Nimrod
176 versir um "Nimrod"
Versir
Síða 2 av 4Fyrsta Mósebók 11:18 Fyrsta Mósebók
Táið Peleg var 30 ár, fekk hann Re’u.
Fyrsta Mósebók 11:19 Fyrsta Mósebók
Eftir at Peleg hevði fingið Re’u, livdi hann 209 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:20 Fyrsta Mósebók
Táið Re’u var 32 ár, fekk hann Serug.
Fyrsta Mósebók 11:21 Fyrsta Mósebók
Eftir at Re’u hevði fingið Serug, livdi hann 207 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:22 Fyrsta Mósebók
Táið Serug var 30 ár, fekk hann Nakor.
Fyrsta Mósebók 11:23 Fyrsta Mósebók
Eftir at Serug hevði fingið Nakor, livdi hann 200 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:24 Fyrsta Mósebók
Táið Nakor var 29 ár, fekk hann Tara.
Fyrsta Mósebók 11:25 Fyrsta Mósebók
Eftir at Nakor hevði fingið Tara, livdi hann 119 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:26 Fyrsta Mósebók
Táið Tara var 70 ár, fekk hann Ábram, Nakor og Haran.
Fyrsta Mósebók 11:27 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Tara. Tara fekk Ábram, Nakor og Haran. Haran fekk ein son, Lot.
Fyrsta Mósebók 11:28 Fyrsta Mósebók
Haran doyði í føðilandi sínum, í Ur í Kaldea undan faðir sínum, Tara.
Fyrsta Mósebók 11:29 Fyrsta Mósebók
Ábram og Nakor tóku sær konur; kona Ábram æt Sárai, kona Nakor æt Milka og var dóttir Haran, faðir Milku og Jisku.
Fyrsta Mósebók 11:30 Fyrsta Mósebók
Men Sárai var ófruktbør; hon átti einki barn.
Fyrsta Mósebók 11:31 Fyrsta Mósebók
Tara tók nú Ábram, son sín, Lot, sonarson sín, son Haran, og Sárai, sonarkonu sína, konu Ábram, son sín, og fór við teimum úr Ur í Kaldea til at fara til Kána’ansland; men táið tey komu til Karan, búsettust tey har.
Fyrsta Mósebók 11:32 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Tara livdi, var 205 ár; so doyði Tara, í Karan.
Fyrsta Mósebók 6:1 Fyrsta Mósebók
Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum,
Fyrsta Mósebók 6:2 Fyrsta Mósebók
sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.
Fyrsta Mósebók 6:3 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“
Fyrsta Mósebók 6:4 Fyrsta Mósebók
Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini – táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu.
Fyrsta Mósebók 6:5 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.
Fyrsta Mósebók 6:6 Fyrsta Mósebók
Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum.
Fyrsta Mósebók 6:7 Fyrsta Mósebók
Og HARRIN segði: „Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!“
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók
– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.
Fyrsta Mósebók 6:10 Fyrsta Mósebók
Nóa fekk tríggjar synir: Sem, Kam og Jafet.
Fyrsta Mósebók 6:11 Fyrsta Mósebók
Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti.
Fyrsta Mósebók 6:12 Fyrsta Mósebók
Gud sá jørðina – hon var spilt; tí alt hold hevði spilt veg sín á jørðini.
Fyrsta Mósebók 6:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Gud við Nóa: „Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti; nú skal Eg forkoma bæði teimum og jørðini.
Fyrsta Mósebók 6:14 Fyrsta Mósebók
Men tú skalt gera tær ørk av goferviði; við kømurum skalt tú gera hana og bika hana bæði innan og uttan.
Fyrsta Mósebók 6:15 Fyrsta Mósebók
Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera 300 alin long, 50 alin breið og 30 alin høg.
Fyrsta Mósebók 6:16 Fyrsta Mósebók
Eitt vindeyga skalt tú gera á ørkini í erva, eina alin høgt allan vegin, og dyr arkarinnar skalt tú gera á síðu hennara; tú skalt gera hana við eini niðastu, eini mittastu og eini ovastu hædd.
Fyrsta Mósebók 6:17 Fyrsta Mósebók
Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.
Fyrsta Mósebók 6:18 Fyrsta Mósebók
Men við teg geri Eg sáttmála Mín; tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær.
Fyrsta Mósebók 6:19 Fyrsta Mósebók
Av øllum, ið livir, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina fyri at halda tey á lívi saman við tær; hannslag og honslag skal tað vera.
Fyrsta Mósebók 6:20 Fyrsta Mósebók
Av fuglunum eftir teirra slagi, av fænum eftir slagi tess, og av øllum skriðdýrum á jørðini eftir teirra slagi skal eitt par av hvørjum fara inn til tín fyri at verða hildin á lívi.
Fyrsta Mósebók 6:21 Fyrsta Mósebók
Tú skalt fáa tær av alskyns føði, ið etin verður, og savna tað til tín, so tað kann vera tær og teimum til føði.“
Fyrsta Mósebók 6:22 Fyrsta Mósebók
Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann.
Jeremias 50:1 Jeremias
Orðið, ið HARRIN við Jeremiasi profeti talaði um Bábel, um land Kaldeara.
Jeremias 50:2 Jeremias
Kunngerið tað millum tjóðirnar, boðið tað og setið upp merki! Boðið tað, dyljið tað ikki – sigið: „Bábel er tikið, Bel er vorðin til skammar, Merodak er niðurbrotin; gudamyndir tess eru vorðnar til skammar, hinir viðurstyggiligu avgudar tess eru niðurbrotnir.“
Jeremias 50:3 Jeremias
Tí tjóð norðaneftir kemur móti tí; hon ger land tess til oyðimørk, sum eingin býr í; bæði fólk og fæ eru rýmd, flýdd burtur.
Jeremias 50:4 Jeremias
Á teimum døgum og á teirri tíð – sigur HARRIN – skulu Ísraelsmenn koma, teir og Judamenn saman; teir skulu koma grátandi, og HARRAN Gud sín skulu teir søkja.
Jeremias 50:5 Jeremias
Eftir Zion skulu teir spyrja, hagar eru andlit teirra vend: „Komið, latið okkum halda okkum til HARRAN við ævigum sáttmála, sum ikki verður gloymdur!“
Jeremias 50:6 Jeremias
Burtvilst fylgi var fólk Mítt; hirðar teirra høvdu fingið tey av leið; niðan í fjøllini høvdu teir rikið tey; tey reikaðu av fjalli á hædd, tey gloymdu hvíldarstað sítt.
Jeremias 50:7 Jeremias
Ein og hvør, ið hitti tey, át tey, og fíggindar teirra søgdu: „Vit skulu ikki bøta fyri tað!“ – aftur fyri at tey høvdu syndað móti HARRANUM, bústaði rættvísinnar, og móti vón fedra sína – HARRANUM.
Jeremias 50:8 Jeremias
Flýggið burtur úr Bábel, rýmið úr landi Kaldeara, verið sum bukkar undan fylginum!
Jeremias 50:9 Jeremias
Tí Eg skal uppvekja úr Norðurlandi skara av stórum fólkasløgum og lata tey koma móti Bábel; tey skulu fylkja seg móti tí, og av teimum skal tað verða tikið; pílar teirra eru sum hjá royndum kappa, eingin kemur tómhentur aftur.
Jeremias 50:10 Jeremias
Kaldea skal verða til rán; allir teir, ið ræna tað, skulu verða mettir – sigur HARRIN.
Jeremias 50:11 Jeremias
Ja, gleðist bert, fegnist bert, tit, ið ræna arvalut Mín! Ja, hoppið bert sum kvíga, ið treskir, og gneggið sum sterkir hestar!
Jeremias 50:12 Jeremias
Móðir tykkara verður stórliga til skammar; hon, ið føddi tykkum, skal standa við skomm; hon verður tann av tjóðunum, sum minst hevur at týða, oyðimørk, turt land og heiði.
Jeremias 50:13 Jeremias
Vreiði HARRANS skal gera, at har aldri kemur at búgva fólk aftur – alt samalt skal verða oyðimørk; hvør tann, ið kemur fram við Bábel, skal ræðast – og halda spott at øllum plágum tess.