Sitting hjá føtum Jesú
115 versir um "Sitting hjá føtum Jesú"
Versir
Síða 3 av 3Lukas 4:41 Lukas
Illir andar fóru eisini út úr mongum, og teir róptu: „Tú ert Sonur Guds!“ Men Hann hótti at teimum og læt teir ikki sleppa at tala; tí teir vistu, at Hann var Kristus.
Lukas 4:42 Lukas
Táið dagur var komin, fór Hann út og fór til oyðið stað; fólkið leitaði tá eftir Honum, og tey komu líka til Hansara og hildu Honum, so Hann skuldi ikki fara frá teimum.
Lukas 4:43 Lukas
Men Hann segði við tey: „Eisini í hinum býunum má Eg kunngera evangeliið um ríki Guds; tí tað eri Eg sendur til.“
Lukas 4:44 Lukas
Hann prædikaði nú í sýnagogunum í Galilea.
Jóhannes 12:1 Jóhannes
Seks dagar fyri páskir kom Jesus tá til Betania, har Lazarus búði, hann, sum Jesus hevði reist upp frá hinum deyðu.
Jóhannes 12:2 Jóhannes
Har varð gjørd kvøldmáltíð fyri Honum, og Marta kokkaðist; men Lazarus var ein teirra, sum sótu til borðs saman við Honum.
Jóhannes 12:3 Jóhannes
Tá tók Maria pund av óblandaðari nardussalvu, ógvuliga dýrari, salvaði føtur Jesusar og turkaði føtur Hansara við hári sínum; húsið fyltist av góða anga salvunnar.
Jóhannes 12:4 Jóhannes
Tá segði ein av lærisveinum Hansara, Judas Iskariot – hann, sum seinni sveik Hann:
Jóhannes 12:5 Jóhannes
„Hví varð henda salva ikki seld fyri 300 denarar og givin fátækum!“
Jóhannes 12:6 Jóhannes
Hetta segði hann, ikki tí at hini fátæku lógu honum á hjarta, men tí hann var tjóvur; hann hevði peningapungin undir hond og tók tað, sum í hann varð lagt.
Jóhannes 12:7 Jóhannes
Tá segði Jesus: „Lat hana vera! Hon hevur goymt hana til tann dag, jarðarferð Mín skal vera.
Jóhannes 12:8 Jóhannes
Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, men Meg hava tit ikki altíð.“
Jóhannes 12:9 Jóhannes
Stór mongd av Jødunum fekk nú at vita, at Hann var har; og tey komu, ikki bert fyri Jesusar skuld, men eisini at síggja Lazarus, sum Hann hevði reist upp frá hinum deyðu.
Jóhannes 12:10 Jóhannes
Høvuðsprestarnir ráðløgdu tá um at drepa Lazarus við;
Jóhannes 12:11 Jóhannes
tí fyri hansara skuld fóru nógvir av Jødunum hagar og komu til trúgv á Jesus.