postlar
114 versir um "postlar"
Versir
Síða 3 av 3Ápostlasøgan 19:30 Ápostlasøgan
Paulus ætlaði tá at fara inn ímillum fólkið, men lærisveinarnir góvu honum ikki loyvi til tað.
Ápostlasøgan 19:31 Ápostlasøgan
Eisini nakrir av leikstjórunum, sum vóru vinir hansara, sendu honum boð og bóðu hann ikki vága sær inn á sjónleikarstaðið.
Ápostlasøgan 19:32 Ápostlasøgan
Summi róptu nú eitt, summi annað; tí alt fólkið, ið samankomið var, var uppøst, og tey flestu vistu ikki, hví tey vóru komin saman.
Ápostlasøgan 19:33 Ápostlasøgan
Tey drógu nú Aleksander út úr fólkahópinum – Jødarnir skúgvaðu hann fram. Aleksander gjørdi tekin við hondini, at hann ætlaði at halda verjurøðu fyri fólkinum.
Ápostlasøgan 19:34 Ápostlasøgan
Men táið tey fingu at vita, at hann var Jødi, fóru tey at rópa, øll sum eitt, í úti við tveir tímar: „Stór er Artemis Efesusmanna!“
Ápostlasøgan 19:35 Ápostlasøgan
Býskrivarin fekk tó fólkið at sissast og segði: „Tit menn í Efesus! Man nakað menniskja vera, sum veit ikki, at staður Efesusmanna er tempulverjari hinnar stóru Artemisar og himmalfalnu myndarinnar!
Ápostlasøgan 19:36 Ápostlasøgan
Táið nú eingin kann siga ímóti hesum, eiga tit at vera sáttligir og ikki leypa framav!
Ápostlasøgan 19:37 Ápostlasøgan
Tit eru komnir higar við hesum monnum, ið hvørki eru tempulránsmenn ella spotta gudinnu tykkara.
Ápostlasøgan 19:38 Ápostlasøgan
Hava nú Demetrius og smiðirnir við honum klagu móti nøkrum, verða jú tingdagar hildnir, og landshøvdingar eru; stevni teir hvør øðrum fyri rættin!
Ápostlasøgan 19:39 Ápostlasøgan
Og hava tit nakað at krevja í nøkrum øðrum, má tað verða avgjørt á lógligum tingfundi!
Ápostlasøgan 19:40 Ápostlasøgan
Vandi er jú fyri, at vit enntá verða klagaðir fyri uppreistur fyri hetta, sum í dag hevur hent, við tað at eingin grund er fyri tí; hetta uppstig eru vit ikki førir at gera roknskap fyri.“
Ápostlasøgan 19:41 Ápostlasøgan
Við at siga hetta fekk hann fólkið, ið saman var komið, at skiljast.
Efesusbrævið 2:20 Efesusbrævið
tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið
Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,