resurrection of christ
120 versir um "resurrection of christ"
Versir
Síða 3 av 3Fyrra Korintbrævið 15:40 Fyrra Korintbrævið
Og himmalsk likam eru, og jørðisk likam eru; men hini himmalsku likamini hava eina dýrd, hini jørðisku eina aðra.
Fyrra Korintbrævið 15:41 Fyrra Korintbrævið
Sólin hevur ein ljóma, mánin ein annan, stjørnurnar uppaftur ein annan, ja, munur er á ljómanum, ið stjørnur hava.
Fyrra Korintbrævið 15:42 Fyrra Korintbrævið
So er eisini við uppreisn hinna deyðu. Tað verður sáað forgeingiligt, tað rísur upp óforgeingiligt;
Fyrra Korintbrævið 15:43 Fyrra Korintbrævið
tað verður sáað í vanæru, tað rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, tað rísur upp í styrki;
Fyrra Korintbrævið 15:44 Fyrra Korintbrævið
náttúrligt likam verður sáað, andaligt likam rísur upp. So satt sum náttúrligt likam er, er eisini andaligt likam.
Fyrra Korintbrævið 15:45 Fyrra Korintbrævið
So er eisini skrivað: „Hitt fyrsta menniskja, Ádam, varð livandi sál.“ – Hin seinni Ádam er vorðin livandigerandi Andi.
Fyrra Korintbrævið 15:46 Fyrra Korintbrævið
Men hitt andaliga kemur ikki fyrst, men hitt náttúrliga; síðani hitt andaliga.
Fyrra Korintbrævið 15:47 Fyrra Korintbrævið
Hitt fyrsta menniskjað var av jørðini, jørðiskt; hitt annað menniskjað er av Himli.
Fyrra Korintbrævið 15:48 Fyrra Korintbrævið
Sum hin jørðiski var, eru hini jørðisku við, og sum hin himmalski er, eru hini himmalsku við.
Fyrra Korintbrævið 15:49 Fyrra Korintbrævið
Og sum vit hava borið mynd hins jørðiska, skulu vit eisini bera mynd hins himmalska.
Fyrra Korintbrævið 15:50 Fyrra Korintbrævið
Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva ríki Guds, ei heldur arvar forgeingiligleiki óforgeingiligleika.
Fyrra Korintbrævið 15:51 Fyrra Korintbrævið
Eg sigi tykkum loyndarmál: Vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast,
Fyrra Korintbrævið 15:52 Fyrra Korintbrævið
og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu umbroytast.
Fyrra Korintbrævið 15:53 Fyrra Korintbrævið
Tí hetta forgeingiliga má lata seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga má lata seg í ódeyðiligleika.
Fyrra Korintbrævið 15:54 Fyrra Korintbrævið
Táið tá hetta forgeingiliga hevur latið seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga hevur latið seg í ódeyðiligleika, tá gongur orðið út, sum skrivað er: „Deyðin er uppsvølgdur í sigur!“
Fyrra Korintbrævið 15:55 Fyrra Korintbrævið
Deyði, hvar er sigur tín! Deyði, hvar er broddur tín!
Fyrra Korintbrævið 15:56 Fyrra Korintbrævið
Broddur deyðans er syndin, og kraft syndarinnar er lógin.
Fyrra Korintbrævið 15:57 Fyrra Korintbrævið
Men Gudi veri tøkk, sum gevur okkum sigurin við Harra okkara Jesusi Kristi!
Fyrra Korintbrævið 15:58 Fyrra Korintbrævið
Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!
Fyrra Tessalonikabrævið 4:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.