Sitting hjá føtum Jesú

115 versir um "Sitting hjá føtum Jesú"

Versir

Síða 2 av 3
Lukas 11:45 Lukas

Tá tók ein av hinum lógkønu til orða og segði við Hann: „Meistari! Við at siga hetta gongur Tú eisini okkum ov nær.“

3
Lukas 11:46 Lukas

Hann svaraði: „Vei tykkum við, tit lógkønu! Tí tit leggja byrðar á menniskjuni, sum tey illa fáa borið, og sjálvir nema tit ikki byrðarnar við einum fingri.

3
Lukas 11:47 Lukas

Vei tykkum! Tí tit byggja gravir profetanna, og fedrar tykkara drópu teir.

3
Lukas 11:48 Lukas

Soleiðis geva tit tí, sum fedrar tykkara gjørdu, vitnisburð og viðhald; tí teir drópu teir, og tit byggja.

3
Lukas 11:49 Lukas

Tí hevur eisini vísdómur Guds sagt: „Eg skal senda teimum profetar og ápostlar; summar av teimum skulu teir drepa, og summar skulu teir jagstra,

3
Lukas 11:50 Lukas

fyri at blóð alra profeta, sum úthelt er, frá tí heimurin varð grundaður, skal verða kravt av hesi ætt –

3
Lukas 11:51 Lukas

frá blóði Ábels líka til blóð Zakariasar, sum dripin varð millum altarið og templið“; ja, Eg sigi tykkum: Tað skal verða kravt av hesi ætt.

3
Lukas 11:52 Lukas

Vei tykkum, tit lógkønu! Tí tit hava tikið burt lykil kunnskaparins; sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, ið vildu fara inn, hava tit forðað.“

3
Lukas 11:53 Lukas

Táið Hann tá fór út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart á Hann og spyrja Hann um mangt og mikið;

3
Lukas 11:54 Lukas

tí teir lúrdu eftir Honum, um teir kundu ikki lofta onkrum orði at klaga Hann fyri.

3
Lukas 4:1 Lukas

Men Jesus kom aftur frá Jordan, fullur av Heilaga Andanum; og Hann varð av Andanum leiddur um í oyðimørkini

2
Lukas 4:2 Lukas

og varð 40 dagar freistaður av Djevulinum. Hann át einki teir dagarnar; og táið teir vóru á enda, fór Hann at hungra.

2
Lukas 4:3 Lukas

Tá segði Djevulin við Hann: „Ert Tú Sonur Guds, so sig við henda stein, at hann skal verða breyð!“

2
Lukas 4:4 Lukas

Jesus svaraði honum: „Skrivað er: „Menniskjan livir ikki bert av breyði.““

2
Lukas 4:5 Lukas

Tá fór hann niðan við Honum og vísti Honum alt í einum øll ríki heimsins.

2
Lukas 4:6 Lukas

Og Djevulin segði við Hann: „Tær skal eg geva valdið yvir øllum hesum, og dýrdina, sum í hesum ríkjum er; tí mær er tað givið í hendur, og eg gevi hvørjum tað, sum eg vil.

2
Lukas 4:7 Lukas

Vilt Tú nú falla niður og tilbiðja meg, skal tað alt vera Títt.“

2
Lukas 4:8 Lukas

Jesus svaraði honum: „Skrivað er: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.““

2
Lukas 4:9 Lukas

Nú fór hann til Jerusalem við Honum, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann: „Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður!

2
Lukas 4:10 Lukas

Tí skrivað er: „Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, at teir skulu varðveita teg,

2
Lukas 4:11 Lukas

og at teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.““

2
Lukas 4:12 Lukas

Jesus svaraði honum: „Sagt er: „Tú mást ikki freista Harran Gud tín.““

2
Lukas 4:13 Lukas

Táið Djevulin hevði endað alla freisting, veik hann frá Honum eina tíð.

2
Lukas 4:14 Lukas

Jesus kom nú í kraft Andans aftur til Galilea, og tíðindini um Hann komu út um alt landið har rundanum.

2
Lukas 4:15 Lukas

Hann lærdi í sýnagogum teirra og varð prísaður av øllum.

2
Lukas 4:16 Lukas

Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa.

2
Lukas 4:17 Lukas

Teir fingu Honum tá bók Esaiasar profets. Táið Hann læt sundur bókina, kom Hann niður á staðið, har skrivað stóð:

2
Lukas 4:18 Lukas

„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,

2
Lukas 4:19 Lukas

at kunngera náðiár Harrans.“

2
Lukas 4:20 Lukas

So legði Hann bókina saman, fekk tænaranum hana aftur og settist; og øll í sýnagoguni stardu á Hann.

2
Lukas 4:21 Lukas

Tá fór Hann at tala til teirra: „Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara.“

2
Lukas 4:22 Lukas

Tey góvu Honum øll vitnisburð og undraðust á hini lívsælu orð, ið út gingu av munni Hansara – og tey søgdu: „Er hesin ikki sonur Jósef!“

2
Lukas 4:23 Lukas

Tá segði Hann við tey: „Sjálvsagt fara tit at minna Meg á orðtakið: „Lækni, grøð teg sjálvan!“ „Ger eisini her í heimbygd Tíni slík stórverk, sum vit hava frætt, hava hent í Kapernaum!““

2
Lukas 4:24 Lukas

Men Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin profetur verður væl fagnaður á heimstaði sínum!

2
Lukas 4:25 Lukas

Eg sigi tykkum tað satt, at nógvar einkjur vóru í Ísrael á døgum Eliasar, ta ferðina himmalin varð afturlatin trý ár og seks mánaðir, og stórur hungur var í øllum landinum;

2
Lukas 4:26 Lukas

og til onga teirra varð Elias sendur, men bert til eina einkju í Sarepta við Sidon.

2
Lukas 4:27 Lukas

Mong spitølsk vóru í Ísrael á døgum Elisa profets; og eingin teirra varð reinsaður, men bert Na’aman Sýrlendingur.“

2
Lukas 4:28 Lukas

Táið tey, sum í sýnagoguni vóru, hoyrdu hetta, fyltust tey øll av vreiði;

2
Lukas 4:29 Lukas

og tey reistust og róku Hann av býnum, og fóru við Honum út á egg fjalsins, ið staður teirra var bygdur á, at stoyta Honum oman.

2
Lukas 4:30 Lukas

Men Hann gekk mitt ígjøgnum flokkin og fór avstað.

2
Lukas 4:31 Lukas

Hann kom tá til Kapernaum, bý í Galilea; og Hann lærdi tey sabbatin.

2
Lukas 4:32 Lukas

Tey vóru sligin av undran yvir læru Hansara; tí tala Hansara var við myndugleika.

2
Lukas 4:33 Lukas

Í sýnagoguni var nú maður, ið hevði óreinan, illan anda; hann rópti hart:

2
Lukas 4:34 Lukas

„Burt! Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!“

2
Lukas 4:35 Lukas

Men Jesus hótti at honum og segði: „Tig, og far út úr honum!“ Hin illi andin kastaði hann tá niður mitt ímillum teirra og fór út úr honum og hevði einki mein gjørt honum.

2
Lukas 4:36 Lukas

Tá kom ræðsla á øll, og tey tosaðu hvørt við annað og søgdu: „Hvat er hetta fyri orð? Við valdi og kraft býður Hann hinum óreinu andum, og teir fara út!“

2
Lukas 4:37 Lukas

Tíðindini um Hann komu út allastaðni har um vegir.

2
Lukas 4:38 Lukas

Hann reistist nú og fór út úr sýnagoguni og inn hjá Símuni. Vermóðir Símun lá við sterkum fepri, og tey bóðu Hann fyri henni.

2
Lukas 4:39 Lukas

Tá fór Hann og stóð uppi yvir henni; og Hann hótti at feprinum. Og hon slapp frá honum og fór alt fyri eitt upp og borðreiddi fyri teimum.

2
Lukas 4:40 Lukas

Men táið sólin gekk undir, komu øll, sum høvdu sjúk fólk við alskyns sjúkum, til Hansara við teimum; og Hann legði hendurnar á hvørt eitt teirra og grøddi tey.

2