Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

rættarmál

230 versir um "rættarmál"

Versir

Síða 4 av 5
Fimta Mósebók 28:67 Fimta Mósebók

Um morgunin skalt tú siga: „Eg vildi, at kvøldið var komið!“ og um kvøldið: „Eg vildi, at morgunin var komin!“ – Slíka angist skalt tú kenna í hjartanum, og so ræðuligt verður tað, ið tú sært fyri eygum tínum.

3
Fimta Mósebók 28:68 Fimta Mósebók

HARRIN skal á skipum flyta teg aftur til Egyptalands – ta leiðina, ið Eg lovaði tær, at tú aldri skuldi fáa at síggja aftur; har skulu tit verða boðin fíggindum tykkara til keyps sum trælir og trælkvinnur, men eingin skal vilja keypa tykkum.“

3
Matteus 5:38 Matteus

Tit hava hoyrt, at sagt er: „Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn!“

3
Matteus 5:39 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!

3
Matteus 15:1 Matteus

Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerusalem til Jesus og søgdu:

3
Matteus 15:2 Matteus

„Hví bróta lærisveinar Tínir viðtøku hinna gomlu? Teir vaska sær jú ikki um hendurnar, táið teir fara at eta.“

3
Matteus 15:3 Matteus

Hann svaraði teimum: „Hví bróta tit sjálvir boð Guds við viðtøkum tykkara?

3
Matteus 15:4 Matteus

Gud gav jú hetta boð: „Ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.“

3
Matteus 15:5 Matteus

Men tit siga: „Tann, ið sigur við faðir ella móður: „Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, lati eg sum tempulgávu!“ er ikki bundin at æra faðir sín ella móður sína.“

3
Matteus 15:6 Matteus

Soleiðis hava tit gjørt lóg Guds til einkis við viðtøkum tykkara.

3
Matteus 15:7 Matteus

Hyklarar tykkara! Beint profeteraði Esaias um tykkum, táið Hann segði:

3
Matteus 15:8 Matteus

„Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt frá Mær.

3
Matteus 15:9 Matteus

Tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.““

3
Matteus 15:10 Matteus

Hann kallaði nú fólkið til Sín og segði við tey: „Hoyrið og fatið!

3
Matteus 15:11 Matteus

Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað, sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.“

3
Matteus 15:12 Matteus

Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: „Veitst Tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av hasum orði, ið teir hoyrdu?“

3
Matteus 15:13 Matteus

Hann svaraði: „Hvør planta, ið himmalski Faðir Mín ikki hevur plantað, skal verða rykt upp við rót.

3
Matteus 15:14 Matteus

Latið teir fara! Blindir vegleiðarar eru teir blindum; og táið blindur leiðir blindan, falla báðir í grøvina.“

3
Matteus 15:15 Matteus

Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: „Útlegg okkum hatta líknilsið!“

3
Matteus 15:16 Matteus

Hann segði: „Fata eisini tit so lítið enn?

3
Matteus 15:17 Matteus

Skilja tit ikki, at alt tað, sum inn fer í munnin, fer í magan og verður leitt út hin náttúrliga vegin?

3
Matteus 15:18 Matteus

Men tað, sum út fer av munninum, kemur úr hjartanum, og tað er tað, sum ger menniskjað óreint.

3
Matteus 15:19 Matteus

Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan.

3
Matteus 15:20 Matteus

Hetta er tað, sum ger menniskjað óreint; men at eta við óvaskaðum hondum ger ikki menniskjað óreint.“

3
Matteus 15:21 Matteus

Jesus fór so haðani og kom Sær burtur til landið við Týrus og Sidon.

3
Matteus 15:22 Matteus

Tá kom kánaneisk kvinna haðani av leið; hon rópti: „Harri, sonur Dávids, miskunna mær! Dóttir mín verður svárt plágað av illum anda.“

3
Matteus 15:23 Matteus

Men Hann svaraði henni ikki orð. Tá komu lærisveinarnir til Hansara og bóðu Hann: „Slepp Tær frá henni, tí hon rópar eftir okkum!“

3
Matteus 15:24 Matteus

Hann svaraði: „Eg eri ikki sendur út til onnur enn hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels.“

3
Matteus 15:25 Matteus

Men hon kom, fall niður fyri Honum og segði: „Harri, hjálp mær!“

3
Matteus 15:26 Matteus

Tá svaraði Hann: „Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og kasta tað fyri hinar smáu hundar.“

3
Matteus 15:27 Matteus

Men hon segði: „Tað er satt, Harri! Men hinir smáu hundar eta jú av molunum, ið falla niður av borði harra teirra!“

3
Matteus 15:28 Matteus

Tá svaraði Jesus henni: „Kvinna! Trúgv tín er stór; tær verði sum tú vilt!“ Og dóttir hennara varð grødd frá somu stund.

3
Matteus 15:29 Matteus

Jesus fór nú burtur haðani og kom til vatnið í Galilea. Hann fór niðan á fjallið og settist har.

3
Matteus 15:30 Matteus

Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey –

3
Matteus 15:31 Matteus

so at fólkið undraðist, táið tey sóu, at stumm talaðu, kryplar vórðu grøddir, lamin gingu, og blind sóu; og tey prísaðu Gudi Ísraels.

3
Matteus 15:32 Matteus

Men Jesus kallaði til Sín lærisveinar Sínar og segði: „Mær tykir hjartaliga synd í fólkinum; tey hava longu verið her hjá Mær tríggjar dagar, og tey hava einki at eta. Og lata tey fara fastandi frá Mær vil Eg ikki, fyri at tey skulu ikki fáa maktarloysi á vegnum.“

3
Matteus 15:33 Matteus

Lærisveinarnir søgdu við Hann: „Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta hetta nógva fólk!“

3
Matteus 15:34 Matteus

Jesus segði við teir: „Hvussu mong breyð hava tit?“ Teir svaraðu: „Sjey, og so nakrar fáar smáfiskar.“

3
Matteus 15:35 Matteus

Tá beyð Hann fólkinum, at tað skuldi seta seg niður á jørðina.

3
Matteus 15:36 Matteus

So tók Hann hini sjey breyðini og fiskarnar, takkaði og breyt tey og fekk lærisveinunum; og lærisveinarnir góvu fólkinum.

3
Matteus 15:37 Matteus

Og tey ótu øll og vórðu mett. Síðani savnaðu teir saman avlopið av bitunum, sjey fullar kurvar.

3
Matteus 15:38 Matteus

Tey, sum etið høvdu, vóru 4000 menn, umframt kvinnur og børn.

3
Matteus 15:39 Matteus

Og táið Hann hevði latið fólkið fara, fór Hann í bátin og kom til landið við Magadan.

3
Markus 7:1 Markus

Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, sum komnir vóru úr Jerusalem, savnaðust nú um Hann.

3
Markus 7:2 Markus

Teir fingu tá at síggja nakrar av lærisveinum Hansara eta við „vanheilagum“, tað er óvaskaðum, hondum.

3
Markus 7:3 Markus

Tí Fariseararnir og allir Jødar eta ikki, uttan teir fyrst vaska sær um hendurnar, bæði væl og virðiliga; tí teir halda fast við viðtøku hinna gomlu.

3
Markus 7:4 Markus

Táið teir koma av torginum, eta teir heldur ikki, fyrrenn teir hava vaskað sær; og mangt annað er, sum teir hava viðtikið at halda, vask av bikarum, krússum, koparíløtum og beinkjum.

3
Markus 7:5 Markus

Tí spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu Hann: „Hví ganga lærisveinar Tínir ikki eftir viðtøku hinna gomlu, men eta við vanheilagum hondum?“

3
Markus 7:6 Markus

Men Hann svaraði teimum: „Beint profeteraði Esaias um tykkum, hyklarar tykkara! – sum skrivað er: „Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum, men hjarta teirra er langt frá Mær.

3
Markus 7:7 Markus

Og tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.“

3