kend fólk
134 versir um "kend fólk"
Versir
Síða 3 av 3Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið
Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið
Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið
Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið
Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kolossibrævið 3:18 Kolossibrævið
Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!
Kolossibrævið 3:19 Kolossibrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!
Kolossibrævið 3:20 Kolossibrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Kolossibrævið 3:22 Kolossibrævið
Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Kolossibrævið 3:25 Kolossibrævið
Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.
Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið
Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.
Kolossibrævið 4:2 Kolossibrævið
Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!
Kolossibrævið 4:3 Kolossibrævið
Biðið fyri okkum við, at Gud skal lata okkum upp dyr fyri orðinum, til at tala loyndarmál Kristusar, fyri hvørs skuld eg eisini eri í leinkjum –
Kolossibrævið 4:4 Kolossibrævið
at eg kann opinbera tað, so sum eg eigi at tala!
Kolossibrævið 4:5 Kolossibrævið
Umgangist í vísdómi tey, sum uttanfyri eru, og keypið hina lagaligu tíð!
Kolossibrævið 4:6 Kolossibrævið
Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív, sum tú vart kallaður til og játtaði hina góðu játting fyri mongum vitnum!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Fyri Gudi, sum gevur øllum lív, og fyri Kristi Jesusi, sum vitnaði hina góðu játting fyri Pontiusi Pilatusi, áleggi eg tær,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:14 Fyrra Timoteusarbrævið
at tú heldur boðið reint og ólastandi líka til opinbering Harra okkara Jesu Krists,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:15 Fyrra Timoteusarbrævið
sum hin sæli og eina valdandi skal lata okkum síggja á tíð síni – Kongur konganna og Harri harranna,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann, sum eina hevur ódeyðiligleika, sum býr í ljósi, sum eingin kann koma til, Hann, sum einki menniskja hevur sæð ella kann síggja – Honum tilhoyrir heiður og ævigt vald! Amen.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið
og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:20 Fyrra Timoteusarbrævið
Á, Timoteus! Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga, tóma tosi og mótstøðu „kunnskaparins“ – sum tað av órøttum verður kallað,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:21 Fyrra Timoteusarbrævið
og sum nøkur játta seg undir og eru vilst burt frá trúnni! Náðin veri við tær!