Nimrod
176 versir um "Nimrod"
Versir
Síða 3 av 4Jeremias 50:14 Jeremias
Fylkist móti Bábel úr øllum ættum, allir tit, ið spenna boga! Skjótið á tað, sparið ikki pílarnar, tí móti HARRANUM hevur tað syndað!
Jeremias 50:15 Jeremias
Skerið í herróp móti tí úr øllum ættum! Tað hevur givist upp, stólpar tess eru falnir, múrar tess eru niðurrivnir. Hetta er jú hevnd HARRANS; hevnið tykkum á tað, gerið við tað, sum tað hevur gjørt!
Jeremias 50:16 Jeremias
Oyðið úr Bábel bæði sáðmann og tann, ið nýtir akurknívin heystardag! Fyri svørðinum, ið herjar, skulu tey fara, hvørt heimaftur til fólk sítt, og flýggja, hvørt til land sítt.
Jeremias 50:17 Jeremias
Burtrikið lamb er Ísrael; leyvur hava rikið tað burt. Fyrst át kongurin í Assýria tað, og nú seinast hevur Nebukadnezar bábelskongur sorað beinini í tí.
Jeremias 50:18 Jeremias
Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg heimsøki bábelskong og land hansara, eins og Eg havi heimsøkt kongin í Assýria.
Jeremias 50:19 Jeremias
Og Eg skal leiða Ísrael aftur á haglendi tess; tað skal liggja á Karmel og í Basan, og á Efra’imsfjøllum og í Gilead skal tað eta seg mett.
Jeremias 50:20 Jeremias
Á teimum døgum og á teirri tíð – sigur HARRIN – skal verða leitað eftir misbroti Ísraels, men tað skal ikki vera til, og eftir syndum Juda, men tær skulu ikki vera at finna; tí Eg skal fyrigeva teimum, ið Eg lati verða eftir.
Jeremias 50:21 Jeremias
Halt á Meratajimsland* og á teir, sum í Pekod* búgva! Elt teir, forkom teimum, slá teir við banni – sigur HARRIN – og ger á allan hátt, sum Eg havi givið tær boð um!
Jeremias 50:22 Jeremias
Óljóð av bardaga hoyrist í landinum, og mikil oyðing.
Jeremias 50:23 Jeremias
Hvussu er hann ikki avstøktur og soraður, hamarin, ið sló alla jørðina! Hvussu er ikki Bábel vorðið til ræðslu millum tjóðirnar!
Jeremias 50:24 Jeremias
Eg setti snerru fyri teg, og tú komst í hana, Bábel, áðrenn tú visti av; tú vart funnið og gripið – tí tað var HARRAN, tú hevði givið teg í stríð við.
Jeremias 50:25 Jeremias
HARRIN hevur latið upp vápnagoymslu Sína og tikið út vreiðivápn Síni; tí Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hevur verk at gera í landi Kaldeara.
Jeremias 50:26 Jeremias
Leggið á tað úr øllum ættum! Latið upp goymslur tess, dungið saman sum korndungar tað, ið har finst, og sláið tað við banni – latið tað einki hava eftir!
Jeremias 50:27 Jeremias
Drepið allar tarvar tess, leiðið teir oman at verða dripnar! Vei teimum! Dagur teirra er komin, heimsøkingartíð teirra.
Jeremias 50:28 Jeremias
Hoyrið! Tey eru flýdd og undansloppin úr Bábelslandi til at kunngera í Zion hevnd HARRANS Guds okkara – hevndina fyri tempul Hansara.
Jeremias 50:29 Jeremias
Stevnið skotmonnum saman móti Bábel, øllum teimum, ið spenna boga! Takið støðu móti tí rundan um tað, latið ongan komast undan! Latið tað fáa líka fyri verk síni, gerið við tað, á allan hátt so sum tað hevur gjørt! Tí móti HARRANUM hevur tað hugmóðað sær, móti hinum Heilaga í Ísrael.
Jeremias 50:30 Jeremias
Tí skulu hinir ungu hjá tí falla á gøtum tess, og tann dag skal endi verða gjørdur á øllum hermonnum tess – sigur HARRIN.
Jeremias 50:31 Jeremias
Eg komi yvir teg, Sadon* – sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna – tí dagur tín er komin, tíðin, táið Eg heimsøki teg.
Jeremias 50:32 Jeremias
Tá skal Sadon snáva og falla og ongan hava at reisa seg upp; og Eg skal seta eld á býir tess; hann skal oyða alt rundan um tað.
Jeremias 50:33 Jeremias
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Kúgaðir eru bæði Ísraelsmenn og Judamenn; allir teir, ið hava herleitt teir, halda teimum føstum, vilja ikki lata teir sleppa.
Jeremias 50:34 Jeremias
Men endurloysari teirra er sterkur – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara; Hann skal vissuliga flyta mál teirra og lata jørðina fáa frið, men tey ófrið, sum í Bábel búgva.
Jeremias 50:35 Jeremias
Svørð yvir Kaldearar – sigur HARRIN – yvir tey, sum í Bábel búgva, yvir høvdingar og vísmenn tess!
Jeremias 50:36 Jeremias
Svørð yvir lygiprofetarnar, so teir standa har sum dárar! Svørð yvir kappar tess, so teir missa mótið!
Jeremias 50:37 Jeremias
Svørð yvir hestar og vagnar tess og yvir alt hitt fremmanda herfólk millum teirra! Teir skulu verða sum kvinnur! Svørð yvir skattir tess! Teir skulu verða rændir!
Jeremias 50:38 Jeremias
Turkur komi yvir vøtn tess! Tey skulu torna upp! – Tí avgudaland er tað, og við ræðuligu avgudum sínum bera tey seg at sum vitleys.
Jeremias 50:39 Jeremias
Tí skulu dýrini úr oyðimørkini búgva har saman við villum hundum, og strutsar skulu búgva í tí; aldri skal tað verða bygt aftur, mann eftir mann skal eingin búgva har.
Jeremias 50:40 Jeremias
Sum táið Gud legði Sodoma og Gomorra og allar grannabýirnar har í oyði – sigur HARRIN – skal eingin maður búgva har, einki menniskjabarn hava tilhald har.
Jeremias 50:41 Jeremias
Fólk kemur norðaneftir – stórt fólk – og mangir kongar reisast og koma úr ytsta enda jarðar.
Jeremias 50:42 Jeremias
Boga og spjót halda teir í hondini; teir eru grummir og eira ongum; mál teirra brúsar sum havið, og á hestum koma teir ríðandi, vápnaðir sum hermaður – móti tær, dóttir Bábel!
Jeremias 50:43 Jeremias
Bábelskongur hevur fingið tíðindi um teir, og hendur hansara eru máttleysar; angist hevur gripið hann, kvalir, sum kvinnuna, ið eigur barn.
Jeremias 50:44 Jeremias
Sum leyva kemur hann* út úr stoltleika** Jordans og fer út á eingirnar, ið altíð eru grønar; tí eftir eini løtu skal Eg reka teir burt haðani, og tann, ið útvaldur er, hann skal Eg seta yvir tað; tí hvør er sum Eg, hvør býður til at stevna Mær, og hvør er tann hirði, ið er maður fyri at verða standandi fyri ásjón Míni!
Jeremias 50:45 Jeremias
Hoyrið tí ráðið, ið HARRIN hevur lagt móti Bábel, og hugsanirnar, ið Hann hevur hugsað móti landi Kaldeara: Vissuliga, tey skulu verða drigin burt, hini smáu lomb; vissuliga, haglendi teirra skal verða ræðslusligið um tey!
Jeremias 50:46 Jeremias
Av hesum rópi: „Bábel er tikið!“ nøtrar jørðin, og neyðarróp hoyrast millum tjóðirnar.
Mika 5:6 Mika
Tá verður leivd Jákups millum hini mongu fólk sum døgg frá HARRANUM, sum regndropar á grasi, sum ongum bíðar eftir og steðgar ikki eftir menniskjabørnunum.
Opinberingin 17:1 Opinberingin
Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði: „Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum,
Opinberingin 17:2 Opinberingin
sum kongar jarðarinnar hava drivið hor við – teir, ið á jørðini búgva, eru vorðnir druknir av víni horulevnaðs hennara!“
Opinberingin 17:3 Opinberingin
So fór hann við mær út í oyðimørk – í andanum. Har sá eg kvinnu; hon sat á skarlaksreyðum dýri, sum var fult av nøvnum gudsspottanar; dýrið hevði sjey høvd og tíggju horn.
Opinberingin 17:4 Opinberingin
Kvinnan var klædd í purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum; í hondini hevði hon gullbikar, fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns.
Opinberingin 17:5 Opinberingin
Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: „Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.“
Opinberingin 17:6 Opinberingin
Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana.
Opinberingin 17:7 Opinberingin
Eingilin segði við meg: „Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndarmál kvinnunnar, og dýrsins, ið hon situr á, og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini.
Opinberingin 17:8 Opinberingin
Dýrið, ið tú sást, hevur verið – og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva – tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins – skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var – og er ikki – og skal koma.
Opinberingin 17:9 Opinberingin
Her ræður um vitið, ið hevur vísdóm! Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á;
Opinberingin 17:10 Opinberingin
tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð.
Opinberingin 17:11 Opinberingin
Dýrið, sum var – og er ikki – er sjálvt hin áttandi og er eisini ein av hinum sjey – og fer burtur til fortaping.
Opinberingin 17:12 Opinberingin
Hini tíggju hornini, ið tú sást, eru tíggju kongar, sum ikki hava fingið kongadømi enn, men fáa vald sum kongar ein tíma – saman við dýrinum.
Opinberingin 17:13 Opinberingin
Teir hava allir sama sinni, og mátt sín og vald sítt geva teir dýrinum.
Opinberingin 17:14 Opinberingin
Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra – tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu – tí tað er Harri harra og Kongur konga.“
Opinberingin 17:15 Opinberingin
Hann segði við meg: „Vøtnini, ið tú sást – har sum skøkjan situr – eru fólk, skarar, fólkasløg og tungumál.
Opinberingin 17:16 Opinberingin
Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið – hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp.