Marta

216 versir um "Marta"

Versir

Síða 2 av 5
Jóhannes 11:46 Jóhannes

Men nakrir av teimum fóru avstað til Fariseararnar og søgdu teimum tað, sum Jesus hevði gjørt.

6
Jóhannes 11:47 Jóhannes

Tá kallaðu høvuðsprestarnir og Fariseararnir ráðið saman til fund og søgdu: „Hvat skulu vit gera? Hesin maður ger mong tekin.

6
Jóhannes 11:48 Jóhannes

Lata vit Hann halda so á, fara øll at trúgva á Hann, og Rómverjar fara at koma og taka bæði land og fólk okkara.“

6
Jóhannes 11:49 Jóhannes

Men ein teirra – Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið – segði við teir:

6
Jóhannes 11:50 Jóhannes

„Tit skilja einki! Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar.“

6
Jóhannes 11:51 Jóhannes

– Hetta segði hann ikki av sær sjálvum; nei, við tað at hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið –

6
Jóhannes 11:52 Jóhannes

og ikki bert fyri ta tjóðina, men fyri at Hann eisini skuldi savna sundurspjaddu børn Guds saman til eitt.

6
Jóhannes 11:53 Jóhannes

Frá tí degi løgdu teir upp ráð um at drepa Hann.

6
Jóhannes 11:54 Jóhannes

Tí ferðaðist Jesus ikki longur opinlýst um millum Jødarnar; nei, Hann fór haðani út til landið nær oyðimørkini, til ein bý, sum æt Efra’im; har dvaldi Hann við lærisveinum Sínum.

6
Jóhannes 11:55 Jóhannes

Nú leið til páskir Jødanna, og mong av bygd fóru fyri páskir niðan til Jerusalem at reinsa seg.

6
Jóhannes 11:56 Jóhannes

Tey leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu hvørt við annað, sum tey stóðu í templinum: „Hvat halda tit? Man Hann ikki fara at koma til høgtíðina?“

6
Jóhannes 11:57 Jóhannes

Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð um, at tann, ið fekk at vita, hvar Hann var, skuldi siga frá, so teir kundu taka Hann.

6
Jóhannes 12:2 Jóhannes

Har varð gjørd kvøldmáltíð fyri Honum, og Marta kokkaðist; men Lazarus var ein teirra, sum sótu til borðs saman við Honum.

6
Lukas 9:1 Lukas

Hann kallaði nú saman hinar tólv og gav teimum mátt og vald yvir øllum hinum illu andum og til at grøða sjúkur.

3
Lukas 9:2 Lukas

Og Hann sendi teir út at prædika ríki Guds og grøða sjúk.

3
Lukas 9:3 Lukas

Hann segði við teir: „Takið einki við á ferðini, hvørki stav, tasku, breyð ella pening! Heldur ikki skulu tit hava tveir kyrtlar.

3
Lukas 9:4 Lukas

Í tí húsi, sum tit koma inn í, skulu tit verða, og haðani skulu tit fara longur.

3
Lukas 9:5 Lukas

Allastaðni har tey ikki taka ímóti tykkum, úr tí býi skulu tit fara burtur og eisini rista dustið av fótum tykkara til vitnisburð móti teimum.“

3
Lukas 9:6 Lukas

So fóru teir avstað og ferðaðust um býirnar og prædikaðu evangeliið og grøddu fólk allastaðni.

3
Lukas 9:7 Lukas

Men Heródes fjórðingshøvdingi frætti alt tað, sum hendi; og hann var í døpurhuga, tí summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá hinum deyðu,

3
Lukas 9:8 Lukas

summi, at Elias hevði víst seg, onnur uppaftur, at ein av hinum gomlu profetunum var risin upp.

3
Lukas 9:9 Lukas

Men Heródes segði: „Jóhannes læt eg hálshøgga; men hvør er hesin, ið eg hoyri slíkt um?“ Og hann lá eftir at fáa Hann at síggja.

3
Lukas 9:10 Lukas

Ápostlarnir komu so aftur og søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt. Tá tók Hann teir við Sær og fór burtur, so teir vóru einsamallir, til bý, sum eitur Betsaida.

3
Lukas 9:11 Lukas

Men táið fólkið fekk tað at vita, fóru tey aftan á Honum, og Hann tók ímóti teimum og talaði við tey um ríki Guds og grøddi tey, sum tørvaði heilsubót.

3
Lukas 9:12 Lukas

Men dagurin var farin at halla. Tá komu hinir tólv til Hansara og søgdu: „Lat fólkið fara avstað, so tey kunnu fara í bygdirnar og garðarnar her rundanum og fáa sær innivist og okkurt at eta – vit eru jú her á staði, sum er oyðið!“

3
Lukas 9:13 Lukas

Hann segði við teir: „Gevið tit teimum at eta!“ Men teir søgdu: „Vit hava ikki meir enn fimm breyð og tveir fiskar – uttan so er, at vit skulu fara og keypa mat til alt hetta fólk!“

3
Lukas 9:14 Lukas

Tí har vóru okkurt um 5000 menn. Tá segði Hann við lærisveinar Sínar: „Latið tey seta seg niður í flokkum, 50 í hvørjum!“

3
Lukas 9:15 Lukas

Teir so gjørdu og lótu øll seta seg niður.

3
Lukas 9:16 Lukas

So tók Hann hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði tey; so breyt Hann tey og gav lærisveinum Sínum tey at leggja fyri fólkið.

3
Lukas 9:17 Lukas

Tey ótu nú og vórðu øll mett. Bitarnir, ið av lupu, vórðu savnaðir saman, tólv kurvar.

3
Lukas 9:18 Lukas

Einaferð meðan Hann bað, og eingin var hjá Honum uttan lærisveinarnir, spurdi Hann teir: „Hvønn sigur fólkið Meg vera?“

3
Lukas 9:19 Lukas

Teir svaraðu: „Jóhannes doypara; onnur siga Elias; uppaftur onnur siga, at ein av hinum gomlu profetunum er risin upp.“

3
Lukas 9:20 Lukas

Hann segði við teir: „Men tit, hvønn siga tit Meg vera?“ Pætur svaraði: „Krist Guds!“

3
Lukas 9:21 Lukas

Tá beyð Hann teimum strangliga ongum at siga hetta;

3
Lukas 9:22 Lukas

tí Hann segði: „Menniskjasonurin skal líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu, høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin.“

3
Lukas 9:23 Lukas

Og Hann segði við allar: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær.

3
Lukas 9:24 Lukas

Tí tann, ið vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí.

3
Lukas 9:25 Lukas

Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað hevur vunnið allan heimin, men mist seg sjálvt ella latið seg sjálvt afturfyri!

3
Lukas 9:26 Lukas

Tann, ið skammast við Meg og orð Míni, skal Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Síni og Faðirsins og hinna heilagu eingla.

3
Lukas 9:27 Lukas

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja ríki Guds.“

3
Lukas 9:28 Lukas

Einar átta dagar eftir at Hann hevði talað hetta, tók Hann Pætur, Jóhannes og Jákup við Sær og fór niðan á fjallið at biðja.

3
Lukas 9:29 Lukas

Meðan Hann bað, varð andlit Hansara øðrvísi at síggja, og klæði Hansara vórðu hvít og skyggjandi.

3
Lukas 9:30 Lukas

Og tveir menn talaðu við Hann; tað vóru Móses og Elias;

3
Lukas 9:31 Lukas

teir vístu seg í dýrd og talaðu um burturferð Hansara, sum Hann skuldi fullføra í Jerusalem.

3
Lukas 9:32 Lukas

Men Pætur og teir, ið við Honum vóru, vóru tungir í svøvni; men táið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd Hansara og menninar báðar, ið hjá Honum stóðu.

3
Lukas 9:33 Lukas

Táið teir so skiltust frá Honum, segði Pætur við Jesus: „Meistari! Her er okkum gott at vera; lat okkum gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein!“ – Hann visti ikki, hvat hann segði.

3
Lukas 9:34 Lukas

Sum hann segði hetta, kom skýggj og skuggaði yvir teir, og teir ræddust, táið teir komu inn í skýggið.

3
Lukas 9:35 Lukas

Úr skýnum kom rødd: „Hesin er Sonur Mín, hin útvaldi – hoyrið Hann!“

3
Lukas 9:36 Lukas

Táið røddin kom, sást eingin uttan Jesus eina. Og teir tagdu og søgdu á teimum døgum ongum nakað av tí, sum teir høvdu sæð.

3
Lukas 9:37 Lukas

Dagin eftir, táið teir komu oman av fjallinum, kom nógv fólk ímóti Honum.

3