kongur Salomon
143 versir um "kongur Salomon"
Versir
Síða 2 av 3Fyrra Kongabók 1:49 Fyrra Kongabók
Tá fall ræðsla á allar gestir Adonja; teir lupu á føtur og fóru hvør leið sína.
Fyrra Kongabók 1:50 Fyrra Kongabók
Men Adonja ræddist Sálomo; hann reistist, leyp avstað og treiv um altarhornini.
Fyrra Kongabók 1:51 Fyrra Kongabók
Hetta varð sagt Sálomo: „Adonja ræðist Sálomo kong; hann heldur um altarhornini og sigur: „Sálomo kongur má við eiði lova mær – og tað í dag – at hann skal ikki lata tænara sín drepa við svørði!““
Fyrra Kongabók 1:52 Fyrra Kongabók
Tá segði Sálomo: „Vil hann bera seg at sum rættiligur maður, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar; men verður rakt við nakað ilt hjá honum, skal hann doyggja!“
Fyrra Kongabók 1:53 Fyrra Kongabók
So sendi Sálomo kongur menn avstað; teir tóku hann frá altarinum, og hann kom og kastaði seg niður fyri Sálomo kongi. Tá segði Sálomo við hann: „Far heim til tín sjálvs!“
Fyrra Kongabók 11:3 Fyrra Kongabók
Hann hevði 700 konur – prinsessur – og 300 hjákonur; og konur hansara drógu hjarta hansara burtur frá HARRANUM.
Fyrra Kongabók 6:2 Fyrra Kongabók
Húsið, ið Sálomo kongur bygdi HARRANUM, var 60 alin langt, 20 alin breitt og 30 alin høgt.
Orðtøkini 16:1 Orðtøkini
Ráð hjartans hoyra menniskjanum til, men svarið, ið tungan gevur, kemur frá HARRANUM.
Orðtøkini 16:2 Orðtøkini
Allar leiðir mansins eru reinar í hansara egnu eygum, men HARRIN vigar andarnar.
Orðtøkini 16:3 Orðtøkini
Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!
Orðtøkini 16:4 Orðtøkini
Alt skapti HARRIN, hvørt til sítt, hin gudleysa við – til vanlukkudagin!
Orðtøkini 16:5 Orðtøkini
Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður.
Orðtøkini 16:6 Orðtøkini
Við kærleika og trúfesti verður misgerð javnað, og við ótta HARRANS flýggjar ein frá illum.
Orðtøkini 16:7 Orðtøkini
Táið HARRANUM líkar atburð mansins, ger Hann, at um tað so eru fíggindar hansara, binda teir frið við hann.
Orðtøkini 16:8 Orðtøkini
Betri er lítið við rættvísi enn stórur vinningur við órætti.
Orðtøkini 16:9 Orðtøkini
Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.
Orðtøkini 16:10 Orðtøkini
Gudsdómur er á vørrum kongsins; ei ger muður hansara mistak, táið hann dømir.
Orðtøkini 16:11 Orðtøkini
Rættur bismari og rættar vektskálir hoyra HARRANUM til; øll loddini í posanum eru verk Hansara.
Orðtøkini 16:12 Orðtøkini
Gudleysur atburður er kongum andstygd; tí við rættvísi verður hásætið grundfest.
Orðtøkini 16:13 Orðtøkini
Rættvísar varrar líkar kongum; teir elska tann, ið talar av sonnum hjarta.
Orðtøkini 16:14 Orðtøkini
Vreiði kongsins er boð deyðans, men vísur maður dugir at stilla hana.
Orðtøkini 16:15 Orðtøkini
Í ljósi ásjónar kongsins er lív, og náði hansara er sum regnskýggj um várið.
Orðtøkini 16:16 Orðtøkini
At vinna vísdóm – hvussu mangan betri er ikki tað enn gull! Og at vinna vit er meiri vert enn silvur.
Orðtøkini 16:17 Orðtøkini
Vegur hinna sannhjartaðu er at halda seg frá illum; tann, ið aktar eftir leið síni, varðar lív sítt.
Orðtøkini 16:18 Orðtøkini
Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.
Orðtøkini 16:19 Orðtøkini
Betri er at vera eyðmjúkur saman við neyðstøddum enn at skifta fong við stoltum.
Orðtøkini 16:20 Orðtøkini
Væl gongst honum, ið gevur orðinum gætur; sælur tann, ið lítur á HARRAN!
Orðtøkini 16:21 Orðtøkini
Tann, sum er vísur í hjartanum, verður kallaður vitigur, og søtleiki varranna eykar lærdóm.
Orðtøkini 16:22 Orðtøkini
Klókskapur er teimum kelda lívsins, sum eiga hann, men straff dáranna er teirra egni dárskapur.
Orðtøkini 16:23 Orðtøkini
Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.
Orðtøkini 16:24 Orðtøkini
Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót.
Orðtøkini 16:25 Orðtøkini
Mong leið tykist manninum røtt – og so er endi hennara kortini leiðir deyðans!
Orðtøkini 16:26 Orðtøkini
Svongd arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí muður hansara koyrir undir hann.
Orðtøkini 16:27 Orðtøkini
Níðingurin grevur vanlukkugravir; tað er, sum eldur hevði brent á vørrum hansara.
Orðtøkini 16:28 Orðtøkini
Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.
Orðtøkini 16:29 Orðtøkini
Yvirgangskroppurin lokkar næsta sín og leiðir hann inn á veg, sum ikki er góður.
Orðtøkini 16:30 Orðtøkini
Tann, ið letur eyguni saman fyri at upphugsa svik, og tann, ið læsir saman varrarnar, hevur longu fullført hitt illa.
Orðtøkini 16:31 Orðtøkini
Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.
Orðtøkini 16:32 Orðtøkini
Hin tolni er betri enn veldigur kappi; størri er at stýra sinni sínum enn at taka ein stað.
Orðtøkini 16:33 Orðtøkini
Í barminum verður luturin ristur, men hann fellur altíð, sum HARRIN vil.
Orðtøkini 17:1 Orðtøkini
Betri er turrur breyðbiti við friði, enn húsið fult av hátíðarkosti við kjaki.
Orðtøkini 17:2 Orðtøkini
Klókur tænari verður harri yvir syni, sum er dári, og saman við brøðrunum fær hann part í arvinum.
Orðtøkini 17:3 Orðtøkini
Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, men tann, sum roynir hjørtuni, er HARRIN.
Orðtøkini 17:4 Orðtøkini
Hin óndi lurtar eftir óndum vørrum, lygnarin lurtar eftir eiturtungum.
Orðtøkini 17:5 Orðtøkini
Tann, ið spottar hin fátæka, háðar skapara hansara; tann, ið gleðist um vanlukku, verður ikki óstraffaður.
Orðtøkini 17:6 Orðtøkini
Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.
Orðtøkini 17:7 Orðtøkini
Ikki sømir dáranum at tala stór orð, og enn minni hinum háborna at tala lygn.
Orðtøkini 17:8 Orðtøkini
Gáva er dýrur steinur í eygum hansara, sum fær hana; hvar hon so kemur, fær hon sítt fram.
Orðtøkini 17:9 Orðtøkini
Tann, ið dylur misgerð, søkir kærleika, men tann, ið rívur upp søk, skilir vin frá vini.
Orðtøkini 17:10 Orðtøkini
Meiri virkar inn á hin vitiga, táið at honum verður havt, enn hundrað sløg á dáran.