keðjubrøv

224 versir um "keðjubrøv"

Versir

Síða 3 av 5
Triðja Mósebók 5:6 Triðja Mósebók

og til bót fyri syndina, ið hann hevur gjørt, skal hann sum syndoffur bera HARRANUM fram eitt kríatúr av honslagi av smáfænum, ær ella geit, og presturin skal gera bót fyri hann og gera hann reinan fyri synd hansara.

2
Triðja Mósebók 5:7 Triðja Mósebók

Men hevur hann ikki ráð at lata eitt kríatúr av smáfænum, so skal hann í bót fyri synd sína bera HARRANUM fram tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur.

2
Triðja Mósebók 5:8 Triðja Mósebók

Hann skal koma til prestin við teimum, og presturin skal fyrst ofra tann, ið er til syndoffur; hann skal kippa hann tætt uppi við nakkan, men ikki slíta høvdið av.

2
Triðja Mósebók 5:9 Triðja Mósebók

So skal hann sletta av blóði syndoffursins á síðu altarsins, og tað, ið eftir er av blóðinum, skal verða kroyst út, so tað rennur niður við altarið; tað er syndoffur.

2
Triðja Mósebók 5:10 Triðja Mósebók

Hin fuglin skal hann ofra sum brennioffur, soleiðis sum fyriskrivað er. – Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann og gjørt hann reinan fyri syndina, ið hann hevur gjørt, fær hann fyrigeving.

2
Triðja Mósebók 5:11 Triðja Mósebók

Men hevur hann heldur ikki ráð at lata tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, so skal hann, í bót fyri tað, ið hann hevur syndað, ofra sum syndoffur tíggjundapartin av efu av fínum mjøli; hann skal ikki hella olju út yvir tað ella leggja roykilsi á tað; tí tað er syndoffur.

2
Triðja Mósebók 5:12 Triðja Mósebók

Hann skal koma til prestin við tí, og presturin skal taka ein neva av mjølinum sum minningaroffur og brenna tað á altarinum saman við eldofrum HARRANS; tað er syndoffur.

2
Triðja Mósebók 5:13 Triðja Mósebók

Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann, fyri syndina, ið hann hevur gjørt í onkrum av hinum, ið nevnt er*, fær hann fyrigeving. – Og tað, ið eftir er, skal presturin hava – á sama hátt sum við matofrinum.““

2
Triðja Mósebók 5:14 Triðja Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

2
Triðja Mósebók 5:15 Triðja Mósebók

„Táið onkur av misgáum ognar sær nakað av tí, ið vígt er HARRANUM, og soleiðis verður sekur í sviki, skal hann í bót fyri synd sína ofra HARRANUM sum skyldoffur lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið er mettur til í minsta lagi tveir silvurseklar eftir halgidómsvektini.

2
Triðja Mósebók 5:16 Triðja Mósebók

Og tað, ið hann av órøttum hevur ognað sær av hinum vígdu gávum, skal hann lata aftur fyri og leggja fimtingin aftrat. Hann skal fáa prestinum tað, og táið presturin hevur gjørt bót fyri hann við skyldoffurveðrinum, fær hann fyrigeving.

2
Triðja Mósebók 5:17 Triðja Mósebók

Táið onkur, uttan at vita av tí, syndar móti einum av boðum HARRANS og ger okkurt, ið Hann hevur forboðið at gera – og hann soleiðis dregur skyld oman yvir seg, og misgerð hvílir á honum –

2
Triðja Mósebók 5:18 Triðja Mósebók

skal hann sum skyldoffur leiða til prestin lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið tú metir góðan til offur. Presturin skal tá gera bót fyri hann, fyri syndina, ið hann, uttan at vita av, hevur gjørt; so fær hann fyrigeving.

2
Triðja Mósebók 5:19 Triðja Mósebók

– Tað er skyldoffur; hann hevur drigið skyld oman yvir seg fyri HARRANUM.“

2
Prædikarin 5:1 Prædikarin

Ver ikki skjótur við munninum, og lat ikki hjarta títt vera ov kvikt at bera fram orð fyri ásjón Guds! Gud er jú í Himli, og tú ert á jørðini; lat tí orð tíni vera fá!

2
Prædikarin 5:2 Prædikarin

Tí av miklum strevi koma dreymar, og av orðanøgd kemur dáratala.

2
Prædikarin 5:3 Prædikarin

Lovar tú Gudi okkurt, so drála ikki at uppfylla tað. Tí Honum líkar ikki dárar; halt tað, ið tú lovar!

2
Prædikarin 5:4 Prædikarin

Betri er, at tú einki lovar, enn at tú lovar og heldur tað ikki.

2
Prædikarin 5:5 Prædikarin

Lat ikki munn tín draga skyld oman yvir likam títt, og sig ikki við sendiboð Guds: „Eg leyp framav!“ – Manst tú vilja, at Gud skal verða vreiður um tað, ið tú sigur, og bróta niður handaverk títt!

2
Prædikarin 5:6 Prædikarin

Tí har sum nógvir dreymar eru, er eisini nógv fáfongd, og somuleiðis har sum mong orð eru. – Nei, óttast Gud!

2
Prædikarin 5:7 Prædikarin

Sært tú hin fátæka verða kúgaðan, og rætt og rættvísi verða undirtraðkað í landinum, so undrast tú ikki á tað! Tí ein hægri aktar eftir hinum høga, og ein enn hægri aktar eftir teimum báðum!

2
Prædikarin 5:8 Prædikarin

Og ið hvussu er: Tað er landi til frama, at kongur er, sum fólkið aktar.

2
Prædikarin 5:9 Prædikarin

Tann, ið elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, ið elskar ríkdóm, fær aldri nóg mikið; eisini hetta er tómt.

2
Prædikarin 5:10 Prædikarin

Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!

2
Prædikarin 5:11 Prædikarin

Søtur er svøvnur arbeiðsmansins, um hann nú etur lítið ella nógv; men yvirflóð hins ríka ger, at hann fær ikki sovið.

2
Prædikarin 5:12 Prædikarin

Syndarligan stand havi eg sæð undir sólini: Ríkdóm, ið ánarin hevur spart saman, sær sjálvum til vanlukku!

2
Prædikarin 5:13 Prædikarin

Missir hann so av óhappi henda ríkdóm, fær sonur hansara – um hann eigur ein – einki av honum.

2
Prædikarin 5:14 Prædikarin

Sum hann kom úr móðurlívi, so skal hann fara burtur aftur, líka nakin sum hann kom, og fyri strev sítt fær hann einki, sum hann kann hava við sær.

2
Prædikarin 5:15 Prædikarin

Eisini hetta er syndarligur standur: Júst so sum hann kom, fer hann burtur aftur; hvønn vinning hevur hann nú av, at hann pøsir seg so – fyri vind!

2
Prædikarin 5:16 Prædikarin

Og aftrat hesum etur hann allar dagar sínar breyð sítt í myrkrinum, og nógva sorg hevur hann at dragast við – og so sjúkdóm sín og vreiði sína.

2
Prædikarin 5:17 Prædikarin

Nei, tað, ið eg haldi vera gott og vakurt, er at eta og drekka og njóta hitt góða aftur fyri alt strevið, ið ein pøsir seg við undir sólini, allar lívsdagarnar ið Gud gevur honum; tí hetta er lutur hansara.

2
Prædikarin 5:18 Prædikarin

Og táið Gud gevur onkrum ríkidømi og góðs og haraftrat unnir honum at kunna njóta gott av tí og taka lut sín og gleða seg í strevi sínum, tá er hetta gáva Guds.

2
Prædikarin 5:19 Prædikarin

Tí tá hugsar hann ikki mikið um lívsdagar sínar, við tað at Gud letur hann hava nóg mikið at gera við gleði hjarta síns.

2
Mika 5:12 Mika

Eg skal oyða hinar útskornu myndir tínar og minnissteinar tínar úr landi tínum, og tú skalt ikki longur tilbiðja handaverk títt.

2
Zefanias 2:1 Zefanias

Sansa teg og gakk í teg sjálva, tú tjóð, sum veit ikki av skomm,

2
Zefanias 2:2 Zefanias

áðrenn ráðið er fullborið – sum dumba kemur dagurin fúkandi! – áðrenn brennandi vreiði HARRANS kemur yvir tykkum, áðrenn vreiðidagur HARRANS kemur yvir tykkum!

2
Zefanias 2:3 Zefanias

Søkið HARRAN, øll tit eyðmjúku í landinum, tit, sum halda lóg Hansara! Stundið eftir rættvísi, stundið eftir eyðmjúkleika! Tað kundi borið á, at tit vórðu fjald vreiðidag HARRANS.

2
Zefanias 2:4 Zefanias

Tí Gaza skal liggja frárýmt, og Askalon í oyði; mitt á ljósum degi skal fólkið í Asdod verða rikið burtur, og Ekron skal verða rykt upp við rót.

2
Zefanias 2:5 Zefanias

Vei tykkum, tit, sum búgva fram við sjónum, tú Kretafólk! Orð HARRANS kemur yvir teg, Kána’an, tú Filistaraland; Eg skal oyða teg, so eingin býr í tær.

2
Zefanias 2:6 Zefanias

Sjósíðan skal verða til haglendi, har hirðarnir hava brunnar og seyðabyrgi.

2
Zefanias 2:7 Zefanias

Og hon skal lutast teimum, ið eftir eru av húsi Juda; tey skulu har hava beiti sítt; í húsum Askalons skulu tey hvíla seg um kvøldið – tí HARRIN Gud teirra skal vitja tey og venda lagnu teirra.

2
Zefanias 2:8 Zefanias

Eg havi hoyrt, hvussu Móab speirekur, og hvussu Ammonitar háða, hvussu teir hava spottað fólk Mítt og borið seg hugmóðiga at móti landi teirra.

2
Zefanias 2:9 Zefanias

Tí skal, so satt sum Eg livi – sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels – gangast Móab sum Sodoma, og Ammonitum sum Gomorra: Notur skulu eiga teir, og saltgrøv og oyðimørk skulu teir verða til ævigar tíðir; leivd fólks Míns skal ræna teir; tað, ið eftir er av fólki Mínum, skal taka teir í ogn.

2
Zefanias 2:10 Zefanias

So skal teimum gangast aftur fyri hugmóð teirra, aftur fyri at teir háðaðu fólk HARRANS Guds herskaranna og bóru seg hugmóðiga at móti tí.

2
Zefanias 2:11 Zefanias

Øgiligan skal HARRIN vísa Seg móti teimum; tí Hann skal forkoma øllum gudum á jørðini, og allar oyggjar heidninganna skulu tilbiðja Hann, hvørt fólk á staði sínum.

2
Zefanias 2:12 Zefanias

Eisini tit, Etioparar, skulu falla fyri svørði Mínum.

2
Zefanias 2:13 Zefanias

Hann rættir út hondina móti norðri og ger enda á Assur, leggur Nineve í oyði, ger tað turt sum oyðimørk.

2
Zefanias 2:14 Zefanias

Har skulu fylgi liggja, flokkar av alskyns villum dýrum; pelikanar og pinnsvín skulu hava náttaherbergi á súluhøvdunum har; fuglar skulu hoyrast láta í vindeygunum; eyrur skal liggja á gáttunum, tí bróstið av sedrisviði er skrætt niður.

2
Zefanias 2:15 Zefanias

Hetta er fagnaðarbýurin, sum búði so tryggur, sum segði í hjartanum: „Eg og eingin annar!“ – Sum hann er vorðin til oyðimørk, til bøli fyri villdýr! Hvør tann, sum gongur framvið, bríkslar eftir honum og ristir hondina háðandi.

2
Matteus 7:1 Matteus

„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,

2