líknilsir

152 versir um "líknilsir"

Versir

Síða 3 av 4
Matteus 20:16 Matteus

Soleiðis skulu hini síðstu verða fyrst, og hini fyrstu síðst; [tí mong eru kallað, men fá eru útvald.“]*

4
Lukas 10:30 Lukas

Jesus svaraði: „Maður fór úr Jerusalem oman til Jeriko; og hann fall í hendur ránsmanna, sum bæði lótu hann naknan og slógu hann og síðani fóru leið sína og lótu hann liggja har hálvdeyðan.

4
Lukas 10:31 Lukas

Nú bar so á, at prestur fór somu leið oman; hann sá hann, men gekk bert framvið.

4
Lukas 10:32 Lukas

Á sama hátt ein Levitur; hann kom til staðið, fór yvir, sá hann, men gekk bert framvið.

4
Lukas 10:33 Lukas

Men ein Samverji, ið var á ferð, kom til hansara; táið hann sá hann, tykti honum hjartaliga synd í honum.

4
Lukas 10:34 Lukas

Hann fór yvir til hansara, bant um sár hansara og læt olju og vín í tey; so lyfti hann hann upp á sítt egna dýr, fór til gistihús við honum og røkti hann.

4
Lukas 10:35 Lukas

Dagin eftir tók hann tveir denarar, gav vertinum teir og segði: „Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.“

4
Lukas 10:36 Lukas

Hvør av hesum trimum, tykist tær nú, royndist næsti hansara, sum fallin var í hendur ránsmanna?“

4
Lukas 10:37 Lukas

Hann segði: „Tann, ið vísti honum miskunn.“ Tá segði Jesus við hann: „Far tú og ger tað sama!“

4
Matteus 13:9 Matteus

Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!“

3
Matteus 25:1 Matteus

„Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum.

3
Matteus 25:2 Matteus

Fimm teirra vóru dárar, og fimm klókar.

3
Matteus 25:3 Matteus

Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær.

3
Matteus 25:4 Matteus

Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum.

3
Matteus 25:5 Matteus

Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.

3
Matteus 25:6 Matteus

Men um midnátt hoyrdist róp: „Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!“

3
Matteus 25:7 Matteus

Tá vaknaðu allar moyggjarnar og gjørdu lampur sínar til.

3
Matteus 25:8 Matteus

Tær, ið dárar vóru, søgdu nú við hinar klóku: „Latið okkum fáa av olju tykkara, tí lampur okkara sløkna!“

3
Matteus 25:9 Matteus

Men hinar klóku svaraðu: „Nei, ikki verður nóg mikið bæði til okkara og tykkara; farið heldur til keypmenninar og keypið tykkum sjálvum!“

3
Matteus 25:10 Matteus

Men táið tær vóru farnar avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum til reiðar vóru, fóru inn við honum í brúdleypið, og dyrnar vórðu latnar aftur.

3
Matteus 25:11 Matteus

Seinni komu so eisini hinar moyggjarnar og søgdu: „Harri, Harri, lat okkum upp!“

3
Matteus 25:12 Matteus

Men hann svaraði: „Sanniliga, sigi eg tykkum: Eg kenni tykkum ikki.“

3
Matteus 25:13 Matteus

Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.

3
Markus 4:26 Markus

So segði Hann: „Við ríki Guds er so, sum táið maður kastar sáðið í jørðina

3
Markus 4:27 Markus

og svevur og fer upp, nátt og dag, og sáðið nælir og veksur upp, hann veit ikki sjálvur, hvussu.

3
Markus 4:28 Markus

Av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst strá, so aks, so fult korn í aksinum.

3
Markus 4:29 Markus

Men táið grøðin er staðin, sendir hann við tað sama út akurknívin; tí heystið er komið.“

3
Lukas 12:16 Lukas

Og Hann setti teimum fram líknilsi: „Ríkur maður var, sum hevði fingið nógva grøði av jørð síni.

3
Lukas 12:17 Lukas

Hann hugsaði nú við sær sjálvum og segði: „Hvat skal eg gera? Eg havi jú ikki rúm at goyma grøði mína í.“

3
Lukas 12:18 Lukas

So segði hann: „Hetta skal eg gera: Eg skal ríva niður løður mínar og byggja tær størri, og so skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt inn í tær.

3
Lukas 12:19 Lukas

Tá skal eg siga við sál mína: Sál! Tú hevur nógv gott liggjandi niður fyri til mong ár; unn tær nú frið, et, drekk og ver glað!“

3
Lukas 12:20 Lukas

Men Gud segði við hann: „Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!“

3
Lukas 12:21 Lukas

Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi.“

3
Lukas 14:16 Lukas

Tá segði Hann við hann: „Maður var, sum gjørdi stóran nátturða og beyð mongum.

3
Lukas 14:17 Lukas

Og hann sendi út tænara sín, um ta tíðina nátturðin skuldi verða, at siga við hinar bodnu: „Komið, tí nú er alt til reiðar!“

3
Lukas 14:18 Lukas

Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði við hann: „Eg havi keypt nakað av jørð og eri noyddur at fara út at hyggja at henni; eg biði teg – halt mær til góða!“

3
Lukas 14:19 Lukas

Ein annar segði: „Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari út at royna teir; eg biði teg – halt mær til góða!“

3
Lukas 14:20 Lukas

Uppaftur ein annar segði: „Eg havi tikið mær konu, og tí fái eg ikki komið.“

3
Lukas 14:21 Lukas

Tænarin kom so og segði harra sínum hetta. Tá varð húsbóndin illur og segði við tænara sín: „Far skjótt út á gøtur og stræti í býnum, og fá fátæk og kryplar, lamin og blind inn higar!“

3
Lukas 14:22 Lukas

Tænarin segði tá: „Harri! Tað, sum tú gavst boð um, er gjørt; og rúm er enn.“

3
Lukas 14:23 Lukas

Tá segði harrin við tænaran: „Far út á vegirnar og út at gørðunum og noyð tey at koma inn, so hús mítt kann verða fult!

3
Lukas 14:24 Lukas

Tí eg sigi tykkum, at eingin av hinum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka nátturða mín.““

3
Matteus 13:35 Matteus

fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur: „Eg skal lata upp munnin í líknilsum, eg skal bera fram tað, ið dult hevur verið, frá tí heimurin varð grundaður.“

2
Lukas 10:29 Lukas

Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði tí við Jesus: „Hvør er tá næsti mín?“

2
Lukas 18:1 Lukas

Hann setti teimum fram líknilsi um tað, at tey skuldu altíð biðja og ikki troyttast.

2
Lukas 18:2 Lukas

Hann segði: „Í einum býi var dómari, sum ikki óttaðist Gud og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja.

2
Lukas 18:3 Lukas

Í sama býi var einkja, sum kom til hansara og segði: „Hjálp mær at fáa rætt yvir mótparti mínum!“

2
Lukas 18:4 Lukas

Eina tíð vildi hann ikki. Men at endanum segði hann við sær sjálvum: „Um eg so ikki óttist Gud, ei heldur firnist fyri nøkrum menniskja,

2
Lukas 18:5 Lukas

so skal eg tó, við tað at henda einkja ikki letur meg hava frið, hjálpa henni at fáa rætt, so hon skal ikki í heilum ganga og plága meg.““

2
Lukas 18:6 Lukas

Harrin segði: „Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur!

2