keðjubrøv
224 versir um "keðjubrøv"
Versir
Síða 2 av 5Fyrsta Mósebók 31:11 Fyrsta Mósebók
Og eingil Guds segði við meg í dreyminum: „Jákup!“ Eg svaraði: „Ja, her eri eg!“
Fyrsta Mósebók 31:12 Fyrsta Mósebók
Tá segði Hann: „Hygg upp, so skalt tú síggja, hvussu allir bukkarnir, ið springa, eru gjørðutir, flekkutir og skørvutir – tí Eg havi sæð alt tað, ið Laban ger tær!
Fyrsta Mósebók 31:13 Fyrsta Mósebók
Eg eri hin Gud, sum opinberaði Seg fyri tær í Betel, har sum tú salvaði minnisstein og gjørdi Mær lyfti; ger teg nú til og far úr hesum landi heimaftur í føðiland títt!““
Fyrsta Mósebók 31:14 Fyrsta Mósebók
Rakul og Lea svaraðu honum: „Munnu vit longur hava nakran lut ella arv í húsinum hjá pápa!
Fyrsta Mósebók 31:15 Fyrsta Mósebók
Hevur hann ikki roknað okkum sum fremmandar! Hann hevur jú selt okkum, og hann hevur eisini sjálvur brúkt tað, ið hann fekk fyri okkum!
Fyrsta Mósebók 31:16 Fyrsta Mósebók
Alt ríkidømið, ið Gud hevur tikið frá pápa, tað eiga vit og børn okkara – ger tú nú bert alt tað, ið Gud hevur sagt við teg!“
Fyrsta Mósebók 31:17 Fyrsta Mósebók
So gjørdi Jákup seg til, setti børn síni og konur sínar á kamelarnar,
Fyrsta Mósebók 31:18 Fyrsta Mósebók
tók við sær alt fæ sítt og allan eigindómin, ið hann hevði savnað sær, fæið, ið hann átti og hevði savnað sær í Paddan-Áram, og helt avstað til Ísak, faðir sín, í Kána’anslandi.
Fyrsta Mósebók 31:19 Fyrsta Mósebók
Men Laban var farin at royta seyð sín. Og Rakul stjól húsgudarnar hjá faðir sínum.
Fyrsta Mósebók 31:20 Fyrsta Mósebók
Jákup narraði Áramearan Laban; hann duldi fyri honum, at hann ætlaði at rýma.
Fyrsta Mósebók 31:21 Fyrsta Mósebók
So rýmdi hann við øllum, ið hann átti; hann gjørdi seg til, fór um Ánna* og tók leiðina móti Gileadsfjalli.
Fyrsta Mósebók 31:22 Fyrsta Mósebók
Triðja dagin eftir fekk Laban at vita, at Jákup var rýmdur.
Fyrsta Mósebók 31:23 Fyrsta Mósebók
Hann tók tá skyldmenn sínar við sær, helt eftir honum sjey dagsferðir og fekk hann aftur á Gileadsfjalli.
Fyrsta Mósebók 31:24 Fyrsta Mósebók
Men Gud kom til Áramearan Laban í dreymi um náttina og segði við hann: „Varða teg fyri at siga Jákupi so mikið sum eitt ilt orð!“
Fyrsta Mósebók 31:25 Fyrsta Mósebók
Laban fekk nú Jákup aftur. Hann hevði tá reist tjald sítt á fjallinum, og Laban og skyldmenn hansara reistu eisini tjald á Gileadsfjalli.
Fyrsta Mósebók 31:26 Fyrsta Mósebók
Laban segði nú við Jákup: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Meg hevur tú narrað, og døtrum mínum ert tú farin avstað við, sum tær høvdu verið hertiknar!
Fyrsta Mósebók 31:27 Fyrsta Mósebók
Hví rýmdi tú loyniliga og narraði meg og segði mær ikki frá, so eg kundi fylgt tær á leið við gleðirópum og songi, trummum og hørpum?
Fyrsta Mósebók 31:28 Fyrsta Mósebók
Tú lætst meg ikki so mikið sum sleppa at kyssa synir og døtur mínar – tað var dáraverk, ið tú gjørdi!
Fyrsta Mósebók 31:29 Fyrsta Mósebók
Eg hevði verið mentur at gjørt tykkum ilt nú, men Gud faðirs tykkara segði við meg í nátt: „Varða teg fyri at siga Jákupi so mikið sum eitt ilt orð!“
Fyrsta Mósebók 31:30 Fyrsta Mósebók
Men táið tú nú endiliga vildi fara, tí tær longdist so illa aftur til hús faðirs tíns, hví stjólst tú tá gudar mínar?“
Fyrsta Mósebók 31:31 Fyrsta Mósebók
Tá svaraði Jákup Laban: „Eg var ræddur, tí eg hugsaði, at tú fórt at taka døtur tínar frá mær við valdi.
Fyrsta Mósebók 31:32 Fyrsta Mósebók
Men tann, ið tú finnur gudar tínar hjá, hann skal ikki liva! Hygg nú eftir, meðan skyldmenn okkara eru hjá, um tú kennist við nakað av tí, ið eg havi við mær, og tak tað so!“ – Tí Jákup visti ikki, at Rakul hevði stolið teir!
Fyrsta Mósebók 31:33 Fyrsta Mósebók
Laban fór nú inn og leitaði í tjaldinum hjá Jákupi, Leu og báðum trælkvinnunum, men einki hann fann. So fór hann út úr tjaldinum hjá Leu og inn í tjaldið hjá Rakul.
Fyrsta Mósebók 31:34 Fyrsta Mósebók
Men Rakul hevði tikið húsgudarnar, lagt teir í kamelsaðilin og sett seg á hann. Táið Laban so hevði leitað um alt tjaldið og einki funnið,
Fyrsta Mósebók 31:35 Fyrsta Mósebók
segði hon við faðir sín: „Harri mín tekur mær ikki illa upp, at eg fái ikki reist meg fyri tær, tí eg havi tað, sum kvinnur eru vanar!“ – So leitaði hann eftir húsgudunum, men fann teir ikki.
Fyrsta Mósebók 31:36 Fyrsta Mósebók
Tá kom ilt í Jákup, og hann setti á Laban. Jákup tók til orða og segði við Laban: „Hvat havi eg forbrotið meg, og hvat er synd mín, síðani tú eltir meg so?
Fyrsta Mósebók 31:37 Fyrsta Mósebók
Tú hevur nú leitað í øllum, ið eg havi – hvat fanst tú, sum hoyrir húsi tínum til! Legg tað fram her fyri skyldmenn mínar og skyldmenn tínar, so teir kunnu døma millum okkum báðar!
Fyrsta Mósebók 31:38 Fyrsta Mósebók
Eg havi nú verið hjá tær í 20 ár; ær tínar og geitir tínar hava ikki verið lambskotnar, og eg havi ikki etið veðrarnar í fylgi tínum!
Fyrsta Mósebók 31:39 Fyrsta Mósebók
Tað, ið sundurskrætt var, bar eg ikki heim til tín, eg samsýnti tað sjálvur; tú kravdi meg eftir tí, antin tað so var stolið á degi ella stolið á nátt!
Fyrsta Mósebók 31:40 Fyrsta Mósebók
Soleiðis hevði eg tað: Um dagin steiktist eg av hita, um náttina frysti eg í kulda, og svøvnur kom ikki í eygu míni.
Fyrsta Mósebók 31:41 Fyrsta Mósebók
Í 20 ár havi eg nú verið hjá tær; 14 ár havi eg tænt tær fyri døtur tínar, og 6 ár fyri smáfæ títt, og tíggju ferðir hevur tú broytt løn mína.
Fyrsta Mósebók 31:42 Fyrsta Mósebók
Hevði ikki Gud faðirs míns verið við mær, Hann, sum var Gud Ábrahams, og sum Ísakur óttast, so hevði tú so sanniliga latið meg farið við tómum hondum! Men Gud hevur sæð møði mína og alt stríð mítt, og Hann dømdi í nátt!“
Fyrsta Mósebók 31:43 Fyrsta Mósebók
Tá svaraði Laban og segði við Jákup: „Døturnar eru mínar døtur, og børnini eru míni børn, fylgini eru míni fylgi, og alt tað, ið tú sært, er mítt – men hvat skuldi eg í dag kunnað gjørt døtrum mínum ella teimum børnum, ið tær hava átt!
Fyrsta Mósebók 31:44 Fyrsta Mósebók
So kom nú og lat okkum gera sáttmála hvør við annan, og hann skal vera vitni millum meg og teg!“
Fyrsta Mósebók 31:45 Fyrsta Mósebók
Jákup tók tá stein og reisti hann sum minnisstein;
Fyrsta Mósebók 31:46 Fyrsta Mósebók
og Jákup segði við skyldmenn sínar: „Berið saman grót!“ So fóru teir eftir gróti og laðaðu grótrúgvu, og teir hildu máltíð har á grótrúgvuni.
Fyrsta Mósebók 31:47 Fyrsta Mósebók
Laban rópti hana Jegar-Sahaduta,* og Jákup rópti hana Gal-Ed.*
Fyrsta Mósebók 31:48 Fyrsta Mósebók
Laban segði nú: „Henda grótrúgva skal í dag vera vitni millum okkum báðar.“ – Tí fekk hon navnið Gal-Ed,
Fyrsta Mósebók 31:49 Fyrsta Mósebók
og eisini Mizpa* – tí hann segði: „HARRIN skal halda vakt millum meg og teg, táið vit ikki longur síggja hvør annan!
Fyrsta Mósebók 31:50 Fyrsta Mósebók
Fert tú illa við døtrum mínum, ella tekur tú aðrar konur aftrat teimum, ja, so er víst einki menniskja hjástatt, men Gud, Hann skal vera vitni millum meg og teg!“
Fyrsta Mósebók 31:51 Fyrsta Mósebók
Og Laban segði við Jákup: „Henda grótrúgva og hesin minnissteinur, ið eg havi reist millum meg og teg
Fyrsta Mósebók 31:52 Fyrsta Mósebók
– vitni skulu tey vera, bæði grótrúgvan og minnissteinurin, at eg skal ikki fara um hesa grótrúgvu móti tær, og tú skalt heldur ikki fara um hesa grótrúgvu og henda minnisstein móti mær – við illum í huga!
Fyrsta Mósebók 31:53 Fyrsta Mósebók
Gud Ábrahams og Gud Nakors skal døma okkara millum, Hann, sum var Gud faðirs teirra!“ – So svór Jákup um Hann, ið Ísakur, faðir hansara, óttaðist.
Fyrsta Mósebók 31:54 Fyrsta Mósebók
Jákup ofraði sláturoffur á fjallinum og beyð skyldmonnum sínum til máltíð. Teir hildu tá máltíð og vórðu náttina á fjallinum.
Fyrsta Mósebók 31:55 Fyrsta Mósebók
Tíðliga morgunin eftir kysti Laban synir og døtur sínar og signaði tey. So fór Laban heimaftur.
Triðja Mósebók 5:1 Triðja Mósebók
„Táið onkur syndar, við tað at hann hoyrir upprópið til at gera eið og kundi vitnað um okkurt, ið hann annaðhvørt hevur sæð ella hevur fingið at vita um, men kortini ikki sigur frá – og soleiðis dregur skyld oman yvir seg –
Triðja Mósebók 5:2 Triðja Mósebók
ella táið onkur, uttan at hann veit av tí, nemur við okkurt óreint, tað veri nú tann deyða kroppin av einum óreinum, villum dýri ella tann deyða kroppin av einum óreinum dýri av fænum ella tann deyða kroppin av einum óreinum skriðdýri – og hann soleiðis verður óreinur og dregur skyld oman yvir seg –
Triðja Mósebók 5:3 Triðja Mósebók
ella táið hann, uttan at hann veit av tí, nemur við óreinskuna hjá einum menniskja – tað veri nú, hvat tað vera má, sum ein verður óreinur av – og hann so fær tað at vita og sær, at hann hevur drigið skyld oman yvir seg –
Triðja Mósebók 5:4 Triðja Mósebók
ella táið onkur, uttan at hugsa um tað, blakar ein eið út av munninum um, at hann skal gera okkurt, ilt ella gott – tað veri nú, hvat tað vera má, sum ein kann svørja uppá í tankaloysi – og hann so fær tað at vita og sær, at hann hevur drigið skyld oman yvir seg í onkrum slíkum –
Triðja Mósebók 5:5 Triðja Mósebók
so skal tann, ið soleiðis hevur drigið skyld oman yvir seg í onkrum av hesum, játta tað, ið hann hevur syndað í;