rebuilding the temple

215 versir um "rebuilding the temple"

Versir

Síða 2 av 5
Esaias 10:24 Esaias

Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, so: Fólk Mítt, tú, ið býrt á Zion, óttast ikki Assýria, táið tað slær teg við puttinum og reiggjar stavin eftir tær, sum teir gjørdu í Egyptalandi!

3
Esaias 10:25 Esaias

Tí um lítla stund enn eri Eg ikki illur longur, og vreiði Mín vendist til undirgang teirra.

3
Esaias 10:26 Esaias

HARRIN Gud herskaranna skal reiggja koyril Sín eftir teimum, sum táið Hann sló Midjan við Orebsklett; stavur Hansara skal vera rættur út yvir havið, og Hann skal lyfta honum á sama hátt sum í Egyptalandi.

3
Esaias 10:27 Esaias

Tann dag skal byrði hansara verða tikin av øksl tíni, og ok hansara av hálsi tínum, ja okið skal bresta fyri fiti.

3
Esaias 10:28 Esaias

– Hann* kemur móti Ajat, fer um Migron; tað, sum hann hevur í viðføri, letur hann vera eftir í Mikmas.

3
Esaias 10:29 Esaias

Teir fara um skarðið; „í Geba“ [siga teir] „halda vit náttarhvíld!“ – Rama skelvur, Gibea Sauls flýggjar;

3
Esaias 10:30 Esaias

rópa hart, tú dóttir Gallim! Akta eftir, tú Laisa! Arma Anatot!

3
Esaias 10:31 Esaias

Madmena flýggjar; fólkið í Gebim bjargar góðsi sínum.

3
Esaias 10:32 Esaias

Enn í dag stendur hann í Nob; hann lyftir hondini móti fjalli dóttur Zions, móti heyggi Jerusalems.

3
Esaias 10:33 Esaias

Men tá høggur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, við øgiligari megi greinar hansara av; hini hávaksnu trø verða feld, hini høgu verða lág,

3
Esaias 10:34 Esaias

hin tjúkki skógur verður høgdur niður við øks, og Libanon fellur fyri hinum veldiga.

3
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

3
Esaias 56:8 Esaias

So sigur Harrin HARRIN, Hann, sum savnar hini burtriknu av Ísrael: Enn fleiri skal Eg savna aftrat honum, umframt tey, sum longu eru savnað til hansara.

2
Ezekiel 38:1 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

2
Ezekiel 38:2 Ezekiel

Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Gog í Magogslandi, høvdinga yvir Ros, Mesek og Tubal – profetera móti honum!

2
Ezekiel 38:3 Ezekiel

Tú skalt siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Gog, høvdingi yvir Ros, Mesek og Tubal!

2
Ezekiel 38:4 Ezekiel

Eg skal venda tær við, krøkja krókar í kjálkar tínar og leiða teg út við øllum heri tínum, hestum og hestmonnum – allir eru teir í vøkrum klæðum, veldigur skari við stórum og smáum skjøldum, allir við svørði í hond.

2
Ezekiel 38:5 Ezekiel

Persarar, Etioparar og Putearar eru við teimum, allir við skjøldi og hjálmi.

2
Ezekiel 38:6 Ezekiel

Gomer við øllum herflokkum sínum, Togarmafólk úr ytsta Norðurlandi við øllum herflokkum sínum – mong fólkasløg eru við tær.

2
Ezekiel 38:7 Ezekiel

Vápna teg og ger alt liðugt, tú og allir skarar tínir, sum saman eru komnir hjá tær! Tú skalt vera yvirmaður teirra.

2
Ezekiel 38:8 Ezekiel

Táið long tíð er gingin, skulu boð koma eftir tær; táið árini eru at enda, skalt tú koma til tað land, sum aftur er vunnið undan svørðinum, til tjóð, ið savnað er saman frá mongum fólkasløgum, niðan á Ísraelsfjøll, sum so leingi lógu í oyði, tjóð, ið flutt er burt frá fólkasløgunum og nú býr trygt har tilsamans.

2
Ezekiel 38:9 Ezekiel

Tú skalt fara niðan hagar; sum stormur skalt tú koma, sum skýggj skalt tú vera til at fjala landið, tú og allir herflokkar tínir og mong fólkasløg við tær.

2
Ezekiel 38:10 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Tann dag skulu hugsanir koma upp í hjarta tínum, og tú skalt leggja upp ónd ráð

2
Ezekiel 38:11 Ezekiel

og siga: „Eg skal fara móti landi við opnum býum; eg skal koma yvir friðarlig fólk, sum búgva trygt, sum øll somul búgva við ongum múrum og hvørki hava porturstengur ella portur“

2
Ezekiel 38:12 Ezekiel

– til at ræna og taka herfong, til at venda hond tíni móti toftum, sum upp aftur eru bygdar, og móti fólki, ið savnað er saman frá heidningunum, sum hevur vunnið sær fæ og góðs, og sum býr á nalva* jarðarinnar.

2
Ezekiel 38:13 Ezekiel

Sjeba, Dedan, keypmenninir úr Tarsis og allar ungu leyvur teirra skulu siga við teg: „Kemur tú at ræna? Hevur tú savnað skarar tínar til at taka herfong, til at fara avstað við silvuri og gulli, til at ræna fæ og góðs, til at taka rán í stórum?“

2
Ezekiel 38:14 Ezekiel

Profetera tí, menniskjasonur, og sig við Gog: So sigur Harrin HARRIN: Ja, tann dag Ísrael, fólk Mítt, býr trygt, skalt tú fáa at vita av tí.

2
Ezekiel 38:15 Ezekiel

Og tá skalt tú koma úr landi tínum, úr ytsta Norðurlandi, tú og mong fólkasløg við tær, allir samlir ríðandi á hestum, stórur skari, veldigur herur.

2
Ezekiel 38:16 Ezekiel

Sum skýggj skalt tú koma móti Ísrael, fólki Mínum, og fjala landið. Á síðstu døgum skal hetta henda; tá lati Eg teg koma yvir land Mítt – fyri at tjóðirnar skulu læra Meg at kenna, táið Eg fyri eygum teirra prógvi Meg heilagan á tær, Gog!

2
Ezekiel 38:17 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Er tað um teg, Eg havi talað í fornum døgum við tænarum Mínum profetum Ísraels, teimum, ið profeteraðu á teimum døgum, ár eftir ár, at Eg skuldi lata teg koma yvir tey?

2
Ezekiel 38:18 Ezekiel

Men sama dag, tann dag Gog kemur yvir Ísraelsland – sigur Harrin HARRIN – skal vreiði Mín stíga upp í ásjón Mína.

2
Ezekiel 38:19 Ezekiel

Og í vreiði Míni – í vreiðieldi Mínum – sigi Eg: Sanniliga, tann dag skal stórur jarðskjálvti verða í Ísraelslandi.

2
Ezekiel 38:20 Ezekiel

Fiskarnir í sjónum, fuglarnir undir himli, dýrini á markini, øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, og øll menniskju, ið á jørðini búgva, skulu skelva fyri ásjón Míni, og fjøllini skulu detta umkoll, hamrarnir skulu rapla niður, og hvør múrur skal falla til jarðar.

2
Ezekiel 38:21 Ezekiel

Eg skal á øllum fjøllum Mínum kalla á svørðið móti honum – sigur Harrin HARRIN; svørð eins skal verða vent móti øðrum.

2
Ezekiel 38:22 Ezekiel

Eg skal halda dóm yvir honum við pest og við blóði, við grovregni og við grótheglingi; eld og svávul skal Eg lata regna niður yvir hann og skarar hansara og yvir tey mongu fólkasløg, ið við honum eru.

2
Ezekiel 38:23 Ezekiel

Eg skal prógva Meg stóran og heilagan og gera Meg kendan, so mangar tjóðir síggja – og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN.

2
Ezekiel 40:1 Ezekiel

Fimta og tjúgunda árið eftir at vit vóru herleidd, í byrjan ársins, tann tíggjunda í mánaðinum – fjúrtanda árið eftir at staðurin var tikin – júst tann dag kom hond HARRANS yvir meg, og Hann flutti meg hagar.

2
Ezekiel 40:2 Ezekiel

Í sjónum frá Gudi flutti Hann meg til Ísraelsland og setti meg niður á ógvuliga høgt fjall; á tí var í suðri eins og staður bygdur.

2
Ezekiel 40:3 Ezekiel

Hann flutti meg hagar. Og tá var har ein maður; av útsjónd var hann sum kopar; hann hevði í hondini línband og málistong, og hann stóð í portrinum.

2
Ezekiel 40:4 Ezekiel

Maðurin segði við meg: „Menniskjasonur! Síggj við eygunum, hoyr við oyrunum og akta eftir øllum tí, sum eg fari at lata teg síggja! Tí tú ert fluttur higar, fyri at eg skal lata teg síggja tað. Kunnger húsi Ísraels alt, ið tú sært!“

2
Ezekiel 40:5 Ezekiel

Eg sá nú, at múrur gekk rundan um húsið allan vegin runt. Málistongin, sum maðurin hevði í hondini, var seks alin long, hvør alin roknað handarbreidd longri enn vanligt. Hann máldi, hvussu tjúkkur múrurin var – hann var eina stong – og hvussu høgur hann var – hann var eina stong.

2
Ezekiel 40:6 Ezekiel

So kom hann til portrið, ið eystureftir vendi. Hann gekk upp trappurnar til tað, og hann máldi gátt portursins; hon var eina stong breið; hetta var fyrsta gáttin, hon var eina stong breið.

2
Ezekiel 40:7 Ezekiel

Hvør vaktarstovan var eina stong long og eina stong breið; millum vaktarstovurnar vóru fimm alin, og gátt portursins við porturforsalin innantil var eina stong.

2
Ezekiel 40:8 Ezekiel

Hann máldi porturforsalin innantil; hann var eina stong.

2
Ezekiel 40:9 Ezekiel

Hann máldi porturforsalin – hann var átta alin – og múrstólpar hansara – teir vóru tvær alin. Porturforsalurin lá innantil.

2
Ezekiel 40:10 Ezekiel

Vaktarstovurnar í portrinum eystantil vóru tríggjar hvørjumegin; allar tríggjar vóru líka stórar, og múrstólparnir báðumegin vóru eisini líka stórir.

2
Ezekiel 40:11 Ezekiel

Hann máldi duravídd portursins – hon var tíggju alin – og hvussu langt portrið var – tað var trettan alin.

2
Ezekiel 40:12 Ezekiel

Framman fyri vaktarstovurnar var rúm, ið var eina alin, og hinumegin var líkaleiðis rúm, ið var eina alin; hvør vaktarstovan var seks alin øðrumegin og seks alin hinumegin.

2
Ezekiel 40:13 Ezekiel

Hann máldi portrið, av takinum á aðrari vaktarstovuni til takið á hini vaktarstovuni; breiddin var 25 alin. Dyr vóru yvir av durum.

2
Ezekiel 40:14 Ezekiel

Hann gjørdi múrstólparnar 60 alin høgar; og tætt inn at múrstólpunum lá forgarðurin, rundan um portrið.

2