Jóhannes

127 versir um "Jóhannes"

Versir

Síða 3 av 3
Jóhannes 7:33 Jóhannes

Jesus segði tá: „Stutta tíð enn eri Eg hjá tykkum; so fari Eg avstað til Hansara, sum sendi Meg.

2
Jóhannes 7:34 Jóhannes

Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma.“

2
Jóhannes 7:35 Jóhannes

Tá søgdu Jødarnir hvør við annan: „Hvar ætlar Hann at fara, táið vit ikki skulu kunna finna Hann? Man Hann ætla at fara til teirra, ið spjadd eru millum Grikkar, og læra Grikkar?

2
Jóhannes 7:36 Jóhannes

Hvat er hetta, Hann sigur: „Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma“?“

2
Jóhannes 7:37 Jóhannes

Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki!

2
Jóhannes 7:38 Jóhannes

Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“

2
Jóhannes 7:39 Jóhannes

Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur.

2
Jóhannes 7:40 Jóhannes

Nøkur av fólkinum søgdu nú, táið tey hoyrdu hesi orð: „Vissuliga er hesin profeturin!“

2
Jóhannes 7:41 Jóhannes

Onnur søgdu: „Hann er Kristus!“ Uppaftur onnur søgdu: „Kristus kemur tá ikki úr Galilea?

2
Jóhannes 7:42 Jóhannes

Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus kemur av ætt Dávids og úr Betlehem – býnum, sum Dávid var í?“

2
Jóhannes 7:43 Jóhannes

So varð nú ósemja millum fólkið um Hann.

2
Jóhannes 7:44 Jóhannes

Og nakrir av teimum ætlaðu at taka Hann; men tó legði eingin hond á Hann.

2
Jóhannes 7:45 Jóhannes

Tænararnir komu nú til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: „Hví eru tit ikki komnir higar við Honum?“

2
Jóhannes 7:46 Jóhannes

Tænararnir svaraðu: „Aldri hevur nakað menniskja talað soleiðis sum hesin maður!“

2
Jóhannes 7:47 Jóhannes

Tá svaraðu Fariseararnir teimum: „Eru eisini tit villleiddir!

2
Jóhannes 7:48 Jóhannes

Hevur nakar av ráðharrunum trúð á Hann, ella nakar av Farisearunum!

2
Jóhannes 7:49 Jóhannes

Men hesin hópur, ið ikki kennir lógina, er bannaður!“

2
Jóhannes 7:50 Jóhannes

Nikodemus, sum var ein teirra – hann, sum einaferð áður hevði verið hjá Honum – segði við teir:

2
Jóhannes 7:51 Jóhannes

„Lóg okkara dømir tó ongan, uttan hann fyrst er hoyrdur, og fingist hevur at vita, hvat hann hevur gjørt!“

2
Jóhannes 7:52 Jóhannes

Teir svaraðu honum: „Ert tú við úr Galilea? Rannsaka, so fært tú at síggja, at eingin profetur kemur úr Galilea!“

2
Jóhannes 7:53 Jóhannes

Og teir fóru hvør til sín sjálvs.

2
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið

men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

2
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

2
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið

Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.

2
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið

Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:19 Fyrra Jóhannesarbrævið

Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:20 Fyrra Jóhannesarbrævið

Sigur onkur: „Eg elski Gud“ – og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð!

2