postlar
114 versir um "postlar"
Versir
Síða 2 av 3Ápostlasøgan 2:27 Ápostlasøgan
Tí Tú skalt ikki lata sál Mína eftir í deyðaríkinum, ei heldur lata hin Heilaga Tín síggja rot.
Ápostlasøgan 2:28 Ápostlasøgan
Tú hevur kunngjørt Mær vegir lívsins, Tú skalt fylla Meg við gleði fyri ásjón Tíni.“
Ápostlasøgan 2:29 Ápostlasøgan
Tit menn, brøður! Eg kann frítt siga við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann bæði doyði og varð jarðaður – og grøv hansara er hjá okkum líka til henda dag.
Ápostlasøgan 2:30 Ápostlasøgan
Við tað at hann nú var profetur og visti, at Gud við eiði hevði svorið honum, at Hann av frukt lenda hansara skuldi seta ein í hásæti hansara,
Ápostlasøgan 2:31 Ápostlasøgan
so talaði hann framsíggin um uppreisn Kristusar, at hvørki varð Hann latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold Hansara rot.
Ápostlasøgan 2:32 Ápostlasøgan
Henda Jesus reisti Gud upp – sum vit allir eru vitni um.
Ápostlasøgan 2:33 Ápostlasøgan
Eftir at Hann nú er settur høgt við høgru hond Guds og frá Faðirinum hevur fingið Heilaga Andan, sum lovaður var, hevur Hann úthelt Hann – sum tit bæði síggja og hoyra.
Ápostlasøgan 2:34 Ápostlasøgan
Tí Dávid fór ikki upp til Himmals; nei, hann sigur sjálvur: „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína,
Ápostlasøgan 2:35 Ápostlasøgan
inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar, fótum Tínum til skammul!““
Ápostlasøgan 2:36 Ápostlasøgan
Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.“
Ápostlasøgan 2:37 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: „Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?“
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Ápostlasøgan 2:39 Ápostlasøgan
Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar.“
Ápostlasøgan 2:40 Ápostlasøgan
Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: „Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!“
Ápostlasøgan 2:41 Ápostlasøgan
Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir.
Ápostlasøgan 2:42 Ápostlasøgan
Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.
Ápostlasøgan 2:43 Ápostlasøgan
Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum.
Ápostlasøgan 2:44 Ápostlasøgan
Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi;
Ápostlasøgan 2:45 Ápostlasøgan
ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.
Ápostlasøgan 2:46 Ápostlasøgan
Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans;
Ápostlasøgan 2:47 Ápostlasøgan
tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.
Ápostlasøgan 19:1 Ápostlasøgan
Meðan Apollos var í Korint, kom Paulus til Efesus, eftir at hann hevði ferðast um hinar ovaru landspartarnar.
Ápostlasøgan 19:2 Ápostlasøgan
Har hitti hann nakrar lærisveinar, og hann segði við teir: „Fingu tit Heilaga Andan, táið tit komu til trúgv?“ Teir svaraðu honum: „Vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at Heilagi Andin er.“
Ápostlasøgan 19:3 Ápostlasøgan
Hann segði: „Hvørjum dópi vórðu tit tá doyptir við?“ Teir svaraðu: „Við dópi Jóhannesar.“
Ápostlasøgan 19:4 Ápostlasøgan
Tá segði Paulus: „Jóhannes doypti við umvendingardópi, táið hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á Hann, sum eftir hann kom, tað er á Jesus.“
Ápostlasøgan 19:5 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til navn Harrans Jesusar.
Ápostlasøgan 19:6 Ápostlasøgan
Og táið Paulus legði hendurnar á teir, kom Heilagi Andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu.
Ápostlasøgan 19:7 Ápostlasøgan
Teir vóru í alt um tólv menn.
Ápostlasøgan 19:8 Ápostlasøgan
Hann fór nú inn í sýnagoguna og vitnaði hugreystur í tríggjar mánaðir; hann helt samtalur og sannførdi tey um tað, sum hoyrir ríki Guds til.
Ápostlasøgan 19:9 Ápostlasøgan
Men av tí at nakrir herdu seg og vildu ikki trúgva, og tosaðu ilt um vegin, so fólkið hoyrdi, rýmdi hann frá teimum, skilti lærisveinarnar frá teimum og helt dagliga samtalur í skúla Týrannusar.
Ápostlasøgan 19:10 Ápostlasøgan
Hetta vardi við í tvey ár, so at øll, sum í Asia búðu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar.
Ápostlasøgan 19:11 Ápostlasøgan
Gud gjørdi við hondum Paulusar størri kraftargerðir enn vanligt,
Ápostlasøgan 19:12 Ápostlasøgan
so at enntá sveittadúkar og fyriklæði, sum verið høvdu á likami hansara, vórðu borin til hini sjúku; sjúkurnar viku tá frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út.
Ápostlasøgan 19:13 Ápostlasøgan
Men eisini nakrir av hinum jødisku andamanarunum, ið struku um, tóku sær fyri at nevna navn Harrans Jesusar yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar; teir søgdu: „Eg mani tykkum við hinum Jesusi, sum Paulus prædikar!“
Ápostlasøgan 19:14 Ápostlasøgan
Teir, ið hetta gjørdu, vóru sjey synir Skevas, jødiskan høvuðsprest.
Ápostlasøgan 19:15 Ápostlasøgan
Men hin illi andin svaraði teimum: „Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit!“
Ápostlasøgan 19:16 Ápostlasøgan
Og maðurin, sum hin illi andin var í, leyp á teir, vann av teimum og fekk slíkt vald á teimum, at teir flýddu naknir og særdir av húsinum.
Ápostlasøgan 19:17 Ápostlasøgan
Hetta fingu nú øll, sum í Efesus búðu, at vita, bæði Jødar og Grikkar; og ótti fall á tey øll, og navn Harrans Jesusar varð stórliga prísað.
Ápostlasøgan 19:18 Ápostlasøgan
Mong av teimum, ið komin vóru til trúgv, komu og játtaðu atburð sín og søgdu frá honum.
Ápostlasøgan 19:19 Ápostlasøgan
Og mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra; virði teirra varð roknað út og funnið at vera 50000 silvurpeningar.
Ápostlasøgan 19:20 Ápostlasøgan
Við slíkari kraft virkaði orð Harrans og fekk vald.
Ápostlasøgan 19:21 Ápostlasøgan
Táið nú hetta var fullført, setti Paulus sær fyri í andanum, at hann skuldi ferðast um Makedonia og Akaia og so fara til Jerusalem; og hann segði: „Táið eg havi verið har, má eg eisini síggja Róm!“
Ápostlasøgan 19:22 Ápostlasøgan
Hann sendi tá tveir av teimum, ið gingu honum til handa, Timoteus og Erastus, til Makedonia; sjálvur varð hann eina tíð enn í Asia.
Ápostlasøgan 19:23 Ápostlasøgan
Um hesa tíðina varð ikki lítil gøla um vegin.
Ápostlasøgan 19:24 Ápostlasøgan
Har var silvursmiður, ið æt Demetrius. Hann gjørdi artemistempul av silvuri og veitti smiðunum ikki lítla inntøku.
Ápostlasøgan 19:25 Ápostlasøgan
Hann kallaði nú teir saman, somuleiðis arbeiðsmenninar, ið fingust við slíkt, og segði: „Tit menn! Tit vita, at av hesum arbeiði hava vit stóru inntøku okkara.
Ápostlasøgan 19:26 Ápostlasøgan
Og nú síggja og hoyra tit, at ikki bert í Efesus, men næstan um alt Asia hevur hesin Paulus við yvirtalan síni villleitt stóran hóp, við tað at hann sigur, at tað eru ikki Gudar, teir, ið gjørdir verða við hondum.
Ápostlasøgan 19:27 Ápostlasøgan
Nú er ikki bert vandi fyri, at hetta yrki okkara skal verða vanvirt, men eisini, at tempul hinnar stóru gudinnu Artemisar skal verða hildið fyri einki, og at endi skal verða gjørdur á stórleika hennara, sum alt Asia og jarðarríki dýrkar!“
Ápostlasøgan 19:28 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fullir av vreiði og róptu: „Stór er Artemis Efesusmanna!“
Ápostlasøgan 19:29 Ápostlasøgan
Røringur kom nú í allan staðin, og tey tustu øll sum eitt á sjónleikarstaðið og rivu við sær Gajus og Aristarkus, sum vóru úr Makedonia og ferðaðust saman við Paulusi.