Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

rættarmál

230 versir um "rættarmál"

Versir

Síða 5 av 5
Markus 7:8 Markus

Tit beina boð Guds av vegnum og halda viðtøku manna!“

3
Markus 7:9 Markus

Og Hann segði við teir: „Vakurt er! Tit gera boð Guds til einkis fyri at halda viðtøku tykkara!

3
Markus 7:10 Markus

Tí Móses hevur sagt: „Ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.“

3
Markus 7:11 Markus

Men tit siga: „Táið maður sigur við faðir ella móður: „Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, skal vera korban““ (tað er tempulgáva)

3
Markus 7:12 Markus

– tá geva tit honum ikki longur loyvi at gera nakað fyri faðir ella móður.

3
Markus 7:13 Markus

Soleiðis gera tit orð Guds til einkis við viðtøku tykkara, sum tit hava álagt menniskjum. Og mangt tílíkt gera tit.“

3
Markus 7:14 Markus

So kallaði Hann aftur fólkið til Sín og segði við tey: „Hoyrið Meg øll og fatið!

3
Markus 7:15 Markus

Einki uttan fyri menniskjað kann, um tað fer inn í tað, gera tað óreint; men tað, sum út fer úr menniskjanum, er tað, sum ger menniskjað óreint.

3
Markus 7:16 Markus

Tann, sum hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!“

3
Markus 7:17 Markus

Táið Hann nú var komin inn í eitt hús, burtur frá fólkinum, spurdu lærisveinar Hansara Hann um hetta líknilsið.

3
Markus 7:18 Markus

Hann svaraði teimum: „Eru eisini tit so skilaleysir? Skilja tit ikki, at einki, sum uttanfrá kemur inn í menniskjað, kann gera tað óreint?

3
Markus 7:19 Markus

Tað fer jú ikki inn í hjarta tess, men í magan, og fer út hin náttúrliga vegin, soleiðis sum øll føði verður reinsað.“

3
Markus 7:20 Markus

Men Hann segði: „Tað, sum út fer úr menniskjanum, tað ger menniskjað óreint.

3
Markus 7:21 Markus

Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir: Siðloysi, stuldur, manndráp,

3
Markus 7:22 Markus

hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska.

3
Markus 7:23 Markus

Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjað óreint.“

3
Markus 7:24 Markus

Hann reistist nú og fór haðani, til landið við Týrus og Sidon. Har fór Hann inn í eitt hús og vildi ikki, at nakar skuldi fáa tað at vita. Og kortini duldist tað ikki;

3
Markus 7:25 Markus

nei, móðir eina smágentu, ið hevði óreinan anda, hevði hoyrt um Hann, og kom við tað sama og fall niður fyri fótum Hansara.

3
Markus 7:26 Markus

Hon var heiðin kvinna, ættað úr Sýrofønikia. Hon bað Hann um at reka hin illa andan út úr dóttur síni.

3
Markus 7:27 Markus

Men Hann segði við hana: „Lat børnini fyrst verða mett! Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og blaka tað fyri hinar smáu hundar.“

3
Markus 7:28 Markus

Hon svaraði Honum: „Tað er satt, Harri! Hinir smáu hundar eta jú eisini undir borðinum av molum barnanna.“

3
Markus 7:29 Markus

Tá segði Hann við hana: „Fyri hetta orðið – far! Hin illi andin er farin út úr dóttur tíni.“

3
Markus 7:30 Markus

So fór hon avstað heim til hús og fann barnið liggjandi á songini, og hin illi andin var farin út.

3
Markus 7:31 Markus

Táið Hann fór avstað aftur úr landinum við Týrus, kom Hann gjøgnum Sidon til vatnið í Galilea, mitt ígjøgnum Dekapolislandið.

3
Markus 7:32 Markus

Tey komu nú til Hansara við manni, ið var deyvur og illa fekk tosað; og tey bóðu Hann um at leggja hondina á hann.

3
Markus 7:33 Markus

Tá tók Hann hann avsíðis burtur frá fólkinum og stakk fingrarnar inn í oyru hansara, spýtti og nam við tungu hansara,

3
Markus 7:34 Markus

hugdi upp móti himli, suffaði og segði við hann: „Effata!“ – Tað er: Lat teg upp!

3
Markus 7:35 Markus

Við tað sama opnaðust oyru hansara, tunguband hansara varð loyst, og hann talaði reint.

3
Markus 7:36 Markus

Hann legði teimum eina við ikki at siga nøkrum tað; men tess meiri Hann álegði teimum, tess meiri kunngjørdu tey tað.

3
Markus 7:37 Markus

Og tey vórðu ovfarin og sligin av undran og søgdu: „Hann hevur gjørt alt væl; Hann bæði ger, at deyv hoyra, og at málleys tala!“

3