rebuilding the temple
215 versir um "rebuilding the temple"
Versir
Síða 3 av 5Ezekiel 40:15 Ezekiel
Frá framsíðu inngangsportursins til framsíðu forsalsins í Innara Portri vóru 50 alin.
Ezekiel 40:16 Ezekiel
Vindeygu við fastari grind vóru á vaktarstovunum og á múrstólpum teirra innantil móti portrinum allan vegin runt, og líkaleiðis á forsølunum; soleiðis vóru vindeygu allan vegin runt innantil, og á múrstólpunum vóru pálmar.
Ezekiel 40:17 Ezekiel
Síðani fór hann við mær inn í Ytra Forgarð, og eg sá, at har vóru kømur og steinlagt gólv í forgarðinum allan vegin runt; 30 kømur vóru á steingólvinum.
Ezekiel 40:18 Ezekiel
Steingólvið var fram við síðuveggjum portursins og hevði somu breidd, sum portrini vóru long; hetta var niðara steingólvið.
Ezekiel 40:19 Ezekiel
So máldi hann breiddina frá framsíðu Niðara Porturs til ytru framsíðu Innara Forgarðs; hon var 100 alin eystureftir og norðureftir.
Ezekiel 40:20 Ezekiel
So máldi hann longd og breidd portursins, ið norðureftir vendi, og sum hoyrdi til Ytra Forgarð.
Ezekiel 40:21 Ezekiel
Tað hevði tríggjar vaktarstovur hvørjumegin, og múrstólparnir og forsalirnir vóru líka stórir sum í hinum fyrsta portrinum; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
Ezekiel 40:22 Ezekiel
Vindeyguni, forsalirnir og pálmarnir høvdu somu stødd sum í portrinum, sum eystureftir vendi; sjey trapputrin vóru at ganga upp í tað, og forsalirnir lógu framman fyri tað.
Ezekiel 40:23 Ezekiel
Portrið til Innara Forgarð var beint yvir av portrinum, ið norðureftir og eystureftir vendi; og hann máldi 100 alin frá einum portrinum til annað.
Ezekiel 40:24 Ezekiel
Nú fór hann suðureftir við mær, og eg sá, at har var portur, sum vendi suðureftir; hann máldi múrstólparnar og forsalirnar har; teir høvdu somu stødd sum hinir.
Ezekiel 40:25 Ezekiel
Vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt, líka vorðin sum hini vindeyguni; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
Ezekiel 40:26 Ezekiel
Trappurnar upp í tað høvdu sjey trin, og forsalirnir vóru framman fyri tær; pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin.
Ezekiel 40:27 Ezekiel
Eitt portur til Innara Forgarð var fyri sunnan við; frá hesum portrinum til portrið suðureftir máldi hann 100 alin.
Ezekiel 40:28 Ezekiel
So fór hann við mær gjøgnum Suðurportur inn í Innara Forgarð, og hann máldi Suðurportur; tað hevði somu stødd sum hini.
Ezekiel 40:29 Ezekiel
Vaktarstovurnar, múrstólparnir og forsalirnir har høvdu somu stødd sum hini, og vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
Ezekiel 40:30 Ezekiel
Forsalir vóru allan vegin runt, 25 alin langir og fimm alin breiðir.
Ezekiel 40:31 Ezekiel
Forsalirnir vendu út móti Ytra Forgarði, og á múrstólpunum vóru pálmar; trappurnar høvdu átta trin.
Ezekiel 40:32 Ezekiel
Hann fór nú við mær inn í Innara Forgarð fyri eystan, og hann máldi portrið; tað hevði somu stødd sum hini.
Ezekiel 40:33 Ezekiel
Vaktarstovurnar, múrstólparnir og forsalirnir har høvdu somu stødd sum hini, og vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
Ezekiel 40:34 Ezekiel
Forsalirnir vendu út móti Ytra Forgarði, og pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin; trappurnar høvdu átta trin.
Ezekiel 40:35 Ezekiel
Síðani fór hann við mær til Norðurportur, og hann máldi tað; tað hevði somu stødd sum hini.
Ezekiel 40:36 Ezekiel
Somuleiðis máldi hann vaktarstovurnar, múrstólparnar og forsalirnar har; vindeygu vóru á tí allan vegin runt; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
Ezekiel 40:37 Ezekiel
Múrstólparnir har vendu út móti Ytra Forgarði, og pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin; trappurnar høvdu átta trin.
Ezekiel 40:38 Ezekiel
Eitt kamar við inngongd síni var við múrstólpar portranna; har skuldu teir skola brenniofrið.
Ezekiel 40:39 Ezekiel
Í porturforsalinum stóðu tvey borð hvørjumegin til at drepa brenniofrini, syndofrini og skyldofrini á.
Ezekiel 40:40 Ezekiel
Við ytra síðuveggin, ið fyri norðan var – táið ein gekk upp at porturdurunum – stóðu tvey borð, og við hin síðuvegg porturforsalsins stóðu eisini tvey borð
Ezekiel 40:41 Ezekiel
– fýra borð við hvønn síðuvegg portursins, tilsamans átta borð; tey skuldu vera til at drepa á.
Ezekiel 40:42 Ezekiel
Fýra borð vóru til brenniofrið; tey vóru av høgdum gróti, hálvaaðru alin long, hálvaaðru alin breið og eina alin høg; á tey skuldu teir leggja amboðini, ið teir drópu brenniofrini og sláturofrini við.
Ezekiel 40:43 Ezekiel
Dupultir krókar, hond breiðir, vóru festir á húsið allan vegin runt; og á borðini skuldi offurkjøtið leggjast.
Ezekiel 40:44 Ezekiel
Uttan fyri Innara Portur vóru kømur til sangararnar – í Innara Forgarði við síðu Norðurporturs; framsíða teirra vendi suðureftir. Eitt annað rað av kømurum lá við síðu Eysturporturs, við framsíðuni norðureftir.
Ezekiel 40:45 Ezekiel
Hann segði við meg: „Hetta raðið av kømurum, sum vendir framsíðuna suðureftir, er til prestarnar, ið gera tænastuna inni í húsinum.
Ezekiel 40:46 Ezekiel
Men hitt raðið av kømurum, sum vendir framsíðuna norðureftir, er til prestarnar, ið gera tænastuna við altarið – til eftirkomarar Zadoks – sum eru teir av Levisonum, ið sleppa at koma HARRANUM nær at tæna Honum.“
Ezekiel 40:47 Ezekiel
– Hann máldi so forgarðin; hann var 100 alin langur og 100 alin breiður – fýrhyrntur. Altarið stóð framman fyri húsið.
Ezekiel 40:48 Ezekiel
Nú fór hann við mær til forsal húsins. Hann máldi múrstólpar forsalsins – teir vóru fimm alin hvørjumegin – og breidd portursins – hon var tríggjar alin hvørjumegin.
Ezekiel 40:49 Ezekiel
Forsalurin var tjúgu alin langur og ellivu alin breiður; trapputrin vóru at ganga upp í hann, og við múrstólparnar stóðu súlur, ein hvørjumegin.
Dániel 9:1 Dániel
Fyrsta árið ið Darius, sonur Ahasverus, sat við stýrið – hann, sum var mediskur av ætt og var vorðin kongur yvir ríki Kaldeara –
Dániel 9:2 Dániel
fyrsta árið ið hann sat við stýrið, legði eg, Dániel, í bókunum til merkis áratalið, sum HARRIN hevði talað um við Jeremias profet, at Hann skuldi lata full 70 ár ganga, meðan Jerusalem lá í oyði.
Dániel 9:3 Dániel
Tá vendi eg ásjón míni til Gud Harran, at søkja Hann í bøn og eyðmjúkari ákallan við føstu og í sekki og øsku.
Dániel 9:4 Dániel
Eg bað til HARRAN Gud mín og játtaði og segði: „Á Harri, Tú stóri og øgiligi Gud, sum heldur sáttmála Tín og goymir teimum miskunn, sum elska Teg og halda boð Tíni!
Dániel 9:5 Dániel
Vit hava syndað og gjørt illa, verið ógudilig og sett okkum upp móti Tær, vit eru vikin frá boðum og lógum Tínum.
Dániel 9:6 Dániel
Vit lurtaðu ikki eftir tænarum Tínum profetunum, sum í navni Tínum talaðu til kongar okkara, høvdingar okkara, fedrar okkara og alt fólkið í landinum.
Dániel 9:7 Dániel
Tú stendur við rættinum, Harri, og vit noyðast at skamma okkum – sum nú gevur at bíta – vit, Judamenn, tey, sum í Jerusalem búðu, og alt Ísrael, bæði tey, ið nær eru, og tey, ið langt burtur eru, í øllum londunum, hagar Tú hevur rikið tey aftur fyri trúloysið móti Tær, sum tey hava víst.
Dániel 9:8 Dániel
Harri! Vit noyðast at skamma okkum, kongar okkara, høvdingar okkara og fedrar okkara – tí vit hava syndað móti Tær.
Dániel 9:9 Dániel
Hjá Harranum Gudi okkara er miskunn og fyrigeving. Tí vit hava sett okkum upp móti Honum;
Dániel 9:10 Dániel
og vit lurtaðu ikki eftir HARRANUM Gudi okkara og gjørdu ikki eftir lógum Hansara, sum Hann við tænarum Sínum profetunum legði fyri okkum.
Dániel 9:11 Dániel
Nei, alt Ísrael breyt lóg Tína og fall frá og lurtaði ikki eftir Tær. Tí varð tað úthelt yvir okkum, bannið, ið Hann hevði svorið at senda, og sum skrivað stendur í lóg Mósesar, tænara Guds – tí vit syndaðu móti Honum.
Dániel 9:12 Dániel
Og Hann helt orðini, ið Hann hevði talað móti okkum og móti dómarum okkara, sum dømdu okkum; Hann læt so svára vanlukku koma yvir okkum, at slíkt hevur ikki hent undir øllum himli, slíkt sum tað, ið hent hevur í Jerusalem.
Dániel 9:13 Dániel
Eftir tí, sum skrivað stendur í Móselóg, kom øll henda vanlukka yvir okkum; men vit royndu ikki at blíðka HARRAN Gud okkara, vendu ikki við frá misgerðum okkara og aktaðu ikki eftir sannleika Tínum.
Dániel 9:14 Dániel
Tí vakti HARRIN yvir vanlukkuni og læt hana koma yvir okkum; tí HARRIN Gud okkara er rættvísur í øllum, sum Hann ger, og vit lurtaðu ikki eftir Honum.
Dániel 9:15 Dániel
Og nú, Harri Gud okkara, Tú, sum við sterkari hond leiddi fólk Títt út av Egyptalandi og gjørdi Tær navn, sum er tað sama enn í dag – vit hava syndað, vit hava verið ógudilig!