Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

sebra

204 versir um "sebra"

Versir

Síða 4 av 5
Orðtøkini 30:31 Orðtøkini

saðlaður stríðshestur, bukkurin, og kongur á odda í heri sínum.

2
Esaias 5:1 Esaias

Eg skal syngja song um vin mín, kærleikssong um víngarð Hansara. – Vinur mín hevði víngarð á fruktbørum heyggi.

2
Esaias 5:2 Esaias

Hann gróv hann um, hentaði grótið úr honum og plantaði góð víntrø í hann; Hann bygdi torn í honum og høgdi eisini persu. So væntaði Hann Sær heyst av góðum vínberum, men fekk einki uttan villber.

2
Esaias 5:3 Esaias

Og nú, íbúgvar Jerusalems og Judamenn, dømið millum Meg og víngarð Mín!

2
Esaias 5:4 Esaias

Hvat meiri var at gera við víngarðin! Hvat læt Eg vera ógjørt! Hví bar hann villber, táið Eg væntaði Mær góð vínber?

2
Esaias 5:5 Esaias

– So skal Eg nú lata tykkum vita, hvat Eg ætli at gera við víngarð Mín: Eg skal taka burtur stikið, so hann verður avetin, bróta niður múrin, so hann verður traðkaður niður.

2
Esaias 5:6 Esaias

Eg leggi hann í oyði; hann skal ikki verða skorin og ikki umgrivin, men ganga undir í tornum og tistlum, og skýggjunum skal Eg geva boð um ikki at senda honum regn.

2
Esaias 5:7 Esaias

Tí víngarður HARRANS Guds herskaranna er hús Ísraels, og Judamenn eru Honum kærastir av øllum, ið Hann hevur plantað. Hann væntaði rætt – men har verður úthelt blóð! Hann væntaði rættferð – men har eru neyðarróp!

2
Esaias 5:8 Esaias

Vei teimum, ið leggja hús aftrat húsi og jørð aftrat jørð, inntil einki pláss er eftir, so tit verða búgvandi einsamallir í landinum!

2
Esaias 5:9 Esaias

Í oyrum mínum ljóðar frá HARRANUM Gudi herskaranna: So sanniliga skulu mong hús verða oyðin, stór og góð hús standa tóm!

2
Esaias 5:10 Esaias

Tí víngarður, sum er tíggju daga pløgiland, skal geva av sær bat,* og táið homer verður sáaður, skal efa** verða heystað.

2
Esaias 5:11 Esaias

Vei teimum, ið fara tíðliga upp – at leita eftir sterkum drykki – og sum sita út á náttina – eldreyðir av víni!

2
Esaias 5:12 Esaias

Við sitarum og hørpum halda teir gildi, við trummum og floytum og víni – men verki HARRANS geva teir ikki gætur, og tað, ið hendur Hansara gera, síggja teir ikki!

2
Esaias 5:13 Esaias

Tí skal fólk Mítt verða flutt burtur, áðrenn tað veit av; stórmenn tess skulu líða hungur, og hin geylandi hópur skal fáa maktarloysi av tosta.

2
Esaias 5:14 Esaias

Ja, tí verður deyðaríkið enn átufrekari, tað gapar ómetaliga, og niður stoytast hinir stóru í býnum og hin geylandi, káti hópur, øll, ið stuttleika sær har.

2
Esaias 5:15 Esaias

Tá skal menniskjan verða boygd, maðurin eyðmýktur, hini stoltu skulu sláa eyguni niður!

2
Esaias 5:16 Esaias

Men HARRIN Gud herskaranna verður høgur við dómi Sínum; og hin heilagi Gud prógvar Seg heilagan við rættferð.

2
Esaias 5:17 Esaias

Og lomb skulu liggja har og eta sum á sínum egna haga, og jørð ríkmannanna verður løgd í oyði og etin upp av fremmandum.

2
Esaias 5:18 Esaias

Vei teimum, ið draga syndastraffina higar við lygibondum og syndabótina sum við vagntogum!

2
Esaias 5:19 Esaias

– sum siga: „Lat Hann vera skjótan og skunda Sær við verki Sínum, so vit fáa tað at síggja! Lat hin Heilaga Ísraels fullføra tað, ið Hann hevur ráðlagt, so vit kunnu læra tað at kenna!“

2
Esaias 5:20 Esaias

Vei teimum, ið kalla hitt ónda gott og hitt góða ónt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt!

2
Esaias 5:21 Esaias

Vei teimum, sum eru vísir í sínum egnu eygum og klókir í sínum egnu hugsanum!

2
Esaias 5:22 Esaias

Vei teimum, sum eru kappar at drekka vín og veldigir at blanda sterkan drykk,

2
Esaias 5:23 Esaias

teimum, sum fyri gávu geva honum rætt, ið órætt hevur, og ræna rættin frá hinum rættvísu!

2
Esaias 5:24 Esaias

Fyri hetta – eins og eldurin brennir upp hálm, og hoyggj søkkur saman í loganum, so skal rót teirra rotna, og blóma teirra fúka burtur sum dust; tí teir hava vrakað lóg HARRANS Guds herskaranna og vanvirt orð hins Heilaga Ísraels.

2
Esaias 5:25 Esaias

So tendrast tá vreiði HARRANS móti fólki Hansara, og Hann rættir út hondina móti tí og slær tað, so fjøllini nøtra, og líkini liggja sum skarnið á gøtuni. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.

2
Esaias 5:26 Esaias

Hann reisir hermerki fyri heidningafólkini langt burtur og bríkslar fíggindan higar frá enda jarðarinnar – og hygg, hann kemur bæði kvikur og lættur!

2
Esaias 5:27 Esaias

Eingin teirra er móður ella snávar, eingin blundar, og eingin svevur, beltið um lendarnar fer ikki upp, og eingin skóreim slitnar.

2
Esaias 5:28 Esaias

Pílar fíggindans eru hvestir, og allir bogar hansara eru spentir; hógvarnir á hestum hansara eru sum tinnan, og vagnhjólini líkjast harðveðri.

2
Esaias 5:29 Esaias

Hann brølar sum leyvan, hann grenjar sum ungleyvurnar; brølandi grípur hann rán sítt og ber tað burtur – og eingin er, sum bjargar.

2
Esaias 5:30 Esaias

Tað dunar inn yvir tað* tann dag, sum havið dunar; og hyggur ein út yvir jørðina, so er myrkur og neyð, ljósið dimmist av tungum skýggjum!

2
Jóhannes 1:1 Jóhannes

Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.

2
Ápostlasøgan 10:14 Ápostlasøgan

Men Pætur svaraði: „Minni enn so, Harri! Aldri havi eg etið nakað vanheilagt ella óreint.“

2
Fyrra Korintbrævið 1:18 Fyrra Korintbrævið

Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.

2
Kolossibrævið 1:16 Kolossibrævið

Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga – veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald – alt er skapt við Honum og til Hansara,

2
Opinberingin 4:11 Opinberingin

„Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“

2
Opinberingin 5:5 Opinberingin

Men ein av hinum elstu segði við meg: „Grát ikki! Leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids, hevur sigrað og kann lata upp bókrulluna og hini sjey innsigli hennara.“

2
Opinberingin 12:1 Opinberingin

Stórt tekin sást í Himli: Kvinna, klædd í sólina, við mánanum undir fótunum og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum.

2
Opinberingin 12:2 Opinberingin

Hon var við barn og rópti í barnsneyð og føðingarverkjum.

2
Opinberingin 12:3 Opinberingin

Annað tekin sást í Himli: Stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn og á høvdum sínum sjey krúnur.

2
Opinberingin 12:4 Opinberingin

Hali hansara dró triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, ið eiga skuldi, fyri at gloypa barni hennara, táið hon hevði átt tað.

2
Opinberingin 12:5 Opinberingin

Hon átti dreingjabarn, sum skal stýra øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð rykt burtur til Gud og hásæti Hansara.

2
Opinberingin 12:6 Opinberingin

Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina; har hevur hon stað, sum av Gudi er gjørt henni til reiðar, at hon har skuldi fáa føði sína 1260 dagar.

2
Opinberingin 12:7 Opinberingin

Bardagi varð í Himli: Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan, og drekin og einglar hansara bardust.

2
Opinberingin 12:8 Opinberingin

Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli.

2
Opinberingin 12:9 Opinberingin

Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.

2
Opinberingin 12:10 Opinberingin

Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: „Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt.

2
Opinberingin 12:11 Opinberingin

Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns; teir elskaðu ikki lív sítt – líka til deyðan!

2
Opinberingin 12:12 Opinberingin

Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva! – Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara – í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“

2
Opinberingin 12:13 Opinberingin

Táið drekin sá, at hann var kastaður niður á jørðina, legði hann eftir kvinnuni, sum hevði átt dreingjabarnið.

2