Marta
216 versir um "Marta"
Versir
Síða 3 av 5Lukas 9:38 Lukas
Tá rópti ein maður millum fólkið: „Meistari, eg biði Teg, hygg til son mín! Hann er einkabarn mítt;
Lukas 9:39 Lukas
og andi tekur hann, og við tað sama fer hann at nísta; hann slítur í hann, so skúmið drívur honum av munni; og tað er nóg illa, hann sleppir honum, og illa fer hann tá við honum.
Lukas 9:40 Lukas
Eg bað lærisveinar Tínar reka hann út, men teir vóru ikki mentir.“
Lukas 9:41 Lukas
Tá svaraði Jesus: „Tú vantrúna og rangvørga ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum og tola tykkum? Kom higar við syni tínum!“
Lukas 9:42 Lukas
Eisini meðan hann var á veg til Hansara, reiv og sleit hin illi andin í hann. Tá hótti Jesus at hinum óreina andanum og grøddi drongin og gav faðir hansara hann aftur.
Lukas 9:43 Lukas
Øll vóru tá sligin av undran yvir stórleika Guds. Men táið øll undraðust á alt tað, sum Hann gjørdi, segði Hann við lærisveinar Sínar:
Lukas 9:44 Lukas
„Goymið í oyrum tykkara hesi orð: Menniskjasonurin skal verða givin menniskjum í hendur!“
Lukas 9:45 Lukas
Hetta orð skiltu teir ikki; tað var teimum dult, so teir fataðu tað ikki; og teir tordu ikki at spyrja Hann um hetta orð.
Lukas 9:46 Lukas
Men tann hugsan steig upp hjá teimum, hvør teirra nú mundi vera størstur.
Lukas 9:47 Lukas
Men við tað at Jesus sá, hvat teir hugsaðu í hjartanum, tók Hann lítið barn og læt tað standa hjá Sær.
Lukas 9:48 Lukas
Og Hann segði við teir: „Tann, sum tekur ímóti hesum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg; tí tann, sum er hin minsti av tykkum øllum, hann er stórur.“
Lukas 9:49 Lukas
Tá tók Jóhannes til orða og segði: „Meistari, vit sóu ein, sum rak út illar andar í navni Tínum; og vit forbuðu honum tað, av tí at hann er ikki í fylgi við okkum!“
Lukas 9:50 Lukas
Men Jesus segði við hann: „Forbjóðið honum tað ikki! Tí tann, sum ikki er ímóti tykkum, er við tykkum.“
Lukas 9:51 Lukas
Táið nú leið at tíðini, at Hann skuldi verða tikin upp, vendi Hann andliti Sínum móti Jerusalem, til at fara hagar.
Lukas 9:52 Lukas
Og Hann læt sendimenn fara undan Sær; teir fóru avstað og komu inn í eina bygd Samverja at fáa Honum innivist.
Lukas 9:53 Lukas
Men tey tóku ikki ímóti Honum, tí Hann var á ferð til Jerusalem.
Lukas 9:54 Lukas
Táið Jákup og Jóhannes, lærisveinar Hansara, sóu hetta, søgdu teir: „Harri, vilt Tú, at vit skula bjóða eldi at falla niður av himli og oyða tey, eins og Elias gjørdi?“
Lukas 9:55 Lukas
Men Hann vendi Sær á og hevði at teimum og segði: „Tit vita ikki, hvørjum anda tit eru av!
Lukas 9:56 Lukas
Tí Menniskjasonurin er ikki komin at oyða mannalív, men at frelsa.“ Síðani fóru teir í aðra bygd.
Lukas 9:57 Lukas
Sum teir nú hildu ferðina fram, segði ein við Hann: „Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.“
Lukas 9:58 Lukas
Jesus svaraði honum: „Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður, men Menniskjasonurin hevur ikki tað, ið Hann kann halla høvdinum at.“
Lukas 9:59 Lukas
Hann segði við ein annan: „Fylg Mær!“ Men hann svaraði: „Harri, loyv mær fyrst at fara og jarða faðir!“
Lukas 9:60 Lukas
Tá segði Hann við hann: „Lat hini deyðu jarða síni deyðu, men far tú avstað og ber boð um ríki Guds!“
Lukas 9:61 Lukas
Uppaftur ein annar segði: „Harri, eg skal fylgja Tær, men loyv mær fyrst at siga teimum farvæl har heima við hús!“
Lukas 9:62 Lukas
Tá svaraði Jesus honum: „Eingin, ið leggur hondina á plógvið – og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.“
Lukas 10:1 Lukas
Eftir hetta útvaldi Harrin eisini 70 aðrar og sendi teir út tveir og tveir undan Sær í hvønn bý og á hvørt stað, sum Hann sjálvur ætlaði at koma til.
Lukas 10:2 Lukas
Hann segði við teir: „Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir; biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!
Lukas 10:3 Lukas
Farið avstað! Eg sendi tykkum sum lomb mitt ímillum úlvar!
Lukas 10:4 Lukas
Havið ikki pung, ikki tasku, ikki skógvar, og heilsið ongum á vegnum!
Lukas 10:5 Lukas
Og har tit koma inn í hús, skulu tit fyrst siga: „Friður veri við hesum húsi!“
Lukas 10:6 Lukas
Er tá eitt friðarins barn har, skal friður tykkara hvíla á tí; men um ikki, skal hann koma aftur til tykkara.
Lukas 10:7 Lukas
Men verðið í tí húsi, og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum! Tí arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta úr einum húsi í annað.
Lukas 10:8 Lukas
Og har tit koma inn í bý, og tey taka ímóti tykkum, skulu tit eta tað, sum tey seta fyri tykkum.
Lukas 10:9 Lukas
Grøðið hini sjúku, ið eru har, og sigið við tey: „Ríki Guds er komið tykkum nær!“
Lukas 10:10 Lukas
Men har tit koma inn í bý, og tey taka ikki ímóti tykkum, skulu tit fara út á gøturnar og siga:
Lukas 10:11 Lukas
„Um tað so er dustið, sum hongur uppi í fótum okkara úr býi tykkara, so turka vit tykkum tað av. Tó, tað skulu tit vita, at ríki Guds er komið nær.“
Lukas 10:12 Lukas
Eg sigi tykkum: Sodoma skal gangast frægari hin dag enn tí býi.
Lukas 10:13 Lukas
Vei tær, Korazin! Vei tær, Betsaida! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tykkum, gjørdar í Týrus og Sidon, høvdu teir langt síðani vent við og sitið í sekki og øsku.
Lukas 10:14 Lukas
Men tað skal gangast Týrus og Sidon frægari í dóminum enn tykkum.
Lukas 10:15 Lukas
Og tú Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður!
Lukas 10:16 Lukas
Tann, ið hoyrir tykkum, hoyrir Meg; tann, ið vrakar tykkum, vrakar Meg; tann, ið vrakar Meg, vrakar Hann, sum sendi Meg.“
Lukas 10:17 Lukas
Hinir 70 komu glaðir aftur og søgdu: „Harri! Eisini hinir illu andarnir eru okkum lýdnir í navni Tínum!“
Lukas 10:18 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Eg sá Satan falla niður av himli sum snarljós.
Lukas 10:19 Lukas
Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.
Lukas 10:20 Lukas
Tó, gleðist ikki yvir tað, at andarnir eru tykkum lýdnir, men gleðist yvir, at nøvn tykkara eru uppskrivað í Himli!“
Lukas 10:21 Lukas
Í somu stund fyltist Hann av gleði í Heilaga Andanum og segði: „Eg prísi Tær, Faðir, Harri Himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi.
Lukas 10:22 Lukas
Alt er Mær litið upp í hendur av Faðir Mínum; eingin veit, hvør Sonurin er, uttan Faðirin, og hvør Faðirin er, uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann.“
Lukas 10:23 Lukas
So vendi Hann Sær serliga til lærisveinarnar og segði við teir: „Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja!
Lukas 10:24 Lukas
Tí Eg sigi tykkum: Mangir profetar og kongar hava ynskt sær at síggja tað, ið tit síggja, og hava ikki fingið tað at síggja, og hoyra tað, ið tit hoyra, og hava ikki fingið tað at hoyra.“
Lukas 10:25 Lukas
Ein lógkønur steig nú fram, freistaði Hann og segði: „Meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“