seinastu dagarnir

127 versir um "seinastu dagarnir"

Versir

Síða 2 av 3
Matteus 24:32 Matteus

Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.

2
Matteus 24:33 Matteus

Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum.

2
Matteus 24:34 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.

2
Matteus 24:35 Matteus

Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.

2
Matteus 24:36 Matteus

Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.

2
Matteus 24:37 Matteus

Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.

2
Matteus 24:38 Matteus

Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina,

2
Matteus 24:39 Matteus

og tey vistu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll – so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.

2
Matteus 24:40 Matteus

Tá skulu tveir vera úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður latin eftir.

2
Matteus 24:41 Matteus

Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir.

2
Matteus 24:42 Matteus

Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.

2
Matteus 24:43 Matteus

Men tað má vera tykkum greitt, at visti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær.

2
Matteus 24:44 Matteus

Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.

2
Matteus 24:45 Matteus

Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?

2
Matteus 24:46 Matteus

Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur bera seg so at!

2
Matteus 24:47 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.

2
Matteus 24:48 Matteus

Men sigur hin óndi tænarin so í hjarta sínum: „Harri mín drálar!“ –

2
Matteus 24:49 Matteus

og fer so at sláa samtænarar sínar og eta og drekka við drykkjumonnum,

2
Matteus 24:50 Matteus

so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit,

2
Matteus 24:51 Matteus

og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.“

2
Lukas 18:8 Lukas

Eg sigi tykkum: Hann skal skunda Sær at hjálpa teimum at fáa rætt. Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?“

2
Lukas 21:1 Lukas

Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.

2
Lukas 21:2 Lukas

Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.

2
Lukas 21:3 Lukas

Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.

2
Lukas 21:4 Lukas

Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.“

2
Lukas 21:5 Lukas

Táið nakrir søgdu um templið, at tað var prýtt við vøkrum steinum og tempulgávum, segði Hann:

2
Lukas 21:6 Lukas

„Hetta, sum tit síggja – dagar skulu koma, táið ikki steinur skal verða latin eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“

2
Lukas 21:7 Lukas

Teir spurdu Hann: „Meistari, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið fyri, at hetta fer at henda?“

2
Lukas 21:8 Lukas

Hann svaraði: „Síggið til, at tit verða ikki villleiddir! Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: „Tað eri eg!“ og: „Tíðin er nær!“ – Farið ikki eftir teimum!

2
Lukas 21:9 Lukas

Men táið tit hoyra um hernað og uppreistur, tá ræðist ikki! Tí hetta má fyrst henda, men endin kemur ikki við tað sama.“

2
Lukas 21:10 Lukas

So segði Hann við teir: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.

2
Lukas 21:11 Lukas

Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pest; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.

2
Lukas 21:12 Lukas

Men framman undan øllum hesum skulu teir leggja hond á tykkum, søkja at tykkum og geva tykkum upp til sýnagogur og fangahús; og tit skulu verða førdir fram fyri kongar og landshøvdingar fyri navns Míns skuld.

2
Lukas 21:13 Lukas

Tað skal verða tykkum til vitnisburð.

2
Lukas 21:14 Lukas

Leggið tykkum tí á hjarta, at tit skulu ikki frammanundan grunda á, hvussu tit skulu verja tykkum!

2
Lukas 21:15 Lukas

Tí Eg skal geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera førir fyri at standa ímóti ella mótsiga.

2
Lukas 21:16 Lukas

Tit skulu verða sviknir enntá av foreldrum, brøðrum, frændum og vinum, og tey skulu drepa nakrar av tykkum.

2
Lukas 21:17 Lukas

Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld.

2
Lukas 21:18 Lukas

Men ikki hár á høvdi tykkara skal farast.

2
Lukas 21:19 Lukas

Við at vera áhaldandi skulu tit vinna sálir tykkara.

2
Lukas 21:20 Lukas

Men táið tit síggja Jerusalem kringsett av herliðum, skulu tit vita, at oyðing tess er nær.

2
Lukas 21:21 Lukas

Tá skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini; tey, sum inni í staðnum eru, skulu fara út úr honum, og tey, sum úti á bygdunum eru, skulu ikki fara inn í hann.

2
Lukas 21:22 Lukas

Tí hetta eru hevndardagarnir, táið alt tað, ið skrivað er, skal ganga út.

2
Lukas 21:23 Lukas

Men vei teimum, sum eru við barn, og teimum, sum geva bróst á teimum døgum! Tí tá skal vera stór neyð í landinum, og vreiði yvir hesum fólki.

2
Lukas 21:24 Lukas

Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðir, og Jerusalem skal liggja niðurtraðkað av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda.

2
Lukas 21:25 Lukas

Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa,

2
Lukas 21:26 Lukas

og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftir himmalsins skulu skakast.

2
Lukas 21:27 Lukas

Tá skal Menniskjasonurin verða sæddur koma í skýnum við mátti og miklari dýrd.

2
Lukas 21:28 Lukas

Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!“

2
Lukas 21:29 Lukas

Og Hann setti teimum fram líknilsi: „Hyggið fikutræið og øll trøini!

2