jødadómur
142 versir um "jødadómur"
Versir
Síða 3 av 3Rómverjabrævið 10:14 Rómverjabrævið
Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!
Rómverjabrævið 10:15 Rómverjabrævið
Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! – sum skrivað er: „Hvussu yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap!“
Rómverjabrævið 10:16 Rómverjabrævið
Men ikki øll vóru evangeliinum lýðin. Esaias sigur jú: „Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi frá okkum!“
Rómverjabrævið 10:17 Rómverjabrævið
So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.
Rómverjabrævið 10:18 Rómverjabrævið
Eg spyrji tá: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: „Um alla jørðina er rødd teirra gingin út, og til enda jarðarríkis orð teirra.“
Rómverjabrævið 10:19 Rómverjabrævið
Og eg spyrji: Hevur Ísrael ikki skilt tað? – Fyrst sigur Móses: „Eg skal vekja øvund tykkara móti tjóð, ið er ikki tjóð; móti tjóð við ongum viti skal Eg vekja vreiði tykkara.“
Rómverjabrævið 10:20 Rómverjabrævið
Og Esaias vágar sær at siga: „Eg varð funnin av teimum, ið ikki søktu Meg; Eg varð teimum opinberur, sum ikki spurdu eftir Mær.“
Rómverjabrævið 10:21 Rómverjabrævið
Men við Ísrael sigur hann: „Allan dagin rætti Eg út hendurnar móti ólýdnari, treiskari tjóð.“
Fyrra Korintbrævið 5:7 Fyrra Korintbrævið
Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir – tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.
Galatiabrævið 3:29 Galatiabrævið
Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir lyfti.
Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
Galatiabrævið 5:2 Galatiabrævið
Eg, Paulus, sigi tykkum, at lata tit tykkum umskera, gagnar Kristus tykkum einki.
Galatiabrævið 5:3 Galatiabrævið
Aftur vitni eg fyri hvørjum manni, ið letur seg umskera, at hann er bundin at halda alla lógina.
Galatiabrævið 5:4 Galatiabrævið
Tit eru skildir frá Kristusi, tit, ið vilja verða rættvísgjørdir av lóg; tit eru falnir úr náðini.
Galatiabrævið 5:5 Galatiabrævið
Tí við trúgv vænta vit í Andanum tað, sum rættvísin gevur okkum vón um.
Galatiabrævið 5:6 Galatiabrævið
Í Kristi Jesusi hevur tað jú einki at týða, um ein er umskorin ella óumskorin; alt varir um at hava trúgv, sum virkar við kærleika.
Galatiabrævið 5:7 Galatiabrævið
Tit vóru á góðari leið; hvør hevur forðað tykkum at akta sannleikan?
Galatiabrævið 5:8 Galatiabrævið
Henda yvirtaling kemur ikki frá Honum, ið kallaði tykkum.
Galatiabrævið 5:9 Galatiabrævið
Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið.
Galatiabrævið 5:10 Galatiabrævið
Eg havi tað álit á tykkum í Harranum, at tit onga aðra hugsan vilja hava; men tann, ið villir tykkum, skal bera dóm sín, hvør hann so er.
Galatiabrævið 5:11 Galatiabrævið
Men eg, brøður – prædiki eg enn umskering, hví liggja teir tá enn eftir mær! So er jú krossurin einki ástoyt longur!
Galatiabrævið 5:12 Galatiabrævið
Eg vildi, at teir skuldu skorið seg sjálvar sundur, teir, ið villleiða tykkum.
Galatiabrævið 5:13 Galatiabrævið
Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!
Galatiabrævið 5:14 Galatiabrævið
Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Galatiabrævið 5:15 Galatiabrævið
Men bíta og eta tit hvør annan, síggið tá til, at tit verða ikki etnir upp hvør av øðrum!
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið
Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
Galatiabrævið 5:17 Galatiabrævið
Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja.
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Galatiabrævið 5:24 Galatiabrævið
Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess.
Galatiabrævið 5:25 Galatiabrævið
Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!
Galatiabrævið 5:26 Galatiabrævið
Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!
Hebrearabrævið 9:11 Hebrearabrævið
Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomnara tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi –
Hebrearabrævið 9:12 Hebrearabrævið
og Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við Sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing.
Hebrearabrævið 9:13 Hebrearabrævið
Tí so satt sum blóð bukka og tarva og øskan av kvígu – við at verða slett á hini óreinu – halgar til útvortis reinleika,
Hebrearabrævið 9:14 Hebrearabrævið
hvussu mangan meir skal tá ikki blóð Kristusar, Hansara, sum við ævigum Anda bar fram Seg sjálvan lýtaleysan fyri Gud, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Gudi!
Hebrearabrævið 9:15 Hebrearabrævið
So er Hann tá millummaður fyri nýggjan sáttmála, so hini kallaðu skulu fáa hin æviga arv, ið lovaður var, eftir at deyði hevur átt sær stað til endurloysing frá brotunum undir hinum fyrra sáttmálanum.
Hebrearabrævið 9:16 Hebrearabrævið
Har sum arvaskjal er, er jú eisini neyðugt, at deyði hansara, ið gjørdi arvaskjalið, verður prógvaður.