:13 Hoseas
Táið Efra’im sá sjúku sína, og Juda sár sítt, fór Efra’im til Assur og sendi boð til Jareb kong. – Men hann skal ikki vera mentur at grøða tykkum, og sár tykkara skal ikki batna aftur!
Hoseas 5:14 Hoseas
Tí Eg eri sum leyva móti Efra’im, sum ungleyva móti húsi Juda; sjálvur skræði Eg sundur og fari avstað; Eg beri burtur ránið, og eingin frelsir.
Hoseas 5:15 Hoseas
Eg skal fara leið Mína, fara aftur til stað Mítt, inntil tey ganga við, at tey eru sek, og søkja ásjón Mína; í neyð síni skulu tey leita eftir Mær!
Ápostlasøgan 17:10 Ápostlasøgan
Alt fyri eitt somu nátt sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað til Berøa. Táið teir komu hagar, fóru teir inn í sýnagogu Jødanna.
Ápostlasøgan 17:11 Ápostlasøgan
Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so.