jødadómur
142 versir um "jødadómur"
Versir
Síða 2 av 3Jóhannes 4:20 Jóhannes
Fedrar okkara hava tilbiðið á hesum fjalli, og tit siga, at í Jerusalem er staðið, har tilbiðið eigur at verða.“
Jóhannes 4:21 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Trúgv Mær, kvinna, tann tíð kemur, táið tað hvørki skal vera á hesum fjalli ella í Jerusalem, tit tilbiðja Faðirin.
Jóhannes 4:22 Jóhannes
Tit tilbiðja tað, ið tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, ið vit kenna; tí frelsan kemur frá Jødunum.
Jóhannes 4:23 Jóhannes
Men tann tíð kemur – og er nú – táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava.
Jóhannes 4:24 Jóhannes
Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“
Jóhannes 4:25 Jóhannes
Kvinnan segði við Hann: „Eg veit, at Messias kemur, Hann, sum kallast Kristus; táið Hann kemur, skal Hann kunngera okkum alt.“
Jóhannes 4:26 Jóhannes
Jesus svaraði henni: „Tað eri Eg, Hann, sum talar við teg!“
Jóhannes 4:27 Jóhannes
Í tí sama komu lærisveinar Hansara; teir undraðust á, at Hann talaði við kvinnu; tó segði eingin: „Hvat vilt Tú henni?“ ella: „Hví tosar Tú við hana?“
Jóhannes 4:28 Jóhannes
Tá læt kvinnan vatnkrukku sína standa og fór inn í býin og segði við fólkið har:
Jóhannes 4:29 Jóhannes
„Komið og síggið mann, sum hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt! Man Hann ikki vera Kristus?“
Jóhannes 4:30 Jóhannes
Tey fóru tá út úr býnum og tóku leiðina út til Hansara.
Jóhannes 4:31 Jóhannes
Meðan hetta fór fram, bóðu lærisveinarnir Hann og søgdu: „Rabbi, fá Tær at eta!“
Jóhannes 4:32 Jóhannes
Hann svaraði teimum: „Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.“
Jóhannes 4:33 Jóhannes
Tá søgdu lærisveinarnir hvør við annan: „Man nakar hava borið Honum mat?“
Jóhannes 4:34 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum sendi Meg, og fullføra verk Hansara.
Jóhannes 4:35 Jóhannes
Siga tit ikki: „Fýra mánaðir eru enn, áðrenn heystið kemur“! Men Eg sigi tykkum: Lyftið upp eygu tykkara og síggið markirnar – tær eru longu hvítar til at heysta!
Jóhannes 4:36 Jóhannes
Tann, ið heystar, fær løn og savnar ávøkst til ævigt lív, so at teir kunnu gleðast saman, bæði tann, ið sáar, og tann, ið heystar.
Jóhannes 4:37 Jóhannes
Tí her er orðið satt: „Ein sáar, og annar heystar.“
Jóhannes 4:38 Jóhannes
Eg havi sent tykkum út at heysta tað, sum tit ikki hava arbeitt; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.“
Jóhannes 4:39 Jóhannes
Nógvir Samverjar úr býnum komu til trúgv á Hann av tí, sum kvinnan segði, táið hon vitnaði: „Hann hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt!“
Jóhannes 4:40 Jóhannes
Táið nú Samverjar komu til Hansara, bóðu teir Hann steðga hjá sær; Hann varð tá har tveir dagar.
Jóhannes 4:41 Jóhannes
Og uppaftur mong onnur komu til trúgv av tí, sum Hann talaði.
Jóhannes 4:42 Jóhannes
Tey søgdu við kvinnuna: „Nú trúgva vit ikki longur av tí, sum tú hevur sagt; tí nú hava vit sjálv hoyrt, og nú vita vit, at hesin er sanniliga frelsari heimsins.“
Jóhannes 4:43 Jóhannes
Eftir teir báðar dagarnar fór Hann haðani til Galilea.
Jóhannes 4:44 Jóhannes
Tí Jesus vitnaði sjálvur, at profetur verður ikki ærdur á sínum egna heimstaði.
Jóhannes 4:45 Jóhannes
Táið Hann nú kom til Galilea, tóku Galilearar ímóti Honum; tí teir høvdu sæð alt, ið Hann hevði gjørt í Jerusalem um høgtíðina; tí eisini teir høvdu verið til høgtíðina.
Jóhannes 4:46 Jóhannes
Hann kom tá aftur til Kana í Galilea, har sum Hann hevði gjørt vatnið til vín. Í Kapernaum var ein embætismaður kongsins; hann hevði son liggjandi sjúkan.
Jóhannes 4:47 Jóhannes
Táið hann frætti, at Jesus var komin úr Judea til Galilea, fór hann avstað til Hansara og bað Hann koma oman og grøða son sín; tí hann lá fyri deyðanum.
Jóhannes 4:48 Jóhannes
Tá segði Jesus við hann: „Síggja tit ikki tekin og undur, trúgva tit ikki!“
Jóhannes 4:49 Jóhannes
Embætismaðurin segði við Hann: „Harri, kom, áðrenn barn mítt doyr!“
Jóhannes 4:50 Jóhannes
Jesus segði við hann: „Far avstað – sonur tín livir!“ – Maðurin trúði orðinum, ið Jesus segði við hann, og fór.
Jóhannes 4:51 Jóhannes
Meðan hann enn var á heimferðini, møttu tænarar hansara honum og søgdu: „Sonur tín livir!“
Jóhannes 4:52 Jóhannes
Tá spurdi hann teir um tíman, táið hann var vorðin betri, og teir svaraðu honum: „Í gjár um sjeynda tíman slapp hann frá feprinum.“
Jóhannes 4:53 Jóhannes
Tá fekk faðirin at síggja, at tað hevði verið í tí tíma, táið Jesus segði við hann: „Sonur tín livir!“ Og hann trúði sjálvur, og alt hús hansara.
Jóhannes 4:54 Jóhannes
Hetta tekinið – sum var hitt annað – gjørdi Jesus, táið Hann var komin úr Judea til Galilea.
Rómverjabrævið 6:14 Rómverjabrævið
Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum – tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði.
Rómverjabrævið 7:6 Rómverjabrævið
Men nú eru vit loyst frá lógini, við tað at vit eru deyð frá tí, sum fyrr helt okkum fangað, so at vit tæna á nýggja hátt andans og ikki á gamla hátt bókstavsins.
Rómverjabrævið 10:1 Rómverjabrævið
Brøður! Hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri teimum er, at tey skulu verða frelst.
Rómverjabrævið 10:2 Rómverjabrævið
Tí eg gevi teimum tann vitnisburð, at tey hava íðinskap fyri Gud – men ikki við skili.
Rómverjabrævið 10:3 Rómverjabrævið
Tey kenna ikki rættvísi Guds og royna at fáa í lag sína egnu rættvísi; tí hava tey ikki boygt seg undir rættvísi Guds.
Rómverjabrævið 10:4 Rómverjabrævið
Tí Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr.
Rómverjabrævið 10:5 Rómverjabrævið
Móses skrivar jú um rættvísina av lógini: „Tað menniskja, sum hetta ger, skal liva við tí.“
Rómverjabrævið 10:6 Rómverjabrævið
Men rættvísin, ið er av trúgv, sigur so: „Sig ikki í hjarta tínum: „Hvør skal fara upp til Himmals?““ – tað er, at fáa Kristus niður –
Rómverjabrævið 10:7 Rómverjabrævið
„ella: „Hvør skal fara niður í avgrundina?““ – tað er, at fáa Kristus upp frá hinum deyðu.
Rómverjabrævið 10:8 Rómverjabrævið
Hvat sigur hon tá? – „Orðið er tær nær, í munni tínum og hjarta tínum“ – tað er orðið um trúnna, tað, sum vit prædika.
Rómverjabrævið 10:9 Rómverjabrævið
Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.
Rómverjabrævið 10:10 Rómverjabrævið
Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.
Rómverjabrævið 10:11 Rómverjabrævið
Skriftin sigur jú: „Eingin, ið trýr á Hann, skal verða til skammar.“
Rómverjabrævið 10:12 Rómverjabrævið
Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra og nóg ríkur fyri øll tey, sum kalla á Hann.
Rómverjabrævið 10:13 Rómverjabrævið
Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“