ring fólk

131 versir um "ring fólk"

Versir

Síða 2 av 3
Hoseas 7:7 Hoseas

Allir samlir verða teir heitir sum ovnur og eta upp dómarar sínar; allir kongar teirra eru falnir; ikki ein teirra kallar á Meg!

4
Hoseas 7:8 Hoseas

Efra’im blandar seg við tjóðirnar; Efra’im er vorðin sum køka, ið ikki er vend.

4
Hoseas 7:9 Hoseas

Fremmandir hava oytt kraft hansara – men hann veit tað ikki; ja, hár hansara er gránað – men hann veit tað ikki.

4
Hoseas 7:10 Hoseas

Og hugmóð Ísraels vitnar móti tí beint í eyguni – men tey venda ikki við til HARRAN Gud sín og søkja Hann ikki hóast alt hetta!

4
Hoseas 7:11 Hoseas

Efra’im er vorðin sum tápulig dúva, hevur einki skil; teir rópa eftir Egyptalandi, leita til Assur.

4
Hoseas 7:12 Hoseas

Men við tað sama sum teir fara, kasti Eg net Mítt yvir teir; sum fuglar himmalsins skal Eg draga teir niður; Eg skal tykta teir – sum longu er samkomu teirra kunngjørt.

4
Hoseas 7:13 Hoseas

Vei teimum, at tey rýmdu burt frá Mær! Oyðing yvir tey, aftur fyri at tey eru fallin frá Mær! Eg vildi endurloysa tey, men tey talaðu lygn móti Mær.

4
Hoseas 7:14 Hoseas

Tey rópa ikki til Mín av hjarta, men liggja og vena seg á legu síni; tey savnast fyri at fáa korn og vín – men frá Mær venda tey sær burtur.

4
Hoseas 7:15 Hoseas

Tó eri tað Eg, sum havi lært tey upp, og sum havi givið ørmum teirra styrki – men móti Mær hava tey ilt í huga.

4
Hoseas 7:16 Hoseas

Tey venda sær – men ikki móti hæddini; tey eru vorðin sum bogi, ið svíkur. – Høvdingar teirra skulu falla fyri svørði, aftur fyri at tunga teirra er so frek; hetta skal verða teimum til spott í Egyptalandi!

4
Jóhannes 8:34 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar.

4
Matteus 5:28 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið

svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið

tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.

3
Onnur Mósebók 22:1 Onnur Mósebók

„Táið onkur stjelur neyt ella seyð og drepur ella selur kríatúrið, skal hann lata fimm neyt aftur fyri neytið og fýra seyðir aftur fyri seyðin.

2
Onnur Mósebók 22:2 Onnur Mósebók

Verður tjóvurin tikin, meðan hann brýtur inn, og sligin, so hann doyr, skal tað ikki verða roknað fyri manndráp.

2
Onnur Mósebók 22:3 Onnur Mósebók

Men er sólin undankomin, so verður tað roknað fyri manndráp. Tjóvurin skal lata fulla bót. Eigur hann ikki so mikið, skal hann verða seldur til bót fyri tað, ið hann hevur stolið.

2
Onnur Mósebók 22:4 Onnur Mósebók

Finst hitt stolna livandi hjá honum – tað veri nú neyt, esil ella seyður – so skal hann lata tvífalt aftur.

2
Onnur Mósebók 22:5 Onnur Mósebók

Táið onkur setur fæ sítt á beiti á bøi sínum ella í víngarði sínum, og hann sleppir tí leysum, so tað ger skaða á mark annars mans, skal hann í bót lata tað besta, ið veksur á bøi hansara ella í víngarði hansara.

2
Onnur Mósebók 22:6 Onnur Mósebók

Kemur eldur í og fatar í tornastik, og bundi ella óskorið korn – ella allur akurin – brennist upp, so skal hann, ið setti eld á, lata fult viðurlag.

2
Onnur Mósebók 22:7 Onnur Mósebók

Táið onkur gevur einum øðrum pening ella okkurt annað at goyma, og tað verður stolið úr húsi hansara, so skal tjóvurin, um hann verður funnin, lata tvífalt aftur.

2
Onnur Mósebók 22:8 Onnur Mósebók

Men verður tjóvurin ikki funnin, so skal húsánarin verða leiddur fram fyri Gud og gera eið uppá, at hann hevur ikki tikið tað, ið næsti hansara átti.

2
Onnur Mósebók 22:9 Onnur Mósebók

Altíð táið tað er søk um óærligan atburð við góðsi – tað veri nú neyt, esil, seyður, klæði ella okkurt annað, ið mist er – og ein so sigur: „Hetta er tað!“ so skulu báðir partar koma fram fyri Gud, og tann, ið Gud dømir sekan, hann skal lata hin fáa tvífalt aftur.

2
Onnur Mósebók 22:10 Onnur Mósebók

Táið onkur hevur latið ein annan fáa esil, neyt, seyð ella okkurt annað kríatúr at ansa eftir, og tað doyr, kemur til skaða ella verður rænt, so eingin sær,

2
Onnur Mósebók 22:11 Onnur Mósebók

so skal eiður skilja teirra millum; hann skal kalla HARRAN til vitni uppá, at hann hevur ikki tikið tað, ið næsti hansara átti; ánarin skal taka eiðin fyri góðan, og hin skal einki viðurlag lata.

2
Onnur Mósebók 22:12 Onnur Mósebók

Men verður tað stolið frá honum, so skal hann lata ánaran fáa líka fyri tað.

2
Onnur Mósebók 22:13 Onnur Mósebók

Verður tað sundurskrætt,* so skal hann vísa tað fram sum prógv; tað, ið sundurskrætt er, skal hann ikki lata viðurlag fyri.

2
Onnur Mósebók 22:14 Onnur Mósebók

Táið onkur lænir kríatúr frá einum øðrum, og tað fær mein ella doyr, meðan ánarin ikki er hjástaddur, skal hann lata fult viðurlag.

2
Onnur Mósebók 22:15 Onnur Mósebók

Men er ánarin hjástaddur, skal hann einki viðurlag lata; var tað leigað, so er leigan viðurlag.

2
Onnur Mósebók 22:16 Onnur Mósebók

Táið ein maður forførir gentu, ið ikki er trúlovað, og liggur hjá henni, skal hann lata brúðarkeyp fyri hana og taka hana til konu.

2
Onnur Mósebók 22:17 Onnur Mósebók

Vil faðir hennara ikki lata hann fáa hana, so skal hann bøta so mikið í peningi, sum vanligt er at lata í festargávu fyri gentu.

2
Onnur Mósebók 22:18 Onnur Mósebók

Gandakelling skalt tú ikki lata liva.

2
Onnur Mósebók 22:19 Onnur Mósebók

Ein og hvør, ið hevur við kríatúr at gera, skal lata lív.

2
Onnur Mósebók 22:20 Onnur Mósebók

Tann, ið ofrar til avgudarnar og ikki bert til HARRAN, skal verða bannlýstur.

2
Onnur Mósebók 22:21 Onnur Mósebók

Fremmandum mást tú ikki gera órætt ella vera harður við hann; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.

2
Onnur Mósebók 22:22 Onnur Mósebók

Einkjum og faðirleysum mugu tit ikki fara illa við.

2
Onnur Mósebók 22:23 Onnur Mósebók

Fert tú illa við teimum, so skal Eg sanniliga hoyra róp teirra, táið tey rópa til Mín!

2
Onnur Mósebók 22:24 Onnur Mósebók

Og vreiði Mín skal tendrast, og Eg skal sláa tykkum við svørði, so konur tykkara verða einkjur, og børn tykkara faðirleys.

2
Onnur Mósebók 22:25 Onnur Mósebók

Táið tú lænir einum av fólki Mínum pening, fátæka næsta tínum, so skalt tú ikki bera teg at við hann sum okrari; tú mást ikki taka rentu frá honum.

2
Onnur Mósebók 22:26 Onnur Mósebók

Tekur tú kappa næsta tíns í pant, skalt tú lata hann fáa hann aftur, áðrenn sólin gongur undir;

2
Onnur Mósebók 22:27 Onnur Mósebók

tí hann er tað einasta, ið hann hevur at sveipa um seg; við honum er tað, hann klæðir likam sítt; hvørjum øðrum skal hann liggja í! Og táið hann rópar til Mín, skal Eg hoyra, tí Eg eri miskunnsamur!

2
Onnur Mósebók 22:28 Onnur Mósebók

Gud mást tú ikki spotta, og høvdinga av fólki tínum mást tú ikki banna.

2
Onnur Mósebók 22:29 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drála at geva Mær av tí, ið fyllir løðu tína, og sum flýtur úr vínpersu tíni. Hin frumborna son tín skalt tú geva Mær.

2
Onnur Mósebók 22:30 Onnur Mósebók

Á sama hátt skalt tú geva neyt tíni og smáfæ títt; sjey dagar skal tað verða hjá mammuni, men áttanda dagin skalt tú geva Mær tað.

2
Onnur Mósebók 22:31 Onnur Mósebók

Tit skulu vera Mær heilag menniskju. Kjøt av dýrum, ið eru sundurskrædd á markini, mugu tit ikki eta; tað skulu tit blaka fyri hundarnar.“

2
Onnur Mósebók 23:1 Onnur Mósebók

„Tú mást ikki bera út lygitíðindi. Tann, ið órætt hevur, skalt tú ikki styðja við at stíga fram sum lygivitni.

2
Onnur Mósebók 23:2 Onnur Mósebók

Tú mást ikki fylgja fjøldini í tí, sum ónt er, og ikki í nakrari søk vitna so, at tú gevur eftir fyri fjøldini og vendir rættinum við;

2
Onnur Mósebók 23:3 Onnur Mósebók

um tað so er ein fátækur maður, skalt tú ikki pynta um søk hansara!

2