Samson og Delilah
118 versir um "Samson og Delilah"
Versir
Síða 3 av 3Dómararnir 13:8 Dómararnir
Tá bað Manoa til HARRAN og segði: „Hoyr meg, Harri! Lat hin gudsmannin, ið Tú sendi, koma aftur til okkara og læra okkum, hvussu vit skulu bera okkum at við drongin, ið føðast skal!“
Dómararnir 13:9 Dómararnir
Gud bønhoyrdi Manoa; eingil Guds kom aftur til kvinnuna, einaferð hon sat úti á markini; Manoa, maður hennara, var ikki hjá henni.
Dómararnir 13:10 Dómararnir
Tá skundaði kvinnan sær við tað sama avstað og segði manni sínum tað; hon segði við hann: „Nú hevur hann aftur víst seg fyri mær, maðurin, ið kom til mín hin dagin!“
Dómararnir 13:11 Dómararnir
Manoa reisti seg nú og fór við konu síni; táið hann kom til mannin, segði hann við hann: „Ert tú maðurin, ið tosaði við konu mína?“ Hann svaraði: „Ja!“
Dómararnir 13:12 Dómararnir
So segði Manoa: „Táið nú orð tíni ganga út, hvussu skulu vit tá bera okkum at við drongin? Hvat skulu vit gera við hann?“
Dómararnir 13:13 Dómararnir
Eingil HARRANS svaraði Manoa: „Kvinnan skal varða seg fyri øllum, ið eg nevndi fyri henni.
Dómararnir 13:14 Dómararnir
Einki av tí, sum á víntrænum veksur, má hon eta; vín og sterkan drykk má hon ikki drekka, og einki óreint má hon eta – alt tað, ið eg álegði henni, skal hon halda.“
Dómararnir 13:15 Dómararnir
Tá segði Manoa við eingil HARRANS: „Kanst tú ikki steðga her eitt sindur, so vit kunnu gera til eitt geitarlamb og seta fyri teg?“
Dómararnir 13:16 Dómararnir
Men eingil HARRANS svaraði Manoa: „Um tú so fært meg at steðga, eti eg kortini ikki av mati tínum, men vilt tú gera brennioffur til, skalt tú ofra tað til HARRAN.“ – Tí Manoa visti ikki, at tað var eingil HARRANS.
Dómararnir 13:17 Dómararnir
Manoa segði við eingil HARRANS: „Hvussu eitur tú? – Táið orð tíni ganga út, skulu vit vísa tær heiður.“
Dómararnir 13:18 Dómararnir
Men eingil HARRANS svaraði: „Hví spyrt tú um navn mítt? Tú skalt vita, at tað er undurfult.“
Dómararnir 13:19 Dómararnir
Nú tók Manoa geitarlambið og matofrið og ofraði tað á klettinum til HARRAN. Tá læt Hann undur henda, so Manoa og kona hansara sóu:
Dómararnir 13:20 Dómararnir
Táið login steig upp av altarinum móti himli, fór eingil HARRANS upp í altarloganum, so Manoa og kona hansara sóu. Tá fullu tey til jarðar á andlit sítt.
Dómararnir 13:21 Dómararnir
Eingil HARRANS vísti seg ikki uppaftur fyri Manoa og konu hansara; tá skilti Manoa, at tað var eingil HARRANS.
Dómararnir 13:22 Dómararnir
Og Manoa segði við konu sína: „Tað er vist, at vit doyggja! – Vit hava jú sæð Gud!“
Dómararnir 13:23 Dómararnir
Men kona hansara svaraði honum: „Hevði HARRIN ætlað at dripið okkum, so hevði Hann ikki tikið við brenniofri og matofri frá okkum, ei heldur latið okkum sæð alt hetta og nú kunngjørt okkum slíkt!“
Dómararnir 13:24 Dómararnir
Kvinnan átti tá son, sum hon gav navnið Samson. Drongurin vaks til, og HARRIN signaði hann.
Dómararnir 13:25 Dómararnir
Og Andi HARRANS byrjaði at virka á hann í tilhaldi Dans, millum Zora og Estaol.