Sámuel

137 versir um "Sámuel"

Versir

Síða 3 av 3
Fyrra Sámuelsbók 1:18 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði hon: „Lat tænastukvinnu tína finna náði fyri eygum tínum!“ – So fór kvinnan avstað, og nú át hon og sá ikki longur so sorgarbundin út.

2
Fyrra Sámuelsbók 1:19 Fyrra Sámuelsbók

Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp og tilbóðu fyri ásjón HARRANS; so fóru tey avstað og komu heimaftur til sín sjálvs í Rama. Og Elkana kom konu síni Hannu nær, og HARRIN mintist hana;

2
Fyrra Sámuelsbók 1:21 Fyrra Sámuelsbók

Táið nú Elkana við øllum húsi sínum fór hagar aftur at bera HARRANUM fram hitt árliga ofrið og lyftisoffur sítt,

2
Fyrra Sámuelsbók 1:22 Fyrra Sámuelsbók

fór Hanna ikki við; tí hon segði við mann sín: „Eg skal bíða, inntil drongurin er vandur av brósti; tá skal eg fara hagar við honum, so hann kann verða leiddur fram fyri ásjón HARRANS og verða verandi har við alla.“

2
Fyrra Sámuelsbók 1:23 Fyrra Sámuelsbók

Elkana, maður hennara, segði við hana: „Ger, sum tær tykir best, verð heima, inntil tú hevur vant hann av brósti! Hevði HARRIN bert uppfylt orð Sítt!“ So varð konan tá verandi heima og hevði son sín á brósti, inntil hon vandi hann av.

2
Fyrra Sámuelsbók 1:24 Fyrra Sámuelsbók

Men táið hon hevði vant hann av, tók hon hann við sær hagar og hevði eisini við sær tríggjar tarvar, efu av mjøli og skinnsekk við víni; so fór hon við honum inn í hús HARRANS í Silo. Men drongurin var enn heilt lítil.

2
Fyrra Sámuelsbók 1:25 Fyrra Sámuelsbók

So drópu tey ein tarv og fóru síðani inn til Eli við dronginum.

2
Fyrra Sámuelsbók 1:26 Fyrra Sámuelsbók

Og hon segði: „Hoyr meg, harri! So satt sum tú livir, harri, eg eri kvinnan, ið stóð her hjá tær og bað til HARRAN.

2
Fyrra Sámuelsbók 1:27 Fyrra Sámuelsbók

Henda drongin var tað, eg bað um, og HARRIN gav mær tað, ið eg bað Hann um.

2
Fyrra Sámuelsbók 1:28 Fyrra Sámuelsbók

Tí gevi eg nú HARRANUM hann aftur; so leingi sum hann livir, skal hann vera HARRANUM givin!“ – Og tey tilbóðu HARRAN har.

2
Fyrra Sámuelsbók 7:15 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel var dómari í Ísrael, so leingi sum hann livdi.

2
Fyrra Sámuelsbók 7:16 Fyrra Sámuelsbók

Á hvørjum ári ferðaðist hann um til Betel, Gilgal og Mizpa og dømdi Ísrael á øllum hesum støðum.

2
Fyrra Sámuelsbók 7:17 Fyrra Sámuelsbók

So fór hann heimaftur til Rama; tí har búði hann, og har dømdi hann Ísrael. Hann reisti HARRANUM altar har.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:1 Fyrra Sámuelsbók

Táið Sámuel var vorðin gamal, setti hann synir sínar til dómarar í Ísrael.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:2 Fyrra Sámuelsbók

– Hin frumborni sonur hansara æt Jóel, og hin sonur hansara Abia; teir dømdu í Be’erseba. –

2
Fyrra Sámuelsbók 8:3 Fyrra Sámuelsbók

Men synir hansara gingu ikki í fótasporum hansara; teir lógu eina eftir egnum vinningi, tóku mutur og boygdu rættin.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:4 Fyrra Sámuelsbók

Tá komu allir hinir elstu í Ísrael saman, fóru til Sámuel í Rama

2
Fyrra Sámuelsbók 8:5 Fyrra Sámuelsbók

og søgdu við hann: „Tú ert nú vorðin gamal, og synir tínir ganga ikki í fótasporum tínum. Set okkum tí nú kong at døma okkum, eins og allar aðrar tjóðir hava!“

2
Fyrra Sámuelsbók 8:6 Fyrra Sámuelsbók

Men tað dámdi Sámuel illa, at teir søgdu: „Gev okkum kong, sum kann døma okkum!“ – Og Sámuel bað til HARRAN.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:7 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði HARRIN við Sámuel: „Akta fólkið í øllum, sum teir siga við teg! Tað er ikki teg, ið teir vraka; tað er Meg, ið teir vraka og ikki vilja hava til kong longur.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:8 Fyrra Sámuelsbók

Sum teir hava borið seg at móti Mær, frá tí degi Eg leiddi teir út av Egyptalandi og líka til henda dag – teir vendu Mær bakið og dýrkaðu aðrar gudar – so bera teir seg nú at móti tær við!

2
Fyrra Sámuelsbók 8:9 Fyrra Sámuelsbók

Men akta nú orð teirra! Tó skalt tú av álvara vitna fyri teimum og minna teir um, hvussu hann fer at bera seg at, kongurin, ið kemur at ráða yvir teimum!“

2
Fyrra Sámuelsbók 8:10 Fyrra Sámuelsbók

Alt hetta, ið HARRIN hevði sagt, segði nú Sámuel fólkinum, sum kravdi hann eftir kongi.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:11 Fyrra Sámuelsbók

Hann segði: „So fer hann at bera seg at, kongurin, ið kemur at ráða yvir tykkum: Synir tykkara fer hann at taka og seta teir við vagn sín og hestar sínar, so teir noyðast at renna fyri vagni hansara;

2
Fyrra Sámuelsbók 8:12 Fyrra Sámuelsbók

hann fer at seta teir til høvuðsmenn yvir túsund og høvuðsmenn yvir fimmti, til at pløga og heysta hjá sær og til at gera sær krígsamboð og vagntól.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:13 Fyrra Sámuelsbók

Døtur tykkara fer hann at taka og seta tær at blanda salvur, at kóka og baka.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:14 Fyrra Sámuelsbók

Tað besta av jørð tykkara og víngørðum og oljugørðum tykkara fer hann at taka og geva tænarum sínum.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:15 Fyrra Sámuelsbók

Hann fer at taka tíggjund av økrum og víngørðum tykkara og geva hirðmonnum og tænarum sínum.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:16 Fyrra Sámuelsbók

Trælir og trælkvinnur tykkara og bestu dreingir tykkara, somuleiðis neyt og esil tykkara, fer hann at taka og hava at arbeiða hjá sær.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:17 Fyrra Sámuelsbók

Av smáfæi tykkara fer hann at taka tíggjund – og sjálvir skulu tit verða trælir hansara!

2
Fyrra Sámuelsbók 8:18 Fyrra Sámuelsbók

Táið tit so ein dag rópa til HARRAN undan kongi tykkara, sum tit hava valt tykkum, skal HARRIN ikki svara tykkum!“

2
Fyrra Sámuelsbók 8:19 Fyrra Sámuelsbók

Men fólkið vildi ikki lurta eftir Sámuel; teir søgdu: „Nei, vit vilja hava kong yvir okkum!

2
Fyrra Sámuelsbók 8:20 Fyrra Sámuelsbók

Vit vilja vera sum allar hinar tjóðirnar; kongur okkara skal døma okkum, og hann skal fara út á odda hjá okkum og føra kríggj okkara!“

2
Fyrra Sámuelsbók 8:21 Fyrra Sámuelsbók

Táið Sámuel hevði hoyrt alt, ið fólkið segði, bar hann tað fram fyri HARRAN.

2
Fyrra Sámuelsbók 8:22 Fyrra Sámuelsbók

Og HARRIN segði við Sámuel: „Akta orð teirra og set kong yvir tey!“ Sámuel segði tá við Ísraelsmenn: „Farið heimaftur, hvør til bý sín!“

2
Fyrra Sámuelsbók 10:1 Fyrra Sámuelsbók

Nú tók Sámuel oljufløskuna, helti oljuna út yvir høvd hansara, kysti hann og segði: „Hevur HARRIN ikki salvað teg til høvdinga yvir fólki Sínum, Ísrael!

2
Fyrra Krønikubók 9:22 Fyrra Krønikubók

Allir hesir, ið vóru útvaldir til at halda vakt við dyrnar, vóru tilsamans 212; teir vóru uppskrivaðir í ættarbøkur eftir bygdum sínum; Dávid og Sámuel síggjari høvdu innsett teir í embæti teirra.

2