Sámuel
137 versir um "Sámuel"
Versir
Síða 2 av 3Fyrra Sámuelsbók 12:11 Fyrra Sámuelsbók
So sendi HARRIN Jerubba’al, Bedan*, Jefta og Sámuel og bjargaði tykkum av hondum fígginda tykkara rundanum, so tit fingu búð tryggir.
Fyrra Sámuelsbók 12:12 Fyrra Sámuelsbók
Men táið tit sóu, at Nahas ammonitakongur herjaði á tykkum, søgdu tit við meg: „Nei, kongur skal ráða yvir okkum!“ – Og HARRIN Gud tykkara var tó kongur tykkara!
Fyrra Sámuelsbók 12:13 Fyrra Sámuelsbók
Og nú – her stendur kongurin, sum tit hava valt og kravt – HARRIN hevur sett kong yvir tykkum!
Fyrra Sámuelsbók 12:14 Fyrra Sámuelsbók
Óttast tit nú HARRAN og tæna Honum og akta Hann, so tit ikki standa orði HARRANS ímóti, men fylgja HARRANUM Gudi tykkara eftir, bæði tit og kongurin, ið yvir tykkum ræður, [so skal HARRIN vera við tykkum].
Fyrra Sámuelsbók 12:15 Fyrra Sámuelsbók
Men akta tit ikki HARRAN, men standa orði HARRANS ímóti, so skal hond HARRANS vera móti tykkum sum móti fedrum tykkara.
Fyrra Sámuelsbók 12:16 Fyrra Sámuelsbók
Stígið nú fram og síggið tað veldiga verk, ið HARRIN fer at gera fyri eygum tykkara!
Fyrra Sámuelsbók 12:17 Fyrra Sámuelsbók
Hava vit ikki hveitiheyst nú! Men eg skal rópa til HARRAN, og Hann skal senda toru og regn – so tit kunnu sanna og síggja, at tað í eygum HARRANS var stórt misbrot, ið tit gjørdu, táið tit kravdu kong!“
Fyrra Sámuelsbók 12:18 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel rópti nú til HARRAN, og HARRIN sendi henda sama dag toru og regn. Tá fall stórur ótti á alt fólkið fyri HARRANUM og Sámuel.
Fyrra Sámuelsbók 12:19 Fyrra Sámuelsbók
Og alt fólkið segði við Sámuel: „Bið til HARRAN Gud tín fyri tænarum tínum, so vit doyggja ikki fyri tað, at vit aftrat øllum hinum syndum okkara hava lagt hetta misbrotið at krevja kong!“
Fyrra Sámuelsbók 12:20 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Sámuel við fólkið: „Óttist ikki! Víst hava tit gjørt alt hetta illa, men víkið nú bert ikki frá HARRANUM, men tænið HARRANUM av øllum hjarta tykkara!
Fyrra Sámuelsbók 12:21 Fyrra Sámuelsbók
Farið ikki av leið! Tí so mugu tit fylgja hinum tómu avgudum, sum hvørki kunnu hjálpa ella frelsa, tí teir eru berur tómleiki.
Fyrra Sámuelsbók 12:22 Fyrra Sámuelsbók
Tí fyri stóra navns Síns skuld skal HARRIN ikki venda fólki Sínum bakið – við tað at tað nú var vilji HARRANS at gera tykkum til fólk Sítt.
Fyrra Sámuelsbók 12:23 Fyrra Sámuelsbók
Og eg – langt veri tað frá mær at synda móti HARRANUM og geva uppat at biðja fyri tykkum! Eg skal eisini vísa tykkum hin góða og beina veg.
Fyrra Sámuelsbók 12:24 Fyrra Sámuelsbók
– Men óttist HARRAN og tænið Honum av sonnum, av øllum hjarta tykkara! Hyggið stórverkini, ið Hann hevur gjørt fyri tykkum!
Fyrra Sámuelsbók 12:25 Fyrra Sámuelsbók
Men bera tit tykkum illa at, so skulu bæði tit og kongur tykkara týnast!“
Seinna Sámuelsbók 12:1 Seinna Sámuelsbók
HARRIN sendi Natan til Dávid. Táið hann kom inn til hansara, segði hann við hann: „Tveir menn vóru í einum býi; annar var ríkur, og hin fátækur.
Seinna Sámuelsbók 12:2 Seinna Sámuelsbók
Hin ríki hevði mongd av smáfæi og neytum;
Seinna Sámuelsbók 12:3 Seinna Sámuelsbók
men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið lamb, sum hann hevði keypt og føtt inni; tað vaks upp hjá honum saman við børnum hansara; tað át av breyði hansara, drakk úr bikari hansara, lá í fangi hansara – og var honum sum dóttir.
Seinna Sámuelsbók 12:4 Seinna Sámuelsbók
Men táið hin ríki maðurin einaferð fekk gest, tykti honum ov mikið fyri at taka av smáfæi ella neytum sínum at seta fyri ferðamannin, ið komin var til hansara; nei, hann tók lamb hins fátæka mans og borðreiddi við tí fyri gestinum, ið hann hevði fingið.“
Seinna Sámuelsbók 12:5 Seinna Sámuelsbók
Tá varð Dávid so spinnandi illur inn á henda mann, og hann segði við Natan: „So satt sum HARRIN livir – tann maður, ið hetta gjørdi, hann skal lata lív!
Seinna Sámuelsbók 12:6 Seinna Sámuelsbók
Og lambið skal hann bøta fýrfalt aftur, tí hann bar seg so at og vísti ikki miskunn.“
Seinna Sámuelsbók 12:7 Seinna Sámuelsbók
Men Natan segði við Dávid: „Tú ert maðurin! – So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og Eg bjargaði tær av hondum Sauls;
Seinna Sámuelsbók 12:8 Seinna Sámuelsbók
Eg gav tær hús harra tíns og legði konur harra tíns í favn tín; Eg gav tær hús Ísraels og hús Juda – og var hetta ov lítið, so skuldi Eg givið tær meiri aftrat, bæði eitt og annað.
Seinna Sámuelsbók 12:9 Seinna Sámuelsbók
Hví hevur tú tá vanvirt orð HARRANS og gjørt tað, sum ónt er í eygum Hansara? Uria Hetit hevur tú dripið við svørði; konu hansara hevur tú tikið tær sjálvum til konu, og hann hevur tú dripið við svørði Ammonita.
Seinna Sámuelsbók 12:10 Seinna Sámuelsbók
Tí skal nú svørðið aldri víkja frá húsi tínum – aftur fyri at tú hevur vanvirt Meg og tikið konu Uria Hetit til konu tína!
Seinna Sámuelsbók 12:11 Seinna Sámuelsbók
So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma á teg úr tínum egna húsi; fyri eygum tínum skal Eg taka konur tínar og geva øðrum manni tær, og hann skal liggja hjá konum tínum mitt á ljósum degi.
Seinna Sámuelsbók 12:12 Seinna Sámuelsbók
Tí tú gjørdi hetta í loynd, men Eg skal gera hetta fyri eygum als Ísraels og mitt á ljósum degi.“
Seinna Sámuelsbók 12:13 Seinna Sámuelsbók
Tá segði Dávid við Natan: „Eg havi syndað móti HARRANUM!“ Natan segði við Dávid: „So hevur HARRIN eisini tikið synd tína burtur – tú skalt ikki doyggja.
Seinna Sámuelsbók 12:14 Seinna Sámuelsbók
Men aftur fyri at tú við at bera teg so at hevur gjørt, at fíggindar HARRANS fáa spottað, so skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja.“
Seinna Sámuelsbók 12:15 Seinna Sámuelsbók
Síðani fór Natan aftur til hús. Og HARRIN sló barnið, ið Dávid hevði fingið við konu Uria – tað varð ógvuliga sjúkt.
Sálmarnir 99:6 Sálmarnir
Móses og Áron vóru millum prestar Hansara, og Sámuel millum teir, ið ákallaðu navn Hansara; teir róptu til HARRAN, og Hann svaraði teimum.
Ápostlasøgan 3:24 Ápostlasøgan
Somuleiðis allir profetarnir frá Sámuel og úteftir, so mangir sum hava talað, hava eisini sagt, at hesir dagar skuldu koma.
Hebrearabrævið 11:32 Hebrearabrævið
– Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum,
Fyrra Sámuelsbók 1:1 Fyrra Sámuelsbók
Í Ramatajim-Zofim á Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Elkana; hann var sonur Jeroham, son Elihu, son Tohu, son Zuf, ein Efra’imit.
Fyrra Sámuelsbók 1:2 Fyrra Sámuelsbók
Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna, og onnur Peninna; Peninna átti børn, men Hanna ikki.
Fyrra Sámuelsbók 1:3 Fyrra Sámuelsbók
Hesin maður fór á hvørjum ári úr býi sínum at tilbiðja HARRAN Gud herskaranna og ofra til Hansara í Silo; har vóru báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, prestar fyri HARRANUM.
Fyrra Sámuelsbók 1:4 Fyrra Sámuelsbók
Og táið dagurin kom, at Elkana bar fram offur sítt, gav hann konu síni Peninnu og øllum sonum og døtrum hennara hvørjum sítt stykki av ofrinum;
Fyrra Sámuelsbók 1:5 Fyrra Sámuelsbók
men Hannu gav hann dupult so stórt stykki; tí hann elskaði Hannu, tóat HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.
Fyrra Sámuelsbók 1:6 Fyrra Sámuelsbók
Hin kona hansara plagdi eisini – fyri at loypa ilt í hana – at arga hana nógv við tí, at HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.
Fyrra Sámuelsbók 1:7 Fyrra Sámuelsbók
Soleiðis gekk ár eftir ár: Hvørja ferð tey fóru til hús HARRANS, argaði hon hana á henda hátt – og so græt hon og vildi einki eta.
Fyrra Sámuelsbók 1:8 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Elkana, maður hennara, við hana: „Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú ikki? Hví ert tú so sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?“
Fyrra Sámuelsbók 1:9 Fyrra Sámuelsbók
So var tað, einaferð tey høvdu etið og drukkið í Silo, tá reistist Hanna – Eli, presturin, sat á stóli sínum við durastavin í halgidómi HARRANS –
Fyrra Sámuelsbók 1:10 Fyrra Sámuelsbók
og í hjartasorg síni bað hon til HARRAN og græt sárliga.
Fyrra Sámuelsbók 1:11 Fyrra Sámuelsbók
Og hon gjørdi lyfti og segði: „HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!“
Fyrra Sámuelsbók 1:12 Fyrra Sámuelsbók
Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón HARRANS, og Eli fylgdi við eygunum munni hennara;
Fyrra Sámuelsbók 1:13 Fyrra Sámuelsbók
men við tað at Hanna bað innantanna, og bert varrar hennara rørdust, men rødd hennara hoyrdist ikki, so helt Eli hana vera drukna
Fyrra Sámuelsbók 1:14 Fyrra Sámuelsbók
og segði við hana: „Hvussu leingi fert tú at ganga og vera drukkin? Síggj til, at tú letur renna av tær!“
Fyrra Sámuelsbók 1:15 Fyrra Sámuelsbók
Men Hanna svaraði: „Nei, harri! Eg eri kvinna, ið ber tunga sorg í hjartanum; vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg úthelti bert hjarta mítt fyri ásjón HARRANS.
Fyrra Sámuelsbók 1:16 Fyrra Sámuelsbók
Halt ikki tænastukvinnu tína vera vánakonufólk! Nei, alla tíðina havi eg talað út av stóru sorg og gremju míni!“
Fyrra Sámuelsbók 1:17 Fyrra Sámuelsbók
Eli svaraði: „Far í friði! Gud Ísraels skal geva tær tað, ið tú hevur biðið Hann um!“