Jákup

136 versir um "Jákup"

Versir

Síða 3 av 3
Fyrsta Mósebók 49:29 Fyrsta Mósebók

Hann álegði teimum og segði við teir: „Eg verði nú savnaður til fólk mítt; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á markini hjá Hetitinum Efron,

3
Fyrsta Mósebók 49:30 Fyrsta Mósebók

í hellinum á Makpelamark, beint yvir av Mamre, í Kána’anslandi, markini, ið Ábraham keypti frá Hetitinum Efron til gravstað at eiga.

3
Fyrsta Mósebók 49:31 Fyrsta Mósebók

Har jarðaðu teir Ábraham og konu hansara, Sáru, har jarðaðu teir Ísak og konu hansara, Rebekku, og har jarðaði eg Leu –

3
Fyrsta Mósebók 49:32 Fyrsta Mósebók

á markini og í hellinum, sum keypt varð frá Hetitum.“

3
Fyrsta Mósebók 49:33 Fyrsta Mósebók

Nú var Jákup liðugur við tað, ið hann hevði at áleggja sonum sínum; hann tók tá føturnar upp aftur í songina, gav upp andan og varð savnaður til fedrar sínar.

3
Hoseas 12:3 Hoseas

HARRIN hevur søk við Juda, og Hann skal heimsøkja Jákup fyri atburð hansara, løna honum fyri verk hansara.

3
Hoseas 12:4 Hoseas

Í móðurlívi helt hann í hæl bróður síns, og í manndómsmegi síni bardist hann við Gud.

3
Malakias 1:2 Malakias

Eg havi elskað tykkum! sigur HARRIN. Men tit spyrja: „Við hvørjum hevur Tú víst okkum kærleika Tín!“ – Eru ikki Esau og Jákup brøður! – sigur HARRIN; tó elskaði Eg Jákup;

3
Malakias 1:3 Malakias

men Esau hataði Eg og gjørdi fjøll hansara til oyðimørk og arv hansara sjakalunum úr oyðimørkini til bústað.

3
Fyrsta Mósebók 25:19 Fyrsta Mósebók

Hetta er ættarbók Ísaks, sonar Ábrahams. Ábraham fekk sonin Ísak.

2
Fyrsta Mósebók 25:20 Fyrsta Mósebók

Ísakur var 40 ár, táið hann giftist við Rebekku, dóttur Áramearan Betuel úr Paddan-Áram, systur Áramearan Laban.

2
Fyrsta Mósebók 25:21 Fyrsta Mósebók

Ísakur bað til HARRAN fyri konu síni, tí hon var ófruktbør; og HARRIN bønhoyrdi hann, Rebekka, kona hansara, varð við barn.

2
Fyrsta Mósebók 25:22 Fyrsta Mósebók

Men fostrini stoyttu saman í lívi hennara; tá segði hon: „Stendur so til, hví skal eg tá liva?“ Og hon fór at spyrja HARRAN.

2
Fyrsta Mósebók 25:23 Fyrsta Mósebók

HARRIN svaraði henni: „Tvey fólkasløg eru í lívi tínum, úr fangi tínum skulu tvey fólk skiljast sundur; annað skal vera sterkari enn annað, tann eldri skal tæna tí yngra.“

2
Fyrsta Mósebók 25:24 Fyrsta Mósebók

Táið nú tíðin var komin, at hon skuldi eiga, vóru tvíburar í lívi hennara.

2
Fyrsta Mósebók 25:25 Fyrsta Mósebók

Tann fyrri, ið kom, var reyður og loðin sum ein skinnkappi um allan kroppin; honum góvu tey navnið Esau.*

2
Fyrsta Mósebók 25:27 Fyrsta Mósebók

Táið dreingirnir nú vuksu upp, varð Esau góður veiðimaður, sum helt seg úti á markini; men Jákup var friðarmaður og búði í tjøldum.

2
Fyrsta Mósebók 25:28 Fyrsta Mósebók

Ísakur var betri við Esau, tí honum dámdi væl kjøtið av teimum villu dýrunum; men Rebekka var betri við Jákup.

2
Fyrsta Mósebók 25:29 Fyrsta Mósebók

Einaferð ið Jákup kókaði velling, kom Esau deyðmóður aftur av markini.

2
Fyrsta Mósebók 25:30 Fyrsta Mósebók

Tá segði Esau við Jákup: „Lat meg fáa nakað av hasum reyða, hasum reyða har, tí eg eri um at doyggja av svongd!“ – Av hesum fekk hann navnið Edom.

2
Fyrsta Mósebók 25:31 Fyrsta Mósebók

Men Jákup svaraði: „Tú mást fyrst selja mær frumburðarrætt tín!“

2
Fyrsta Mósebók 25:32 Fyrsta Mósebók

Esau segði: „Eg eri um at doyggja – hvat leggi eg í frumburðarrættin!“

2
Fyrsta Mósebók 25:33 Fyrsta Mósebók

Men Jákup svaraði: „Tú mást fyrst gera eið upp á tað!“ Hann gjørdi tá eið upp á tað og seldi soleiðis Jákupi frumburðarrætt sín.

2
Fyrsta Mósebók 25:34 Fyrsta Mósebók

So gav Jákup Esau breyð og linsuvelling, og táið hann hevði etið og drukkið, reistist hann og fór avstað. Soleiðis vanvirdi Esau frumburðarrætt sín.

2
Fyrsta Mósebók 31:3 Fyrsta Mósebók

Tá segði HARRIN við Jákup: „Far aftur til land fedra tína og til títt egna fólk – Eg skal vera við tær!“

2
Fyrsta Mósebók 46:1 Fyrsta Mósebók

So fór Ísrael avstað við øllum, ið hann hevði, og táið hann kom til Be’erseba, ofraði hann sláturoffur til Gud Ísaks, faðirs síns.

2
Fyrsta Mósebók 46:2 Fyrsta Mósebók

Gud segði í eini sjón um náttina við Ísrael: „Jákup, Jákup!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“

2
Fyrsta Mósebók 46:3 Fyrsta Mósebók

Tá segði Hann: „Eg eri Gud, Gud faðirs tíns! Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands, tí Eg skal gera teg til eitt stórt fólk har!

2
Fyrsta Mósebók 46:4 Fyrsta Mósebók

Eg skal sjálvur koma við tær til Egyptalands, og Eg skal eisini føra teg aftur haðani; og Jósef skal leggja eygu tíni saman.“

2
Fyrsta Mósebók 46:5 Fyrsta Mósebók

So fór Jákup avstað úr Be’erseba; synir Ísrael settu Jákup, faðir sín, og børn og konur sínar á vagnarnar, ið Farao hevði sent eftir honum.

2
Fyrsta Mósebók 46:6 Fyrsta Mósebók

Teir tóku við sær fæ sítt og alt tað, ið teir áttu, sum teir høvdu vunnið sær í Kána’anslandi, og komu til Egyptalands, Jákup og alt avkom hansara við honum.

2
Fyrsta Mósebók 46:7 Fyrsta Mósebók

Synir og sonarsynir sínar, døtur og sonardøtur sínar og alt avkom sítt hevði hann við sær til Egyptalands.

2
Rómverjabrævið 9:10 Rómverjabrævið

Og enn meir: So var eisini við Rebekku, táið hon var við barn við einum, Ísaki, faðir okkara.

2
Rómverjabrævið 9:11 Rómverjabrævið

Tí táið teir enn vóru óføddir og hvørki høvdu gjørt gott ella ilt, varð – fyri at ráð Guds eftir útveljingini skuldi standa fast, ikki av verkum, men av Honum, ið kallar –

2
Rómverjabrævið 9:12 Rómverjabrævið

sagt við hana: „Hin eldri skal tæna hinum yngra“

2
Rómverjabrævið 9:13 Rómverjabrævið

– sum skrivað er: „Jákup elskaði Eg, men Esau hataði Eg.“

2