líknilsir

152 versir um "líknilsir"

Versir

Síða 2 av 4
Matteus 22:10 Matteus

So fóru hesir tænarar út á vegirnar og savnaðu saman øll, ið teir hittu, bæði ónd og góð; og brúdleypshúsið varð fult av gestum.

5
Matteus 22:11 Matteus

Táið nú kongurin fór inn at síggja gestirnar, sá hann har mann, sum ikki var í brúdleypsklæðum.

5
Matteus 22:12 Matteus

Hann segði við hann: „Vinur! Hvussu ert tú komin inn higar og ert ikki í brúdleypsklæðum?“ Men hann tagdi.

5
Matteus 22:13 Matteus

Tá segði kongurin við tænararnar: „Bindið hendur og føtur hansara og kastið hann út í myrkrið uttanfyri!“ – Har skal vera grátur og tannagrísl.

5
Matteus 22:14 Matteus

Tí mong eru kallað, men fá eru útvald.“

5
Lukas 16:19 Lukas

Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.

5
Lukas 16:20 Lukas

Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.

5
Lukas 16:21 Lukas

Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.

5
Lukas 16:22 Lukas

Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.

5
Lukas 16:23 Lukas

Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu – sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.

5
Lukas 16:24 Lukas

Tá rópti hann: „Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“

5
Lukas 16:25 Lukas

Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.

5
Lukas 16:26 Lukas

Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.“

5
Lukas 16:27 Lukas

Tá segði hann: „So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;

5
Lukas 16:28 Lukas

tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.“

5
Lukas 16:29 Lukas

Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!“

5
Lukas 16:30 Lukas

Hann svaraði: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“

5
Lukas 16:31 Lukas

Men hann segði við hann: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.““

5
Matteus 13:24 Matteus

Annað líknilsi setti Hann teimum fram; Hann segði: „Ríki Himmiríkis er at líkna við mann, sum sáaði gott sáð í veltu sína.

4
Matteus 13:25 Matteus

Men meðan fólkið svav, kom fíggindi hansara og sáaði illgras millum hveitina og fór so burtur.

4
Matteus 13:26 Matteus

Táið nú sáðið vaks upp og bar grøði, kom eisini illgrasið til sjóndar.

4
Matteus 13:27 Matteus

Tænarar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: „Harri! Sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgrasið?“

4
Matteus 13:28 Matteus

Hann svaraði teimum: „Tað hevur ein fíggindi gjørt.“ Tænararnir søgdu við hann: „Vilt tú tá, at vit skulu fara og sanka tað saman?“

4
Matteus 13:29 Matteus

Men hann segði: „Nei; tí tá kunnu tit koma at slíta upp hveitina við, saman við illgrasinum, táið tit sanka tað saman.

4
Matteus 13:30 Matteus

Latið bæði vaksa saman til heystar! Táið so akurin skal skerast, skal eg siga við teir, ið skera hann: Sankið fyrst illgrasið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men savnið hveitina inn í løðu mína!““

4
Matteus 13:31 Matteus

Annað líknilsi setti Hann fram fyri teir; Hann segði: „Ríki Himmiríkis er líkt sinnopskorni, sum maður tók og sáaði í veltu sína.

4
Matteus 13:32 Matteus

Víst er tað minni enn alt annað fræ; men táið tað veksur upp, er tað størri enn urtirnar og verður træ, so fuglar himmalsins koma og byggja reiður í greinum tess.“

4
Matteus 13:33 Matteus

Annað líknilsi talaði Hann til teirra: „Ríki Himmiríkis er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.“

4
Matteus 13:44 Matteus

Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.

4
Matteus 13:45 Matteus

Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum.

4
Matteus 13:46 Matteus

Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana.

4
Matteus 13:47 Matteus

Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum.

4
Matteus 13:48 Matteus

Táið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg niður og savna hinar góðu upp í íløt, men kasta burtur hinar vánaligu.

4
Matteus 13:49 Matteus

Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu

4
Matteus 13:50 Matteus

og kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.

4
Matteus 20:1 Matteus

„Tí ríki Himmiríkis er líkt húsbónda, ið fór út árla á morgni at biðja sær arbeiðsmenn í víngarð sín.

4
Matteus 20:2 Matteus

Og táið hann var komin ásamt við arbeiðsmenninar um denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín.

4
Matteus 20:3 Matteus

Táið hann nú fór út um triðja tíman, sá hann aðrar standa fyri einki á torginum.

4
Matteus 20:4 Matteus

Hann segði við teir: „Farið eisini tit út í víngarðin, og eg skal lata tykkum fáa tað, ið rætt er!“ Teir fóru tá.

4
Matteus 20:5 Matteus

Aftur fór hann út um sætta og níggjunda tíman og gjørdi tað sama.

4
Matteus 20:6 Matteus

Og um ellivta tíman fór hann út og fann aðrar standandi har; hann segði tá við teir: „Hví standa tit her fyri einki allan dagin?“

4
Matteus 20:7 Matteus

Teir svaraðu honum: „Tí eingin hevur biðið okkum.“ Hann segði við teir: „Farið eisini tit út í víngarðin!“

4
Matteus 20:8 Matteus

Táið so kvøldið var komið, segði víngarðsharrin við arbeiðsformann sín: „Rópa arbeiðsmenninar inn og lat teir fáa lønina! Byrja við hinum síðstu, og enda við hinum fyrstu!“

4
Matteus 20:9 Matteus

Teir, ið vóru bidnir um ellivta tíman, komu so, og fingu denar hvør.

4
Matteus 20:10 Matteus

Táið tá hinir fyrstu komu, hugsaðu teir, at teir fóru at fáa meir; men eisini teir fingu denar hvør.

4
Matteus 20:11 Matteus

Táið teir fingu hann, knarraðu teir móti húsbóndanum og søgdu:

4
Matteus 20:12 Matteus

„Hesir síðstu hava ikki arbeitt meir enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum hava borið byrði og hita dagsins!“

4
Matteus 20:13 Matteus

Men hann svaraði einum teirra: „Vinur! Eg geri tær ongan órætt; komst tú ikki ásamt við meg um ein denar!

4
Matteus 20:14 Matteus

Tak títt og far! Men eg skal geva hesum síðsta líka mikið sum tær.

4
Matteus 20:15 Matteus

Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil! Ella er eyga títt ilt, fyri tað at eg eri góður?“

4