seinastu dagarnir

127 versir um "seinastu dagarnir"

Versir

Síða 3 av 3
Lukas 21:30 Lukas

So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær.

2
Lukas 21:31 Lukas

Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær.

2
Lukas 21:32 Lukas

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn tað hevur hent alt samalt.

2
Lukas 21:33 Lukas

Himmal og jørð skulu forganga; men orð Míni skulu als ikki forganga.

2
Lukas 21:34 Lukas

Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!

2
Lukas 21:35 Lukas

Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva.

2
Lukas 21:36 Lukas

Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“

2
Lukas 21:37 Lukas

Um dagarnar lærdi Hann í templinum, men um næturnar fór Hann út á fjallið, ið kallast Oljufjallið, og varð har.

2
Lukas 21:38 Lukas

Og alt fólkið kom tíðliga um morgunin til Hansara í templinum at lurta eftir Honum.

2
Seinna Pætursbrævið 3:1 Seinna Pætursbrævið

Hetta er longu, tit elskaðu, annað brævið, eg skrivi tykkum; og í báðum havi eg við áminning vakt reina hug tykkara

2
Seinna Pætursbrævið 3:2 Seinna Pætursbrævið

til at minnast orðini, ið frammanundan eru talað av hinum heilagu profetum, og boð Harrans og Frelsarans, sum ápostlar tykkara hava kunngjørt.

2
Seinna Pætursbrævið 3:3 Seinna Pætursbrævið

Fyrst og fremst skulu tit vita hetta, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum spotta og ganga eftir sínum egnu lystum

2
Seinna Pætursbrævið 3:4 Seinna Pætursbrævið

og siga: „Hvat verður av lyftinum um komu Hansara! Frá tí fedrarnir sovnaðu, er jú alt vorðið verandi, sum tað hevur verið, líka frá byrjan skapningsins!“

2
Seinna Pætursbrævið 3:5 Seinna Pætursbrævið

– Við vilja eru teir blindir fyri hesum, at frá fyrndartíð vóru himlar til, og jørð, sum var vorðin til av vatni og við vatni – við orði Guds;

2
Seinna Pætursbrævið 3:6 Seinna Pætursbrævið

og við tí gekk heimurin, ið tá var, undir í vatnflóðini.

2
Seinna Pætursbrævið 3:7 Seinna Pætursbrævið

Men himlarnir, ið nú eru, og jørðin, verða við sama orði goymd – eldinum! Tey verða hildin uppi – til tann dag hini gudleysu menniskju skulu verða dømd og ganga til grundar.

2
Seinna Pætursbrævið 3:8 Seinna Pætursbrævið

Men hesum eina mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur.

2
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið

Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.

2
Seinna Pætursbrævið 3:10 Seinna Pætursbrævið

Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.

2
Seinna Pætursbrævið 3:11 Seinna Pætursbrævið

– Táið nú alt hetta loysist sundur – hvussu eiga tit tá ikki at stevna eftir heilagari atferð og gudsótta,

2
Seinna Pætursbrævið 3:12 Seinna Pætursbrævið

meðan tit vænta og skunda undir komu Guds dags, sum skal gera, at himlarnir loysast sundur í eldi, og frumevnini bráðna av brennandi hita!

2
Seinna Pætursbrævið 3:13 Seinna Pætursbrævið

Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.

2
Seinna Pætursbrævið 3:14 Seinna Pætursbrævið

Táið tit nú, elskaðu míni, vænta hetta, so leggið tykkum eina við at finnast lýtaleys og ólastandi fyri Honum, í friði!

2
Seinna Pætursbrævið 3:15 Seinna Pætursbrævið

Og roknið langmóð Harra okkara fyri frelsu! Hetta er tað, sum elskaði bróðir okkara Paulus hevur skrivað tykkum eftir vísdóminum, ið honum er givin.

2
Seinna Pætursbrævið 3:16 Seinna Pætursbrævið

Tað ger hann eisini í øllum brøvum sínum, táið hann í teimum talar um hetta; í teimum er eitt og annað, sum torført er at skilja, og sum hini ólærdu og ófestu útleggja skeivt – hetta gera tey eisini við hinar skriftirnar, sær sjálvum til undirgang.

2
Seinna Pætursbrævið 3:17 Seinna Pætursbrævið

Táið tit nú vita hetta frammanundan, elskaðu míni, so varðið tykkum, at tit verða ikki rivin við av villu hinna gudleysu og falla úr tykkara egnu føstu støðu,

2
Seinna Pætursbrævið 3:18 Seinna Pætursbrævið

nei, vaksið í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists! Honum veri dýrdin, bæði nú og í allar ævir! Amen.

2