ring fólk

131 versir um "ring fólk"

Versir

Síða 3 av 3
Onnur Mósebók 23:4 Onnur Mósebók

Finnur tú burturvilst neyt ella esil, sum fíggindi tín eigur, skalt tú fáa honum kríatúrið heimaftur.

2
Onnur Mósebók 23:5 Onnur Mósebók

Sært tú esil fígginda tíns liggja undir byrðini, mást tú ikki bjóða til at lata mannin óhjálpnan; nei, tú skalt hjálpa honum at loysa byrðina av.

2
Onnur Mósebók 23:6 Onnur Mósebók

Tú mást í ongari søk venda rættinum við hjá hinum fátæka, ið hjá tær býr.

2
Onnur Mósebók 23:7 Onnur Mósebók

Tú skalt halda teg langt burtur frá órættvísari søk og ikki veita hjálp til at fáa lívið av hinum sakleysa og rættvísa; tí tann, ið sekur er, hann dømi Eg ikki sakleysan!

2
Onnur Mósebók 23:8 Onnur Mósebók

Tak ikki við mutri! Tí mutur ger hin síggjandi blindan og vendir við søk teirra, ið rætt hava.

2
Onnur Mósebók 23:9 Onnur Mósebók

Kúga ikki hin fremmanda! Tit vita, hvussu tað er at kenna seg fremmandan; tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi!

2
Onnur Mósebók 23:10 Onnur Mósebók

Seks ár skalt tú sáa jørð tína og heysta grøði hennara;

2
Onnur Mósebók 23:11 Onnur Mósebók

men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja órørda, so hini fátæku av fólki tínum kunnu finna okkurt at liva av; og tað, ið tey lata verða eftir, kunnu hini villu dýrini á markini eta. Á sama hátt skalt tú gera við víngarð tín og oljutrø tíni.

2
Onnur Mósebók 23:12 Onnur Mósebók

Seks dagar skalt tú gera arbeiði títt; men sjeynda dagin skalt tú hvíla, so oksi tín og esil títt kunnu hava frið, og sonur trælkvinnu tína og hin fremmandi fáa hvíld.

2
Onnur Mósebók 23:13 Onnur Mósebók

Aktið eftir øllum, ið Eg havi sagt við tykkum! – Tú mást ikki taka aðrar gudar upp á tunguna; slíkt má ikki hoyrast av munni tínum!

2
Onnur Mósebók 23:14 Onnur Mósebók

Tríggjar ferðir um árið skalt tú halda Mær høgtíð.

2
Onnur Mósebók 23:15 Onnur Mósebók

Tú skalt halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tá skalt tú í sjey dagar eta ósúrgað breyð, so sum Eg havi álagt tær, ta ásettu tíðina í abib mánaði; tí í tí mánaðinum fórt tú út av Egyptalandi. Og eingin má vísa seg fyri eygum Mínum tómhentan.

2
Onnur Mósebók 23:16 Onnur Mósebók

Síðani skalt tú halda akurskurðarhøgtíðina, táið tú skert frumgróðurin av tí, ið tú sáaði í akurin, og heysthøgtíðina, táið árið er úti, táið tú savnar í hús ávøkstin av arbeiði tínum á markini.

2
Onnur Mósebók 23:17 Onnur Mósebók

Tríggjar ferðir um árið skulu allir menn tínir stíga fram fyri ásjón Harrans HARRANS.

2
Onnur Mósebók 23:18 Onnur Mósebók

Tú mást ikki ofra blóðið av sláturofri Mínum saman við nøkrum, ið súrgað er. Feittið av hátíðarofri Mínum má ikki verða goymt til morgunin eftir.

2
Onnur Mósebók 23:19 Onnur Mósebók

Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera í hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.

2
Onnur Mósebók 23:20 Onnur Mósebók

Eg sendi eingil undan tær; hann skal varða teg á ferðini og fylgja tær til staðið, ið Eg havi ætlað tær.

2
Onnur Mósebók 23:21 Onnur Mósebók

Ansa tær væl fyri honum og akta hann, set teg ikki upp ímóti honum! Tí hann skal ikki fyrigeva lógbrot tykkara, við tað at navn Mítt er í honum.

2
Onnur Mósebók 23:22 Onnur Mósebók

Aktar tú hann og gert alt tað, ið Eg sigi, so skal Eg hata tey, ið hata teg, og vera ímóti teimum, ið eru ímóti tær.

2
Onnur Mósebók 23:23 Onnur Mósebók

Ja, eingil Mín skal ganga undan tær og fylgja tær til Amoritar, Hetitar, Perizitar, Kána’anitar, Hevitar og Jebusitar, og Eg skal oyða teir.

2
Onnur Mósebók 23:24 Onnur Mósebók

Tú mást ikki tilbiðja ella dýrka gudar teirra ella fylgja siðum teirra; nei, tú skalt ríva niður avgudamyndir teirra og bróta sundur minnissteinar teirra.

2
Onnur Mósebók 23:25 Onnur Mósebók

Tit skulu dýrka HARRAN Gud tykkara, og Hann skal signa breyð títt og vatn títt. Og Eg skal halda sjúku burtur frá tær.

2
Onnur Mósebók 23:26 Onnur Mósebók

Eingin kvinna skal vera í landi tínum, sum hittir reis ella er ófruktbør. Tú skalt náa fullan aldur.

2
Onnur Mósebók 23:27 Onnur Mósebók

Eg skal senda ræðslu fyri Mær undan tær og lata øll fólkini, ið tú kemur til, ganga til grundar; og Eg skal lata allar fíggindar tínar flýggja fyri tær.

2
Onnur Mósebók 23:28 Onnur Mósebók

Eg skal senda hvepsar undan tær, og teir skulu reka burt fyri tær Hevitar, Kána’anitar og Hetitar.

2
Onnur Mósebók 23:29 Onnur Mósebók

Tó skal Eg ikki reka teir burt fyri tær eftir einum ári, fyri at landið ikki skal verða oyðið, og fyri at hini villu dýrini skulu ikki verða tær ov mong;

2
Onnur Mósebók 23:30 Onnur Mósebók

so við og við skal Eg reka teir burt fyri tær, inntil tú ert vorðin eitt so stórt fólk, at tú fært tikið landið í ogn.

2
Onnur Mósebók 23:31 Onnur Mósebók

Eg skal lata landamark tíni ganga frá Reyðahavi til Filistarahav* og frá oyðimørkini til Ánna.** So gevi Eg nú tey, sum í landinum búgva, í hond tykkara, og tú skalt reka tey burt fyri tær.

2
Onnur Mósebók 23:32 Onnur Mósebók

Tú mást ikki gera sáttmála við tey ella gudar teirra.

2
Onnur Mósebók 23:33 Onnur Mósebók

Tey mugu ikki verða búgvandi í landi tínum; tí tá kundu tey lokkað teg at synda móti Mær, at dýrka gudar sínar, so tað verður tær snerra.““

2
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,

2